Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 151 - 9. august 2006 tíðindi Føroyska veðrið má sær ráða – eisini tá talan er um ein tungan og vátan leygardag, tá mjørkin liggur yvir flogvøllinum í Vágum. - Neyðugt er at dagføra alla útgerðina á flogvøllinum, soleiðis at fylgjurnar av mjørkanum verða so avmarkaðar sum tilber, sigur stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge Flogferðsla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Flogvøllurin: Á flog­ vøll­inum var fullsett av fólki inni í terminalinum. Uttanfyri sótu fólk og bíð­ aðu eftir nærri boð­um um floglíkindini leygardagin. Og netsíðurnar á flog­vøll­ inum vórðu nógv vitjaðar henda dagin. Tað ringasta var helst eisini tað, at ein hvørki fekk vátt ella turt á flogvøllinum, tí alt slíkt var útselt. Fólk vóru bæði óð, móð, ørkymlað og irriterað, samstundis sum tey stóðu spyrjandi: Hvussu ber tað til at ein í 2006 ikki kann sleppa av landinum tá ein vil?! Orsøkin til alt hetta var tann nógvi mjørkin, sum legðist so tjúkkur yvir land okkara seinasta leygardag. Hetta tarnaði sum vera man flogferðsluni, og hetta var enn einaferð við til nógv eykaarbeiði hjá teimum sum hava við flogferðsluna at gera. Ein teirra sum veit alt um hesar trupulleikarnar er Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi. Trupulleiki teirra var, hvat teir í víðu verð skuldu gera við øll hesi hundraðtals ferðafólkini eitt slíkt leyg­ arkvøld, tá klokkan er farin at nærkast midnátt. - Hetta var einki minni enn ein undantaksstøða, sigur Magni Arge. Ikki tíðarhóskandi Fyri stjóran í Atlantsflogi er eingin ivi um, hvør orsøkin er til hesa støðuna – ella hesar støðurnar! – sum endurtaka seg oftari og oftari: Trupulleikin er stutt sagt hann, at alt kervið rundan um flogvøllin er ikki tíðarhóskandi longur. Terminalurin varð bygdur í eini tíð, tá bert eittans flogfar røkti flúgvingina úr Føroyum. Hotellið er longu um 30 ára gamalt, og mong onnur viðurskifti gera sítt til, at umstøðurnar har ikki eru nøktandi, tá serligar umstøður gera seg galdandi. Og slíkar umstøður gjørdu seg so avgjørt galdandi farna vikuskiftið! Samstundis við henda veruleika kann ein bara staðfesta, at síðani tá er flogferðslan til og úr Før­ oyum fleirfaldað, meðan umstøðurnar til avgreiðslu av ferðafólkunum at kalla eru tær somu. Hetta vil so aftur siga, at ein trupulleiki við vána­ ligum floglíkindum í dag við fleiri flogfeløgum og fleiri flogførum er nógv meiri umfatandi enn hann var fyri tríati árum síðani við bert einum flogfari. - Fyri okkum eru fløsku­ hálsarnir tann størsti trupulleikin tá mjørki er í Vágum. Tað krevur eitt stórt arbeiði at stýra flogferðsluni og teim ferðandi, tá ein hevur flogfør standandi bæði í Danmark, Noregi, Íslandi og Bretlandi og við bíðandi ferðafólkum herheima. Kostnaðarmikil loysn Magni Arge eftirlýsir eina ætlan fyri, hvussu ein skip­ar viðurskiftini kring flog­vøllin undir slíkum um­støðum sum vóru um viku­skiftið. Staðfestast kann stutt, at stuðulsapparatið er ikki nóg gott. Hetta skapar stóra ónøgd hjá ferðafólkunum sum ikki vita, nær tey sleppa avstað, og hjá teimum sum skulu taka ímóti teim vitjandi. Loysnin uppá hesar trupulleikar er sambært Magna Arge rættiliga einfald, men er hinvegin sera kostnaðarmikil: Tað ræður um at hækka regularitetin og at minka um vansarnar tá flogferðslan er tarnað orsakað av mjørka. Rættast er at útbyggja verandi flogvøll við teim bestu tólunum sum finnast. Neyðugt er somuleiðis at fáa hendur á teim allarbestu observasjónunum av veðr­ inum, og at fáa hesar fráboðaðar skjótast tilber, soleiðis at møguleikin økist hjá flogførunum at verða á røttum stað til røttu tíð, tá glottarnir eru – tí tað eru altíð onkrir glottar. - Tí, sum Magni tekur til: - Kundu vit avgreitt eini 2-3 flogfør ein slíkan mjørkadag, hevði dagurin næstan verið bjargaður! Serliga óheppið varð tað at so nógv flogfør og ferðafólk eftir ætlan skuldu koma og fara leygar­dagin – bæði vanlig ferðafólk, lesandi og ein hópur av tónleikarum frá Summarfestivalinum. - Hetta líkist eini undan­ taks­støðu. Ein slíkan dag er neyðugt at kalla inn alt eykafólkið, sum fáast kann fatur á. - At eingin matur er eftir og fólk ikki kunnu fáa sær ein kaffimunn, meðan tey bíða, - tað kann ein ikki bjóða teim ferðandi í 2006, slær hann fast. Hansara hugsan er, at eig­ arin og leiðslan fyri flog­ vøllin eiga at átaka sær størri skyldur í arbeiðinum at loysa teir trupulleikarnar sum taka seg upp innan til dømis kunning, flutning, matgerð og innivist, tá veðrið forðar allari flúgv­ ing. Útgerðin má dagførast Eitt slíkt vikuskifti við mjørka kemur helst hugsanin fram um ein alternativan flogvøll í Føroyum. Onkur vil kanska halda, at ein eigur at steðga menningini av verandi flogvølli, og ístaðin nýta alla orku at fáa hin flogvøllin framdan í verki skjótast gjørligt. Hesum er stjórin í Atlantsflogi ikki samdur í. Tí, sum hann sigur: - Vit hava bíðað nóg leingi eftir eini menning av flog­ vøllinum í Vágum. Á flogvøllum kring heim­ in verður stór orka løgd í at dagføra alla útgerð og allar skipanir, so trygd og regularitetur verða so góð og høg sum gjørligt. Hetta eiga føroyingar eisini at gera, fyri at minka um ampan av óreglusemi í sambandi við mjørka. Magni vísir á, at ætlanirnar um ein tiltaksflogvøll í Før­ oyum liggja langt frammi. Tí er neyðugt at verandi flogvøllur allatíðina verður mentur samsvarandi krøv­ unum í dag. Eitt dømi um hetta er tann sonevndi glíðivinkulin sum flogskiparar nýta í samband við innflúgvingina til Vága Floghavn. Hesin hevur ligið klárur í eini 10 ár, men er enn ikki settur til. - Hetta er einki minni enn ein katastrofa. Eg haldi at vit hava bíðað nóg leingi eftir hesum. Tí er eingin orsøk at bíða í 10 ár aftrat eftir hesum, slær hann fast. – Minti mest um eina undan Ferðafólk í Vágum standa spyrjandi, hví ein í 2006 ikki kann sleppa av landinum tá ein vil (Savnsmynd) Ferðafólk í Vágum standa spyrjandi, hví ein í 2006 ikki kann sleppa av landinum tá ein vil (Savnsmynd)