mikudagur 9. august 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 9. august 2006
tíðindi
Bjarni Djurholm
heldur ætlanina hjá
Finn Helmer vera so
áhugaverda, at hon
ikki bara kann fara
aftur við borðinum,
og tí fer hann í
næstum at tosa við
Føroya Tele um málið
BREIÐBAND
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Eins
og
Føroya
Tele
var
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður í vinnu
málum, á einum fundi
saman við Finn Helmer, tá
hann vitjaði her í summar.
- Vit høvdu ein sera
áhugaverdan fund og Finn
Helmer hevði eitt ógvuliga
spennandi upplegg, um
hansara
10
gibabitnet
ætlanir.
-
Tankin
aftanfyri
10 gigabitnetið er sera
spennandi og tiltalandi,
og hugskotið er rættiliga
serstakt, heldur Bjarni
Djurholm,
sum
eisini
sigur, at talan er um eina
so spennandi ætlan, sum
ikki kann fara aftur við
borðinum uttan at verða
tikin upp og viðgjørd.
Kortini er tað hansara
meting, at tað er lítið
sannlíkt, at landið sjálvt fer
inn í eina verkætlan sum
hesa.
- Her er so nógv annað
virksemi í gongd, so sum
skúlar, tunlar, sjúkrahús
og so framvegis, men ein
møguleiki kundi verið, at
Føroya Tele, sum landið
eigur ein part av, fer inn í eina
slíka verkætlan sum hesa,
sigur landsstýrismaðurin í
vinnumálum.
Spurdur beinleiðis um,
hvat hansara næsta stig
verður, er svarið hetta:
- Næsta stig okkara
verður so at samskifta við
Føroya Tele, tí her er ein
rúgva at taka upp og sum
vit mugu fáa greiði á, sigur
Bjarni Djurholm at enda.
Stjórin í FT-samskifti,
Richard Mortensen,
váttar fyri Sosialinum
í dag, at teir í summar
hava havt ein fund
við Finn Helmer, men
hann vil ikki kom inn
á staklutir í málinum
BREIÐBAND
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í samrøðuni við Finn
Helmer í blaðnum í gjár,
um hansara ætlanir hansara
um at leggja 10 gigabitnet
út í hvørt heim í Føroyum,
kom fram, at Finn Helmer
millum annað hevði verið á
fundi við Føroya Tele.
Hesum
kann
stjórin
í FT-samskifti, Richard
Mortensen, eisini vátta fyri
blaðnum í dag:
- Jú, tað er rætt at vit
høvdu ein óformellan fund
við Finn Helmer fyrr í
summar. Vit taka altíð væl
ímóti gestum, ið koma, og
tað gjørdu vit eisini við
Finn Helmer, sum vit høvdu
ein áhugaverdan fund við,
sigur Richard Mortensen.
Hann vil tó ikki koma
nærri inn á, hvat teir tosaðu
um á fundinum og hvat
Føroya Tele annars heldur
um ætlaninar hjá Finn
Helmer, um at leggja 10
gigabitnet í hvørt heim í
Føroyum.
- Vit hava ikki aðrar
viðmerkingar
til
málið
beint nú, er hansara svar, tá
hann verður spurdur til hesi
viðurskifti í málinum.
Ein loysn uppá
trupulleikan við
flogferðsluni
farna vikuskiftið
hevði verið ein
tiltaksflogvøllur.
Hendan hevði ein
kunna tikið til og
gjørt nýtslu av, tá
veðrið soleiðis spælir
okkum eitt puss.
- Men sannleikin er
jú, at vit hava einki
slíkt alternativ í
dag. Tí er føroyska
flogferðslan so
sárbar, sigur stjórin í
Atlantsflogi.
Flogferðsla
Snorri Brend
Í øðrum londum hava tey
fleiri flogvøllir at taka til.
Har kunnu tey lættliga
flyta ferðafólkini millum
vøllirnar
við
ferjum,
tokum og á annan hátt um
tað gerst neyðugt.
- Men her hjá okkum
steðgar alt upp. Hetta síggi
eg sum eitt vandamál, slær
hann fast. Verandi støða er
nevniliga ikki nøktandi í
framtíðini.
Hetta síðsta hava ikki
minst fyriskipararnir av
festivalunum í summar
fingið at sanna. Teir hava
í øllum førum skilt tað
lívsneyðuga í at hava ein
høgan regularitet á landsins
einasta flogvølli!
Til og úr Føroyum
Um vikuskiftið var enn ein
tónleikafestivalur, og tá
mjørkin legðist yvir landið
leygardagin máttu teir
broyta og tillaga skránna
í rættiliga stóran mun, tí
floglíkindi ikki vóru.
Her vóru talan um
rættiliga kend nøvn sum
tað hevði eydnast fyri
reikarunum at koma henda
veg at spæla. At talan var
um kend nøvn ger so aftur
tað, at tónleikahugaðu
áhoyrararnir í Klaksvík
fingu kunnleika og gjørd
ust ikki minst tilvitað um
støðuna,
sárbarheitina
og trupulleikan hjá flog
ferðsluni í dag.
Fyri
fyriskiparar
av
festivalinum kann tað tí
í framtíðini gerast trupult
– fyri ikki at siga ógjørligt
– at fáa kend nøvn til
Føroya.
Eitt er at tað kann gerast
trupult at fáa tey kendu
nøvnini
TIL
Føroya.
Men
trupulleikin
er
eisini at tey ikki er vís
í at sleppa ÚR Føroyum
aftur, tá tey skulu. Hetta
upplivdi
høvuðsnavnið
á
Summarfestivalinum
– bólkurin The Rasmus
– tá teir ikki sluppu av
landinum sum ætlað. Av
hesi orsøk var neyðugt hjá
teimum at avlýsa eina aðra
konsert um vikuskiftið.
- Slíkt kostar pening og
slíkt kostar eisini prestisju.
Og tá tosa vit jú bert um
kend nøvn innan tónleik.
- Men fyri framtíðar
Føroyar sum ferðamanna
land í samband við eitt
nú ráðstevnur og líknandi
er tað umráðandi, at vit
gera alt sum hugsast kann
fyri at minka um árinið
frá mjørka og vaksa um
regularitetin á tryggum
grundarlagi, slær Magni
Arge fast.
ntaksstøðu
Bjarni Djurholm um 10 gigabitnet:
Vit fara at tosa
við Føroya Tele
Richard Mortensen, stjóri FT samskifti:
- Vit høvdu ein
áhugaverdan
fund við Helmer
Kostar pening og prestisju
- At eingin matur er eftir og
fólk ikki kunnu fáa sær ein
kaffimunn, meðan tey bíða,
- tað kann ein ikki bjóða
teim ferðandi í 2006, slær
stjórin í Atlantsflogi, Magni
Arge fast
“
Eitt er at tað kann
gerast trupult at fáa
tey kendu nøvnini
TIL Føroya. Men
trupulleikin er
eisini at tey ikki er
vís í at sleppa ÚR
Føroyum aftur, tá
tey skulu.