Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 9. august 2006 13 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at okkara kæri Poul Toftum Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum 7. august, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin 11. august, kl. 15.00. Sungið verður úr sálmabókini. Familjunnar vegna Peter Pattison Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at Svanna Thomsen fødd Eltør andaðist á Bispebjerg sjúkrahúsi, fríggjadagin 4. august. Jarðarferðin verður úr Sámuelskirkjuni í Keypmannahavn, hósdagin 10. august kl. 12.00. Familjunnar vegna Eyðun Eltør Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Haakon Frimodt Joensen Tórshavn, ættaður úr Sumba andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum vitjaðu hann, meðan hann lá á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til starvsfólkið á B6. Tøkk til tykkum, sum mintust hann við blómum, kransum, fjarritum, telefonsamrøðum og vitjanum. Tøkk til Berg Joensen, prest, fyri troystarrík orð og vakra røðu til jarðarferðina. Eisini vilja vit takka berarum, sangarum, tykkum sum hjálptu við til ervið og øllum tykkum mongu, sum fylgdu Haakon til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Solveig Sigrun, Marjun og Hans Petur við familjum - Tá Krúnprinsur Frederik og Ingrid hildu forlovilsisgildi í Svøríki, gjørdi eg klæði til Drotning Alexandrinu, mammu hansara, sigur Johanna Mathea smílandi Føðingardagur Ella Larsen ella@sosialurin.fo Johanna Mathea vaks upp á Trøllanesi. 19 ára gomul fór hon til Havnar á háskúla, men har steðgaði hon ikki leingi. Hon fór til Danmarkar at tæna hjá einum bónda í Allerød, og var har í tvey ár. - Tá eg fór avstað aftur, vildi hann hava eina aðra føroyska gentu í staðin. So tað man hava gingið væl. Hon var á Trøllanesi í eitt ár, men dámdi so væl í Danmark, at hon flutti niður aftur og búði tvey ár í Keypmannahavn. Hon fekk arbeiði í einum klædnahandli á Strøgnum, har hon seymaði klæði. - Tá Krúnprinsur Frede­ rik og Ingrid hildu for­lov­ ilsisgildi í Svøríki, gjørdi eg klæði til Drotning Alexandrinu, mammu hans­ ara. Johanna Mathea lýsir upp í einum stórum smíli, tá hon minnist aftur á hesa hending. Tá Johanna Mathea kom aftur til Føroya, flutti hon til Havnar, har hon møtti Sigfried. Tey giftust í 1937 og fingu seks børn. Jóannes, Maritu, Annfinn, Torgerð, Jógvan Asbjørn og Vigdís. Ommubørnini eru 11 í tali og higartil hevur Johanna Mathea fingið 12 langommubørn. Síðani hon bleiv gift arbeiddi hon ikki úti, men passaði børn og heim. Maðurin Sigfried doyði í 1977, eftir tað búði Jo­hanna Mathea einsamøll í húsunum í nøkur ár. Seinni hevur hon búð hjá fleiri av børnunum, mest hjá Maritu. Eftir at hon hevði eina heilabløðing búði hon hjá Anfinni, tí kona hansara var sjúkrasystur, og har kom hon fyri seg aftur. Johanna Mathea hevur nú búð á Ellisheiminum í Havn í 8 ár. 100 ára dagurin verður hildin á Ellsiheiminum í dag ímillum kl. 16 og 20. Mikudagin 9. august fylla tvíburabrøðurnir Niels Jacob og Poul Klein 50 ár. Tvillingarnir í Hornabø, sum teir eisini vórðu nevnd­ir, búgva báðir uttan­ lands, Niels Jacob býr í Danmark, meðan Poul býr í Fraklandi. Teir eru bornir í heim 9. august 1956 í Hornabø. Foreldrini eru: Ebba, f. Olsen, av Argjaboga, og Aksel Klein, av Fløtunum á Strondum. Pápin doyði 19. mai 1990, 69 ára gamal, og mamman er í dag 81 ára gomul. Niels Jacob og Poul eiga eina eldri systir, Kathrina, sum býr á Argjum. Niels Jacob og Poul gingu í barnaskúla í Havn og tóku realprógv á Venj­ ingarskúlanum í 1973. Eftir skúlan fóru teir báðir í læru, Niels Jacob fór í læru sum maskinsmiður á Tórshavnar Skipasmiðju, meðan Poul fór í skrivstovulæru hjá P/F Poul Hansen. Í 1978 vórðu teir báðir útlærdir. Niels Jacob tók maskin­­ meistaraprógv á Før­oya Maskin­­skúla í 1980, sigldi síðan hjá Mærsk og tók víðk­ aða maskinmeistaraprógvið (sum tað æt tá) í Keypmannahavn 1984. Eftir tað sigldi hann aftur í nøkur ár. Hann hevur eisini starvast á Amagerværftinum og í Føroyum hjá SEV. Í dag arbeiðir hann inn­ an serviceøkið á sjúkra­ húsinum í Hillerød. Eftir at Poul varð útlærdur sum skrivstovumaður, fór hann niður á Niel Brock handilskúlan at lesa og kom síðan heim aftur. Hann arbeiddi á skrivstovuni hjá E. Phil & Søn frá 1984 til 1991, tá hann fekk starv á Føroya Fiskasølu og í 1993 fór hann til Fiskavirking. Í 2000 fór hann til Boulogne í Fraklandi at arbeiða hjá Fiskasøluni. Hann er fram­vegis í hesum starvi í Fraklandi, men nú arbeið­ ir hann hjá Føroya Fiska­ virking. Niels Jacob er búsitandi í Hundested. Hann er giftur við Marianne, sum er frá Hundested, og tey eiga døturnar Louise 19 ár og Kristina 16 ár. Poul býr í Boulogne í Fraklandi saman við Sylvie, sum er frá Boulogne, og eiga tey dóttrina Rosu, ið er knapt 3 mánáðar gomul. Niels Jacob og Poul eru báðir sera ítróttaráhugaðir og fylgja væl við í før­ oyskum ítrótti, teir halda við HB og fylgja eisini væl við í kappróðri. Niels Jacob róði fleiri ár í 70-unum við Havnarbátinum. Hóast teir búgva í hvør sínum landi, eru tað ikki nógvir dagar um árið, teir ikki tosa saman. Eisini eru teir sera raskir at vitja heim. Tykkum verður ynskt hjarta­liga tillukku við deg­ num v.h. Kathrina Tvíburar fylla fimmti Niels Jacob og Poul Klein við Rosu, dóttir Poul. Myndin er tikin í Fraklandi í summar 100 ára føðingardagurin verður hildin á Ellisheiminum í Havn í dag frá klokkan 16 til 20. Mynd: Álvur Haraldsen Johanna Mathea Skaale 100 ár