mikudagur 9. august 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 9. august 2006
7
tíðindi
4. flokkur hevur
í ár enskt
Á Venjingarskúlanum í Tórshavn er Fríðhildur Didriksen
lærari í enskum hjá 4. flokki. Hetta er sum sagt fyrsta
ferð, at 4. flokkur hevur enskt. Fríðhildur er væl nøgd
við føroyska tilfarið, sum er gjørt til undirvísing. Tað er
Una Poulsen, lærari, sum hevur gjørt hesa útgávurøðina
við heitinum Mandy on Holiday.
- Tilfarið sær sera spennandi út. Nú havi eg ikki roynt
tað enn í undirvísing, men tað sær spennandi út og eg
gleði meg at fara í gongd. Hetta fer at vera grundtilfarið,
sum vit fara at brúka, heilt sikkurt. Tilfarið í “Mandy on
Holiday” er lesibók og sangir. Slíkt tilfar skuldi eisini
verið gjørt til lærugreinina danskt, haldi eg.
Meiri undirvísingartilfar liggur eisini á heimasíðuni,
hjá Føroya Skúlabókagrunni, sum mann kann brúka í
enskum, sigur Fríðhildur Didriksen.
4. flokkur fer at hava tveir tímar av enskum á
tímatalvuni. Og tað fer at snúgva seg um at føra børnini
inn í eina uppliving av enska málinum, ein innleiðing.
jj
Mánadagin, 14.
august, byrja 687
børn í 1. flokki kring
landið. Og 4. flokkur,
við 754 næmingum,
skal fyri fyrstu ferð
fáa undirvísing í
enskum – í hesum
sambandi er føroyskt
undirvísingartilfar
útkomið
SKÚLABYRJAN
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Sosialurin prátaði stutt
við
stjóran
á
Argja
skúla, Marjun Holm, um
skúlabyrjanina 2006.
Verða hesi børnini, sum
nú byrja í 1. flokki, tikin
fram um hini nú tey skulu
PISA-kannast í 2015?
- Nei, har verður eingin
broyting. Vit hava tað
somu játtanina at arbeiða
við – hendan skúlabyrjanin
verður sum í fjør. Tað
verður sum undanfarin ár.
Tó er ein broyting fyri
4. flokk og 5. flokk. Tey í
4. fara, sum fyrsti føroyski
4. flokkur, at hava enskt.
5. flokkur skal hava fleiri
tímar í enskum.
Skúlastjórin á Argja Skúla
heldur, at móðurmálið skal
styrkjast. Føroyskt skal
fáa hægri raðfesting, tað
skuldi fingið status sum
móðurmál. Innihaldið kundi
verið meiri fjølbroytt.
- Mann skuldi undirvíst
í føroyskum, sum tað
veruliga var eitt móðurmál.
21 børn fara í 1. flokki
á skúlanum á Argjum. Og
spurningurin er um hesi
børnini fara at fáa meiri
undirvísing í føroyskum,
nú hetta m.a. hevur verið
frammi í politiska orða
skiftinum.
Búi Dahl lærari í føroysk
um hjá 2. flokki. Honum
dámar væl, at mann í polit
iska orðskiftinum tosar um
at raðfesta føroyskt hægri
enn gjørt hevur verið fyrr.
Hann nevnir sum dømi,
at donsku skúlabørnini
hava uml. 10-12 tímar
um vikuna av føroyskum,
meðan okkara børn hava 7
tímar.
Hann hevur verið lærari
á Argja skúla í fýra ár. Í
fjør var hann lærari hjá tí
1. flokkinum, sum nú fer í
2. flokk.
Hann er rættiliga væl
nøgdur við undirvísing
artilfarið, sum er ætlað
teimum fyrstu flokkunum,
í lærugreinini føroyskt.
Millum lærugreinarnar eru
onnur fak verri fyri enn
føroyskt, heldur Búi.
- Føroyskt er ikki ring
ast fyri, tá ið vit práta um
tilfar til teir fyrstu flokk
arnar, haldi eg sjálvur. Har
eru bókarøðin “Hervør og
Høgni” fyri fyrstu flokk
arnar, sum hevur arbeiðshefti
við, og tað er gott at arbeiða
við. Tilfarið kundi kanska
verið meiri fjølbroytt, um
eg skal finnast at onkrum í
tilfarinum.
Fyrr í vikuni var skrivað
um at samstarvið millum
dagstovn og skúla kundi
verið gjørt ella skipað betri.
Hesum er Búi samdur í.
- Jú, tað mann átti at fingið
formaliserað samstarvið.
Tað kann gerast betri, tað
er kanska ov stirvi, haldi
eg. Har er lítið samband
í tí dagliga, børnini frá
dagstovninum koma at vitja
áðrenn skúlabyrjan. Men
tað tykist, sum tey eru væl
fyrireikaði, tá ið tey koma í
fyrsta flokk.
jj
ÚTGÁVA AV UNDIR
VÍSINGARTILFARIÐ
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Landsstýrið og løgtingið
hevur gjørt av at meiri
enskt skal lærast í fólka
skúlanum.
Og
nú
fer
fyrsti føroyski 4. flokkur
at fáa frálæru í enskum.
Føroyskt undirvísingartilfar
er framleitt til hesar 4.
flokkarnar. Tað er Una
Poulsen, lærari, sum hevur
gjørt hesa útgávurøðina.
Tríggjar
bøkur
mynda
bókaheildina “Mandy on
holiday”, sum er ætlað 4.
flokki. Søgan um Mandy
fer fram í hansara heimbýi,
Poulton. Mandy kemur til
Føroya at halda frítíð, og
m.a. er hann við og sær eitt
grindadráp.
Í hesi útgávuni er skapað
ein heild av orð
um, myndum og
eisini ljóðum, ið
skal eggja og
stimbra næming
til
at
brúka
enska málið. Í
lesibókini
er
nevniliga fløga
við upplestri
av tekstunum
í
bókini,
soleiðis kann næm
uringin
eisini
heima
við hús hoyra tekstin á
enskum. Harafturat leggur
forlagið teldutøkt tilfar út
á netsíðuna www.fsg.fo”
www.fsg.fo til næmingar og
lærarar. Sum nú er, liggja
lærarabók og avritssíður
teldurtøkar til “Mandy
on Holiday”, siga tey av
Føroya Skúlabókagrunni í
tíðindaskrivi.
21 skúlabørn byrja í 1. flokki á Argjum í ár
Føroyskt undirvísingartilfar til enskt
Í skúlagarð
Næmingar av Argja skúla. 21 børn
fara í 1. flokki á skúlanum á Argjum.
Savnsmynd.
Mandy on holiday. Í hesi útgávuni er
skapað ein heild av orðum, litmyndum
og eisini ljóðum, ið skal eggja og stimbra
næming til at brúka enska málið. Í
lesibókini er nevniliga fløga við upplestri av
tekstunum í bókini
Mandy
við í
grind