Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 151 - 9. august 2006 Andrea Magnussen, Søldafjørður, andaðist á Eystur­oyar røktar- og ellis­heimið 6. august, 86 ára gomul. Kistan fer av røktarheiminum í Runavík mikudagin, 9. august kl. 17.00. Jarðarfeðin verður úr Glyvrar kirkju hósdagin kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Andreu, kunnu lata Bønhúsinum í Søldafirði eina gávu. Poul Toftum, Tórs­ havn, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum 7. august, 78 ára gomul. Jarðarfeðin verður úr Lands­sjúkra­húskapell­ inum fríggjadagin kl. 15.00. Sungið verður úr Sálmabókini. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tá eg flutti inn á Eirargarð minnist eg, at tú bleiv kon­ taktfólk hjá mær - vit fóru niðan í BR at keypa mær ein leikutoysshund, tí tað bar ikki til at hava ein liv­ andi hund á Eirargarði. Vit vóru í býnum og keyptu ymiskt, s.s knarvakot. So vóru vit í Keypsamtøkuni í Hoyvík og keyptu eina hvíta vetrarblusu at ganga í, tá kalt og kavi var. Og tú og eg koyrdu niðan til Sonja Design at hyggja eftir pyamas og klæðum - vit keyptu tey og Sonja Design seymaði tey. Tá tú var kontakfólk hjá mær, tá segði eg at, tú kundi verið mamma mín Tá ið jólini vóru nánd, fóru vit øll á Hotel Hafnia at keypa okkum búff, dessert og reyðvín. Emma sang jólasangir og MC kom við ein kartong av eskjum við fløgum í og býtti tað út til búfólkið. Onkuntíð gingu vit túrar við Janu og tá Jana ikki kundu fara at svimja, tá fóru vit báðar at svimja. Tá eg fór til Frankaríki og Álands bað tú meg binda mær einar skóleistar at ganga í. Tú hugsaði nógv um meg - vit báðar hyggaðu okkum við drekkamunn, tá tú skuldi hava náttarvakt, tá eg kom frá arbeiðið, settu vit okkum at fáa okkum ein bita av frokost og mariu keks. Vit báðar vóru útferð við saman við Janu, Dudduni og Eydnu, vit hyggaðu okk­ um við bomm. Einaferð tá mamma hevði brotið bein, kom tú við oman við mær at vitja hana. Tá eg vildi sleppa á bingo, tá segði tú, at eg skal bara keypa 5 plátur, drekkamunn og lutaseðlar, tí so spardi eg eitt sindur, um eg skuldi út at ferðast við frítíðarheiminum. Einaferð fóru vit at vitja ein stovn, sum opnaði og vit fingu ein góðan drekka­ munn og kakur úti í Markna­ gili. Tú var í føðingardag tá eg fylti 40 ár á Hotel Føroyum og tú hjálpti mær at koyra kort í fartelefonina. Eisini hjálpti tú mær at koyra leid­ ningin í stereoanleggið og tú gav mær eina skógvar sum vóru blivnir ov lítlir hjá tær. Og tá eg ikki hevði tað so gott, bað tú meg fara oman í Hornabø at keypa kamillute, tú gav mær eina panodil og bað meg eta frukt og ikki slikk. Einaferð tá telefonin ringdi og tú tók telefonina, tá var tað mostir mín. Tú komst inn á kamarið hjá mær og gav mær boðini, at mostur mín kom suður til Havnar við mammu mínari á hospitalið - mamma var lamin og kundi ikki tosa. Tú segði við meg, at um eg vildi oman á Lands­ sjúkrahúsið at vitja mammu, so kundi tú ella onkur annar koma við mær Eg vildi oman at vitja mammu og hava teg at koma við. Tá eg gav urtapottinum vatn, bað tú meg geva Janu´sa eisini og tað gav eg. Tú bað meg koyra rulli­ stólin hjá Janu út í gong­ ina ímeðan vit fóru at eta nátturða og døgurða. Tú bað meg leggja klæðir saman fyri tykkum, tømdi uppvaskimaskinuna, og eg gjørdi alt sum eg var biðin um. Tú hevði einiaferð gjørt vafludeiggj, og spurdi meg um eg dugdi at baka vaflur? Eg segði ja, so spurdi tú meg eisini um eg hevði hug at baka tær, og tað hevði eg. Tá segði tú: ”Hvat skuldi vit gjørt uttan Emmu” Tá tit ordnaðu búfólkum og tú kom inn í køkina og sá at náttverðin var klárur segði tú: ”uttan Emmu hevði staðið illa til”. Tá Heri giftist var eg boðin við í brúdleyp, vit fingu fínan døgurða og fína dessert. Eg hevði eina so fitta talu og sang ein stuttan sang. Heri arbeiðir á frítíðar­ heiminum og vóru vit í Tennerifa, Italien og Rom. Eg skrivaði jólakort til hundarnar frá Emmu, tá fekk Eddie eitt jólakort frá Emmu, og tá segði tú við meg: ”Eddie var so glaður fyri jólakortið sum eg hevði skrivað”. Tá sunnudagur var, so høvdu vit hamburgara til døgurða og tað dámdi tær væl. Tá eg ikki hevði tað gott, so segði tú við Rósu, hundin hjá mær, at mamma má slappa av. Tú hevur verið nógv sam­ an við okkum - tú var í Nesvík og tú var við á Zarepta. Seinastu ferð vit vóru á legu var tú so ússalig. Vit gingu túrar heim til klædnaforrætningina og mátti tú seta teg niður at hvíla. Tá vit komu heim­ aftur á Eirargarð frá Zarepta, kom tú til arbeiðis, tú orkaði ikki at verða til. Tú fórt á sjúkrahúsið og skuldi niður á ríkis­sjúkra­ húsið - tú kom uppaftur og var á hvíldarheiminum og fór heim til Joan, Monrad, Eddi og Hera. Nú lá tú aftur á hospital­ inum og tú hevði ongan lyst at eta. Eg og Dinna vóru á landsjúkrahúsinum og vitjaðu teg - tú segði við meg: ”hey Emma” Fríggjakvøldið ringdi Joan til Eirargarð at bera boðini, at nú var Sólveig Kjelnæs slóknað. Solveig var góð við okkum øll og vit takka henni fyri alt. Heilsan Emma Minningarorð um Solveig Kjelnæs Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum mongu, sum gleddu meg so nógv vi› vitjan, heilsum og gó›­ ynskjum á níti­ára degi mínum. Edith í Jákupsstovu Tøkk Eina hjartaliga tøkk til øll, sum komu at heilsa uppá meg til 80 ára fø›ingardagin harheima. Tøkk fyri kort, gávur og blómur. Ta› var eitt stórt upplivilsi, at síggja familju og gamlar vinir einafer› aftur. Túsund takk. Solveig (í Skorti) Lowe Dagurin í morgin 10. august. Laurentius. Lavrasmessa. Lurentius var ein av teimum best kendu halgimonnum í Norðurlondum. Hann var prestur og skatmeistari hjá pávanum Sixtusi II. Í árunum 258 varð hann tikin og illa píndur; m.a. verður sagt frá, at hann varð stoktur á eini rist og skuldi rópa, áðrenn hann andaðist: »Nú er stokt hesumegin. Vendið nú steikini.« Kend er eisini halgisgøna um, at hann við hjálp frá trøllinum Finn eftir einari nátt bygdi dómkirkjuna í Lund. Hjálparmaðurin hevði kravt í løn sól og mána og Lavrasar eygu blá, men hann gitt navnið á trøllinum og fekk vald á tí. Í einari føroyskari vísu um hesa halgisøgu verður m.a. sungið: Grát ikki, grát ikki, lítil kind, í morgin kemur faðir tín Finn bæði við sól og mána og eygunum á Lavras í Lund Navnið er latín og merkir hin lavrberjakrýndi.