Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 9. august 2006 11 2. partur Hesin seinní partur skal snúgva seg um tey høvuðs­ mál, sum vit hava sett á skránna fyri hetta nýggja tingárið. Visjónir, mál og mið fyri vælferð Eitt stórt arbeiði við visjón 2015 um vælferð fór ígongd síðsta vetur í 12 ymiskum arbeiðsbólkum á almanna- og heilsuøkinum. Í juni vóru gjørdar fyribils niðurstøður, og í oktober koma endalig tilmæli. Hetta er nýskapandi arbeiði um vælferðarpolitiskar vi­sjónir, mál og mið. Okkara væl­ ferðarsamfelag stendur fyri stórum avbjóðingum. Tað er m.a. tað fíggjarliga trýstið, sum alheimsgerðin leggur á búskapin, og tey vaksandi krøvini hjá ein­ staklingum, familjum og arbeiðsmarknaði til muna­ góðar og smidligar væl­ ferðartænastur. Hetta setir stór krøv til politisku skip­ anina, men ein kós er nú løgd, og á flestu økjum eru grundleggjandi stevnumið orðað, so at vælferðin hjá øllum føroyingum kann verða betri tryggjað og ment. Í visjónsarbeiðinum fyri almanna- og heilsuøkið fram til 2015 verður fyri fyrstu ferð orð sett á, hvussu vit vilja skipa og menna vælferðarsamfelag okkara í framtíðini – eisini á økjum, har politisk mál og mið ongantíð áður eru orðað um vælferðarmál í langtíðarhøpi. Familjupolitisku átøkini Millum ítøkiligu ætlaninar eru fyrst at nevna familju­ politisku átøkini, sum skulu fremjast í felag av landsstýrismonnunum í almanna- og heilsumálum, í fíggjarmálum og í menta­ málum: 1. Tímalønt heima hjá sjúkum børnum: í sam­ráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum fara vit at leggja uppskot fram um at tímalønt fáa endurgjald fyri lønarmiss fyri at kunna vera heima hjá sjúkum børnum tveir teir fyrstu dagarnar 2. Barnastuðul: Vit fara at gera eina nýggja skipan við barnastuðli, við at barnafrádrátturin í skattinum verður lagdur um til eitt stuðulsútgjald 3. Hækkaður barna­ stuð­ul: Forsyrgjarar í trong­um korum skulu kunnu fáa ein hækkaðan barnastuðul 4. Bíligir bústaðir: Gongd­ in á bústaðar­mark­nað­ inum skal vendast við nýggj­ari lóggávu um luta­íbúða­feløg og broyt­ ingum í mvg- og rentu­ stuðulslógini, so ungar familjur kunnu seta búgv fyri ein lítlan part av tí ovurdýra kostnaðinum fyri eigaraíbúðir og set­ hús 5. Barnsburðarfarloyvi fyri lesandi skal skipast 6. Stuðulin til lesandi for­ syrgjarar skal betrast 7. Ráðgevandi toymi fyri kvinnur skal setast á stovn, bæði í samband við barnsburð, møguliga fosturtøku og fyri ungar mammur í truplum um­ støðum Eldrapolitisk átøk Eisini eldrapolitisku átøkini skulu fremjast í felag av landsstýrismonnunum í almanna- og heilsumálum, í fíggjarmálum og í menta­ málum: 1. Samhaldsfasti: vit fara nú á triðja ári at fremja møguleikan fyri munandi hækking sam­ haldsfasta – einar 800 kr. nú 1. jan. 2007 - um­framt hækkingina uppá tilsamans 500 kr., sum longu er gjøg­num­ førd tvey tey undan­ farnu árini. Saman við reguleringini av fólka­pen­ sjón­ini fara fólka­pen­sjon­ istar uttan aðra munandi inntøku tá at fáa um 9.000 kr. mánaðarliga fyri støk og um 15.000 kr. mánaðarliga fyri hjún 2. Eftirlønarreformurin: hækk­ingin av Sam­halds­ fasta fer bæði at styrkja inntøkugrundarlagið hjá pensjonistunum her og nú, og fer eisini at leggja eitt gott støði undir eftirlønarreformin, sum verður lagdur fram seinni í ár 3. Olju­kostnaðar­hækk­ ingarnar: til tess at bøta um tær stóru olju­ kostnaðar­hækk­ingarnar er ætlanin at hækka ser­ ligu viðbótina til ávísar pensjonistar 4. Ókeypis vaksinatión: sum eitt serlig eldra- og fólkaheilsupolitisikt átak er ætlanin at bjóða øllum fólkapensjonistum tilboð um ókeypis vaksinatión móti influensu ella bein­ krími 5. Orku- og bjálvingar­ stuðulslán: í samband við at tann óvirkni Húsa­ lánsgrunnurin verður tikin av og nýtt alment bústaðarpartafelag verð­ ur sett í staðin, fer at verða møguligt at veita avdráttarfrí orku- og bjálvingarstuðulslán til pensjonistar í egnum hús­um. 6. Røktarpláss: í samstarvi við kommunurnar verður nú fari undir at fremja tað stóra takið at nøkta tørvin á eldrabúplássum á røktarheimum og eldra­ sambýlum kring landið 7. Alternativar eldra­íbúð­ ir: við nýggju bú­stað­ arlóggávuni verða skapt­ ir nýggir karmar fyri at byggja alternativar eldraíbúðir fyri ein nógv lægri kostnað enn í dag, so vit eisini kunnu fáa eitt størri umskifti á bústaðarmarknaðinum Rehabilitering og rúm­ ligur arbeiðsmarknaður Eitt triðja høvuðsøki, har vit fara at seta serlig átøk í verk, er umstøður hjá fólki við skerdum førleika fyri styttri tíð ella varandi. • Rehabiliteringsskipan fyri Føroyar: ætlanin er at fremja eina serliga verkætlan, sum komandi summar skal føra til eina nýggja føroyska rehabiliteringsætlan, um hvussu vit skulu betra um og skipa neyðug við­gerð­ar­tilboð um upp­ afturvenjing kring alt landið, og samskipa tey við viðgerðir uttanlands • Rúmligur arbeiðs­ mark­n­aður: Vit fara eis­ini undir eina serliga verk­ætlan, sum við pro­ aktivum tiltøkum skal skapa ein rúmligari arbeiðs­marknað, so at fólk við avmarkaðum ar­beiðs­­førleika kunnu fáa eitt betri og fastari til­knýti til arbeiðs­mark­ n­­aðin, og harvið eisini skapa grundarlag fyri at taka lægstu fyri­tíðar­ pensjónina av eftir 2 árum. Fólkaheilsupolitisk átøk Eitt fjórða høvuðsøki er at fremja fólkaheilsuætlanina í verki. Her fara vit fyrst undir átøk í 5 pørtum: fyri heilsubetri kosti, fyri rørsluátøkum, móti royk­ ing, móti rúsevnismis­ nýtslu og tilboð til fólk um fyribyrgjandi heilsu­ kanningar. Nógv mál á skránni Umframt hesi høvuðsmál eru fleiri onnur týdningar­ mikil mál og ætlanir aftrat á almanna- og heilsuøkinum, sum eru fráboðað í tí skriv­ liga partinum av løgmans­ røðuni, harí eisini í sjálvum løglistanum. Samanumtikið ber illa til at siga annað enn, at tað er bæði nógv fingið av skafti higartil, og tað eru eisini stórar ambitiónir um at fremja nógvar góðar ætlanir í hesum nýggja tingárinum. Tað krevur m.a. eina raðfesting av neyðugu arbeiðsorkuni í Almanna- og heilsumálaráðnum, og at tað góða konstruktiva politiska samstarvið kann halda fram, fyrst og fremst í samgonguni, men eisini í nevndararbeiðinum við umboðini fyri andstøðuna. Tað vóni eg fer at eydnast. Úrslitaríkt politiskt samstarv – og framlítandi visjónir og ætlanir um vælferð landsstýrismaður Hans Pauli Strøm Fyrst av øllum vil eg takka tær fyri, at tú gevur tær tíð til okkum, sum eru um­ fataði av (fiskivinnu) lóg­ gávuni. Eg havi varhugan av, at landsstýrismaðurin hevur misskilt míni sjónarmið, sam­stundis sum hann letur eyguni aftur fyri veru­leik­ anum. Hetta seinna er held­ ur meira álvarsamt. Eg helt ikki, at nakar fór skeivur av mínum sjónar­ miðum, tá ið eg skrivaði yvirskriftina: .... ósigur fyri ”SMÁU” reiðaríini. Tú málar beinanvegin svart og hvítt í tínum aftursvari. Eg skilji tín meting er, at um okkara fiskiloyvir hava høgan marknaðarprís. Ja, so er alt gott. Vit smáu hava ikki havt størsta áhuga í okkara søluvirði. Tað, sum hevur ligið okkum á hjarta, er at svara hvørjum sítt, og tað er hetta, sum nú svíður, men sum tú sigur og staðfestir í tíni viðmerking: Stórveldisrákið, sum hevur verið um heimin; ja, tað hevur nú svølgt okkara fiski­málaráðharra. Høgi marknaðarprísurin, sum er í dag fyri fiskiloyvir, er ikki íkomin, tí dugnalig fólk síggja stórt í fiski­ vinnuni, men hinvegin tí peningastovnarnir eru so væl fyri, at teir mestsum lána í eyst og vest. Lat meg siga tað einaferð enn, tað vera ikki hesi dugnaligu fólkini, sum koma at rudda upp eftir sær, tá ið penga­ kistan er tóm. Hyggja vit so eftir, hvør selur og hvør keypir fiskiloyvir í dag. Ja, so kann landsstýrismaðurin ikki vera ósamdur við mær í, at Føroyar skjótt vera tómar fyri smáum reiðaríum, um verandi gongd heldur áfram. Og tað sýnist ikki sum um, at politikararnir síggja álvaran í hesum, men hinvegin lata eyguni aftur fyri vandanum. Tá ið føroyingar fóru á knøini fyrst í nýtiárinum eftir ósigurin hjá teimum stóru, vóru tað teir smáu, sum fingu landið á rætt kjøl aftur. Eitt orðatak sigur: ”har ein ikki er sjálvur, er ein bara hálvur”. Hetta er vanliga tað, sum kollsiglir eina stóra fyritøku. Ein missir tamarhaldið, tí hjart­ að ikki er við hvørjum smá­ luti. Haldi tað vera sera vanda­­mikið, at politikara við báðum hondunum fyri eyguni leypa glaðbeintir út í nútíðarrákið. Hvat skulu vit hava stýrið til, um rákið skal avgera okkara framtíð? Tað, sum harmar meg mest, er, at fiskimansins vitan um okkara vinnu fær so lítla ávirkan, tá ið stóru spurningarnir taka seg upp. Hetta, tí akademikarar og veiðufólk ikki tosa sama mál. Góði Bjørn, lat ikki grund­­leysar teoretikarar koyra alt samfelagið fyri bakka, fyri so fátækslig orð sum nútíðarrák og sølu­ virði. Hvørki av hesum kemur at breyðføða okkum føroyingar, tá ið ”veitslan” er runnin. Vegleiðing til okkara fiskimálaráðharra Eyðstein Poulsen hevur tað best, um foreldrini eru samd, felags for­eldra­ myndugleika ella ikki! Og kann nakar fortelja mær um eitt hjúnalag, ið er rokið grundað á ov nógva semju? Hjúnabandsballónin brestur ikki, tí hon verður ov hart pumpað við semjum! Og hvussu skulu tvey, ið eru farin frá hvørjum øðr­um grundað á ósemju í sam­ lívinum, kunna semjast inn­an fyri ein felags for­ eldrarætt hvør sær? Eg havi fingið eina søgu fortalda um tvey, ið skuldu skiljast, og tey vóru nakað so rørandi samd um alt: børn, hús, pengar, bil, bát, møblar, hund,- ja alt! Líka til tey stóðu í køkinum og skuldu tøma køliskápið. Tey býttu sínámillum, og alt gekk væl, líka til tey komu til eitt ólíka tal av fruktblikkum. Um tað var maðurin ella konan, ið tók yvirtalið, veit eg ikki, men hetta førdi til eitt skeldarí so grovt og harðligt, at tey skiltust sum rúkandi óvinir og tosa ikki saman tann dag í dag! Vandin við felags for­ eldra­myndugleika er, at børn­ini, um tey ikki verða kastibløkur, verða togið í hjúnarskilnaðartogtoganini. Tá verða tað tvær meiningar, ið verða at galda, og ikki tann eina, ið kann skera ígjøgnum. Nú ljóði eg, sum eg skeri øll yvir ein kamb, men tað geri eg als ikki. Tað eru tey, ið eru somikið at sær komin, at tey hugsa um børnini og seta sína øvund og sítt hatur til viks fyri at síggja smílið hjá barninum. Eg hugsi um tey børnini, ið veruliga líða undir ósemjum og hatri foreldranna ímillum. Og felags foreldrarættur er felags! Minnist til tað! Tá kunnu bæði fara í rættin, fyri at fáa sítt ígjøgnum! Og er tað gott fyri børnini at vita, at foreldrini ganga í rættinum og mala annan­ hvønn dag, tí at tey (børnini) eru orsøk til klandrið? Eg var fyri felags for­ eldramyndugleika fyri 10 árum síðani, til eg fekk for­ talt frá einum vitandi per­ sóni, hvat tað snúði seg um, og síðan havi eg verið sera skeptiskur. Herfyri lógu listar frammi ymsastaðni frá BUR, har vit kundu skriva undir fyri at fáa broytingar framdar í lógini, og eg var sera fegin um, at tað nú endiliga hendi okkurt, men tá eg sá, at foreldramyndugleikin skuldi gerast felags, valdi eg at ikki skriva undir (Annars er bara at fegnast um, at ein slíkur felagsskapur er komin!). Hví ikki broyta lógina, soleiðis at mamman og pápin veruliga verða stilla líka fyri lógini at fáa foreldramyndugleikan? (Í DK hava tey gjørt eina kanning, ið vísur, at í allari javnsetingini, eru tað 88% av foreldrarættunum, ið fara til mammuna) Ber eitt til, so ber eisini annað til! Børnini verða so ikki spurd óansæð, og tá vit fara niður á botn og skava, so er tað júst tey, ið tað snýr seg um, ikki so? Framhald av síðu 10 viðmerkingar