Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 9. august 2006  tíðindi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum í næstum ætlar at leggja ríkis­lógar­tilmæli um donsku lógina foreldramyndugleika fyri tingið, sigur seg einki kenna til, at danskar mammur vinna flestu rættarmál um foreldramyndugeleika. Hann metir tó, at rættarskipanin er besta amboðið til at avgera, hvør skal hava foreldramyndugleikan FORELDRA­ MYNDUGLEIKI Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Í Sosialinum í gjár var samrøða við Lars Hansen, limur í høvuðsnevndini hjá danska felagsskapinum Foreningen Far, sum setti spurnartekn við, um tað er rætt av føroyingum at seta donsku lógina frá 1995 um foreldramyndugleika í gildi, nú danir sjálvir arbeiða við at gera nýggja lóg á økinum. Jacob Vestergaard, lands­­­stýrismaður í inn­ lend­is­málum, er ráð­harr­ in, sum vegna Lands­stýr­ ið skal leggja hetta ríkis­ lógartilmælið á tingborð. Hann metir, at hendan lógin fer at javnseta før­ oyskar pápar í mun til ta eldru lógina, men hann viðgongur, at henda nýggja lógin ikki er optimal. - Nei, men hetta er ein munandi bati, í mun til tað, sum er. Vit kundu sjálvandi altíð bíðað, men tá vit í Innlendismálaráðnum spurdu okkum fyri í vár, vóru ongar ítøkiligar ætl­ anir í Danmark um at seta nýggja lóg í gildi har, sigur Jacob Vestergaard. - Enn er hetta bert polit­ iskt tos, sigur hann. Lars Hansen segði annars við Sosialin í gjár, at ætlanin er at seta nýggja lóg í gildi í Danmark 1. januar 2007, og hetta verður eisini váttað úr danska Familju- og brúkaramálaráðnum. Vildi sjálvur yvirtikið málsøkið Landsstýrismaðurin sigur, at sjálvur hevði hann einki havt ímóti at yvirtikið hetta málsøkið, so tað føroyska heimastýrið slapp at varða av tí, men hetta hevur verandi samgonga ikki sett sær fyri, og tí er hetta ikki aktuelt í løtuni. Tí kunnu føroyingar ikki gera egnar lógir á hesum øki, men bara seta danskar lógir í gildi. Jacob Vestergaard við­ gongur tó, at tey ikki bara hava góðar royndir av henni í Danmark, men av tí at tey í Innlendismálaráðnum ikki hava frætt um nakra lógarbroyting í Danmark, vilja tey ikki bíða, tí verð­ ur nýggj lóg sett í gildi í Danmark, ber til at endur­ skoða hetta, sigur hann. Men lógin, tit ætla at seta í gildi, gevur bert samdum foreldrum møguleika fyri foreldramyndugleika, og mamman skal skriva undir hetta fyrst. Er tað nóg gott? - Nei, tíðin er kanska komin til, at maður og kona fáa foreldramyndugleika automatiskt. Men tá tey ikki eru samd, kann tað gera tað sama, tí tá fólk fara at klandrast, fara tey at klandrast, heldur Jacob Vestergaard og sigur, at hann heldur at tá er neyðugt at onkur sker ígjøgnum, tá einki annað er praktiskt gjørligt. Kennir ikki hagtølini Men er felags foreldra­ myndugleiki ikki ov lættur at seta úr gildi, tá tað ber til at fara í rættin at gera hetta, og kvinurnar vinna í 88 % av øllum tílíkum rættarmálum í Danmark? - Ja, tað er nakað annað, tá rætturin má taka støðu, men eg kenni ikki hasi tølini. Í Danmark hava vit sæð, at fyrr góvu menninir skarvin yvir beinanvegin, sigur Jacob Vestergaard, ið tó vísir á, at so er framvegis talan um, at menninir vinna í 12 % av førunum. Landsstýrismaðurin heldur, at rættarskipanin er tað besta, vit hava, til at skera í gjøgnum í tílíkum málum, og hann sigur seg vita frá sínum fyrrverandi arbeiði sum løgreglumaður, at sam­ verurættur og tílíkt ofta verður brúkt til at vinna hvørjum øðrum neisir við. - Hetta verður ringt at koma til lívs, tí ann­ar parturin má fáa for­eldra­ myndugleikan, sigur Jacob Vestergaard um foreldur, sum klandrast. Men er tað í lagi, at tú kanst fáa ein dóm, har tað stendur, at tú ert egnaður sum foreldur, men at samstundis missir foreldramyndugleikan? - Tá hongur tað ikki ordi­ liga saman, tað hevur tú rætt í, men onkur má skera ígjøgnum, sigur Jacob Vester­gaard, og vil vera við, at ein ikki fær vart seg fyri øllum í eini lóggávu, og tí eru hesi mál sera trupul. - Men rættarskipanin er tað besta, vit hava, til at lýsa og avgera eitt mál, so antin mamman ella pápin fáa foreldramyndugleikan, men hví tað sum oftast er mamman, dugi eg ikki at siga, sigur Jacob Vester­ gaard. Kann endurskoðast um danir broyta sína lóg - Men um danir broyta sína lóg, so er eingin forðing fyri, at vit um 1 ár ella 2 endurskoða lógina. Men nógv á familju­ rættarøkinum líkist nógv í norðurlondum, so tað er eingin grund til at uppfinna tann djúpa tallerkin umaftur, sigur Jacob Vestergaard. Men í Svøríki og Norra kanst tú dømast til at hava felags foreldra­myndug­leika, so har er ein munur? - Ja, men tað ber nokk neyvan altíð til. Men vit eiga at vera opin fyri, hvussu tað verður gjørt aðra­staðni. Hetta kundi ivaleyst verið gjørt betur, men hendan nýggja lógin er ein ríkislóg og ein bati, í mun til tað vit hava nú, sigur Jacob Vestergaard, sum væntar stóra undirtøku í Løgtinginum fyri ríkis­ lógartilmælinum. Men nakra yvirtøku av familju­ rættar­økinum, so føroyingar sjálvir kunnu smíða lógir um foreldramyndugleika, skulu vit sum nevnt ikki vænta í bræði, tí tað hevur samgongan ongar ætlanir um. Í danska Familju- og brúkaramálaráðnum arbeiða tey í løtuni við at orða eina nýggja lóg um for­ eldra­myndugleika. M.a. verður skotið upp, at fólk, ið verða mett egnað sum foreldur, ikki skulu missa for­eldra­­myndug­ leikan. Tað kunnu tey har­afturímóti í upp­skotinum, sum Landss­týrið ætlar at leggja fyri Løgtingið FORELDRA­ MYNDUGLEIKI Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Hóast Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur við Sosialin, at ætlanirnar um at seta nýggja lóg í gildi um foreldramyndugleika í Danmark, bert eru “polit­iskt tos”, so verð­ur í løtuni sambært Malene Vestergaard, spesial­konsu­ lenti í danska Familju- og brúkaramálaráðnum, arbeitt við hesum í løtuni í ráðnum. M.a. var ein væl mannaður arbeiðsbólkur settur av danska familjuráðharranum í mars í fjør, har hægsta­ rættardómarin Per Walsøe er formaður. Uppgávan hjá bólkinum var, at “over­ veje, om reglerne om for­ ældremyndighed og samvær (sum Landsstýrið at ætlar at leggja fyri Tingið, blðm.) er tidssvarende, samt om de i tilstrækkelig grad sikrer varetagelsen af barnets interesser og behov”. Í mai í ár gav bólkurin út álitið ”Barnets perspektiv”, har m.a. hesi vandamál verða tikin upp í lógini frá 1995, sum føroyingar ætla at seta í gildi, og Malene Vestergaard upplýsir, at í løtuni situr ráðharrin Lars Barfoed saman við em­bætisfólki og orðar lógar­uppskotið, sum vænt­ andi verður viðgjørt í Fólkatinginum í november. Bólkurin hevur skrivað eitt tilmæli til nýggja lóg, men almenningurin hevur ikki atgongd til lógarfyrireikandi arbeiði, og tí er ikki greitt, um ráðharrin velur at leggja júst hetta lógaruppskotið fram. Malene Vestergaard upplýsir, at tað serliga er uppskotið um at døma fólk, ið eru egnað sum for­ eldur, at hava felags for­ eldramyndugleika eins og svensk og norsk lóg heimilar, ið kann elva til politiskt í kjak. Hetta ber ikki til í Danmark, sum nú er, tí felags foreldramyndugleiki er bert møguligur, um for­ eldrini eru samd. Vit prenta nøkur av kritikkpunktunum, sum bólkurin setir fram í álitinum ímóti núverandi donsku lógini, ið Landsstýrið ætlar at seta í gildi fyri Føroyar. – Rættarskipanin best til at avgera foreldramyndugleika Nýggj donsk lóg ávegis …Børneperspektivet fremgår i øvrigt ikke tilstrækkeligt tydeligt af lovreglerne og kommer heller ikke klart nok til udtryk i myndighedernes praksis. Særligt i forhold til reglerne om forældremyndighed er det blevet anført, at disse ikke altid sikrer barnet et ligeværdigt samvær og dermed barnets krav på begge sine forældre. Det er endvidere blevet kritiseret, at forældre – især fædre – der fuldt ud er egnede til at tage sig af deres børn, fratages forældreansvaret, når der anlægges retssag om ophør af fælles forældremyndighed…(s. 12) ... Der er ikke i dag adgang til at fastsætte samvær mellem barnet og andre personer, der har nær tilknytning til barnet, f.eks. stedforældre, bedsteforældre eller søskende. Lovgivningen i en række europæiske lande giver en sådan mulighed for at fastsætte samvær…(s. 14) …Udvalget mener endvidere, at hensynet til barnets bedste må indebære, at barnets selv inddrages, i det omfang alder og modenhed tilsiger det, og at barnets perspektiv i en konkret sag i øvrigt søges i ”øjenhøjde”. Det bør være et lovfæstet princip, at hensynet til barnets egen mening altid skal indgå…(s. 21) …Udvalget mener, at børn altid bør have mulighed for at komme til orde vedrørende forhold, der berører deres liv. Det afgørende bør ikke være børnenes alder og modenhed, men måden man inddrager dem på…(s. 22) …Udvalget har imidlertid overvejet – efter norsk forbillede – om der bør indføres en ny regel i retsplejeloven, hvorved retten kan udpege en børnesagkyndig til at deltage i et forberedende retsmøde…(s. 24) …Det er flertallets opfattelse, at det ikke alene bør være afgørende for spørgsmålet om fælles forældremyndighed, at den ene forælder ikke ønsker, at den anden forælder har del i forældremyndigheden. En mulighed for at dømme til fælles forældremyndighed, selv om den ene forælder ønsker forældremyndigheden alene, kan føre til, at et samarbejdspotentiale kommer frem i lyset og må antages at føre til, at flere konflikter løses mellem forældrene…(s. 26) …Når forældrene flytter fra hinanden kommer ca. 9 ud af 10 børn til at bo sammen med deres mor alene til dagligt… (s. 247) Um danir broyta sína lóg, so er eingin forðing fyri, at vit um 1 ár ella 2 endurskoða lógina, SIGUR Jacob Vestergaard