mikudagur 9. august 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 151 - 9. august 2006
Fátt er sum faðir- einki er sum móður, sigur
eitt gamaltføroyskt orðatak. Tað er henda
lívsáskoðan, sum hevur verið støðið undir
gomlu ríkislógini um foreldramyndugleika.
Henda lóg gevur mammuni foreldramyndug
leikan, um foreldrini ikki eru gift. Tað er lítil
ivi um, at tíðin er farin frá hesari lóggávu.
Tíðin er eisini farin frá revsirættinum, ið
sambært galdandi lóg gevur foreldrum rætt
at sláa børn síni.
Landsstýrið hevur í løgmansrøðuni boðað
frá, at æltanin er at leggja galdandi donsku
lóg um foreldramyndugleika fra 1995 fyri
løgtingið, og skal henda lóg geva meira
javnstøðu millum pápa og mammu í málum
um foreldramyndugleika. Men nú er komið
fyri dagin, at henda lóg ikki tá ið samanum
kemur, javnsetir bæði foreldur. Atfinningarnar
byggja á úrslitini av rættarmálum, har mamm
urnar vinna flest mál. Vit loyva okkum at
halda, at tað, sum altíð eigur at viga mesta, er
atlitið til barnið. Tann avgerð, ið er best fyri
barnið, eigur altíð at vera altavgerandi, og
eigur øll lóggáva at hava hetta fyrilit.
Um tað hinvegin er nakað um, at 1995 lógin
ikki virkar, sum upprunaliga ætlað, og danska
stjórnin er á veg við eini nýggjari lóg, sum
verður meta at vera gagnligari fyri allar
partar, serataklioga barnið, so er einki forgjørt
í at bíða eitt sindur. Vísir tað seg, at henda
komandi lógin er betur hóskandi til okkara
viðurskifti, so eigur hon at verða sett í gildi
í Føroyum. Hinvegin kunnu vit ikki bíða alt
ov leingi, tí verandi lóg er púra óhóskandi, og
tað hevur veruliga skund at fáa sett bann fyri
at sláa børn. Her má berast skjótt at. Kannast
má, nær nýggja lógin kemur og so er at hava
ríkislógartilmælið um føroyska gildiskomu
klárt í somu løtu. Men myndugleikar mugu
í øllum hesum ikki gloyma tað, sum er og
verður altumráðandi, og tað bert er tað, ið
gagnar barninum mest, ið eigur at liggja til
grund fyri avgerð um foreldramyndugleika.
Sosialurin
Tað sum gagnar
barninum
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Nú tað aftur verður tosað
um felags foreldramynd
ugleika, har bæði mamman
og pápin skulu hava felags
avgerðarrætt yvir barninum,
fari eg at koma við nøkrum
hugsanum, eg havi gjørt
mær hetta 10-ára skeiðið,
ið er gingið, síðan eg bleiv
fráskildur. Eg haldi, at vit
skulu hugsa okkum øgiliga
væl um, áðrenn vit nerta
við verðandi lóg.
Vit mugu minnast til, at
tað er eitt viðbrekið evni
vit tosa um, og eg hugsi
ikki um moral ella etik,
men um børnini! Børnini
verða tey, ið tað svíður
harðast hjá. Eg hugsi ikki,
at tá talan er um felags
foreldramyndugleika,
at
tørvurin hjá børnunum
stendur fremst í huganum
hjá fólki. Hvat ólukkan
hevur ein lógarvending at
siga fyri eitt barn?? Børnini
vilja hava bæði foreldrini
saman, og eitt barn skilir
ikki ein lógartekst. Barnið
Kollafirði
Sofus K.
Joensen
Framhald á næstu síðu
Tað er ein hóttan móti
fólkaræðinum, tá ein
løgtingsmaður ferð
eftir ferð setir fram
ósannar skuldsetingar
móti fjølmiðlum og
fjølmiðlafólki
Í Sosialinum mánadagin
hevur Finnur Helmsdal,
løgtingsmaður fyri Tjóð
veldisflokkin eitt aftur
savar upp á eina odda
grein í Sosialinum í síðstu
viku.
Oddagreinin
var
ein reaktión upp á skuld
setingar,
framsettar
av
Finni Helmsdal á løgtingi
í sambandi við umrøðuna
av ólavsøkurøðu løgmans,
har hann segði, at »fleiri
tjóðveldisfólk hava verið
útihýst í Sosialinum í fleiri
ár«. Hann vil vera við, at
vit her á blaðnum beinleiðis
úthýsa lesarabrøvum og
viðmerkingum frá ávísum
tjóðveldisfólkum, t. d. Finni
Helmsdal sjávlum.
Eftirsum at eg eri blað
stjóri á Sosialinum, so havi
eg rættiliga stórt innlit í,
hvussu vit handfara slíkt
her á blaðnum. Og eg kann
vátta, at tað er beinleiðis
lygn, sum Finnur Helmsdal
førdi fram – og sum hann so
ofta áður hevur ført fram.
Eg fari at biða Finn
Helmsdal spyrja onnur
tjóðveldisfólk,
um
tey
kenna trupulleikan. Spyr
formann Høgna, um hann
kennir seg tilsíðissettan ella
útihýstan úr Sosialinum.
Spyr Hergeir, spyr Heidi,
spyr Páll, spyr Tobba, spyr
Karsten, spyr Annitu, ella
spyr Jógvan Arge ella Leiv
Hansen. Spyr tey, um tey
kenna tað sama sum tú, at
ávís tjóðveldisfólk ikki fáa
síni lesarabrøv í Sosialin!
Vit eru menniskju eins
og tú Finnur! Eg skilji á
lagnum, at tú følir, at vit
gjørdu tær órætt í maimánað
í 1998. Júst hatta málið
minnist meg ikki. Men tað
kann væl vera, at vit hava
gjørt ein feil. Tað hendir hjá
okkum, eins væl og hjá tær,
Finnur, tí tú gert eisini tínar
feilir, minst til tað!
Um so er, at vit hava
gjørt tær órætt einaferð, so
er tað ikki vist, at hetta er
ein tilvitað gerð, beinleiðis
rættað móti Finni Helmsdal
til tess at útihýsa tær úr
Sosialinum.
Fyri at siga tað akkurát
sum tað er, so kundi tað
ikki fallið okkum inn at
gjørt slíkt. Ikki ein gong
í móti tær, Finnur, tó at
tú fert so illa við okkum í
leiðsluni á Sosialinum og
annars sker starvsfólkini á
blaðnum yvir ein kamb.
Kringvarpið visti í gjár
at siga, at Danmark er tað
landið í heiminum, har
fjølmiðlarnir hava størsta
frælsi. Eg vildi ynskt, at so
eisini var í Føroyum, men
við politikarum sum tær, so
er pressufrælsið í stórum
vanda. Tú ert tilfeldigvís
løgtingsmaður. Tað merkir,
at tú telist millum lógar
smiðirnar. Tá slík fólk
soleiðis í tíð og ótíð leggja
eftir fjølmiðlunum og fjøl
miðlafólkum – fólkum
sum geva sítt íkast fyri fjøl
miðlarnir dag og dagliga
og soleiðis gera sítt til at
uppihalda fólkaræðinum, so
er veruligur vandi á ferð.
Eg haldi sjálvur, at tað
er nokso langt úti, at tú
ikki ein gong kanst ringja
á Sosialin og spyrja, um vit
hava gloymt eitt lesarabræv
ella røðu hjá tær í 1998,
heldur enn ferð eftir ferð
at leggja eftir okkum og
leggja okkum undir líkt
og ólíkt. Faktiskt er hetta
nokso primitivt, serliga tá
havt verður í huga, at tú
ert løgtingsmaður. Og at
tú segði ósatt í tinginum
hendan dagin, tað prógvar
tú jú sjálvur, tá tú sigur,
at »seinastu árini havi eg
tí bert sent Dimmalætting
og Oyggjatíðindum greinar
mínar...«. Hvussu skulu vit
útihýsa tær, tá tú ikki sendir
okkum tínar greinar???
Og so tosar tú um at vera
persónligur! At niðurgera
teg persónliga! Álvaratos,
Finnur Helmsdal. Tú hevur
sjálvur feliri ferðir niðurgjørt
okkum á Sosialinum – eisini
okkara persónligu fíggjar
ligu viðurskifti hevur tú
niðurgjørt. Tað haldi eg
vera nokso langt úti, serliga
tá man hevur so lítið innlit
í slík víðurskifti, sum tú
hevur víst at tú hevur.
Ikki tí, Finnur. Eg haldi,
at eg kenni teg nokso væl,
og tí perlar øll hendan
sinnisrørslan hjá tær av
mær rættuliga skjótt. Men
eg haldi kortini, at hetta
er nokso primitiv. Tú ert
trods alt løgtingsmaður, so
tú burdi havt størri format.
Men eg skilji, at ein ávís
hending í 1998 – altso fyri
átta árum síðani, hevur
hildið sinni tínum í kók
síðani – at tú ert meira
ímintur, enn eg hevðí ímynd
að mær!
Men míni ráð góði Finn
ur: Gang í teg sjálvan, hygg
í spegilin... og spyr teg
sjálvan:
- Kunnu slíkir menn
byggja land?
P. S. Finnur Helmsdal skal
hava ta rós, at hann í nógvar
mátar er ein skilagóður og
dugnaligur politikari. Um
onkur fær ta fatan, at mær
ikki dámar persónin, so er
tað als ikki so, tí Finnur
Helmsdal er í nógvar mát
ar ein hampamaður. Trupul
leikin er bara tær einoygdu
brillurnar, sum hann átti at
lagt frá sær einaferð med
alla. Tað hevði gagnað
honum bæði persónliga og
politiskt!
Hygg í spegilin Finnur Helmsdal!
Felags/ikki felags foreldramyndugleiki
blaðstjóri á
Sosialinum
Eirikur
Lindenskov