Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 151 - 9. august 2006 Við framsýning, hornmusikki, móttøku og felags­ sangi kundi fyri­ tøkan T.F. Thom­ sen á Tvøroyri hátíðarhalda 150 ára stovningardagin týsdagin. Fólkalív Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Nógv fólk stakk inn á gólvi í hugnaligu caféini á keiini, har borðreitt var við petit- fours og onkrum góðum at leska góman við. Og greitt var, at ein av orsøkunum til, at fyritøkan er vorðin so gomul, helst er, at Thom­ sens hava megnað at laga seg til dagsins tørv, og at bróta upp úr nýggjum, tá tørvur hevur verið á tí. Og hetta duga í øllum førum tey bæði Anna Kirstin og Thomas, sum eru fimta ættarliði av Thomsens – í dag við sjarmerandi og gestablíðu caféini, varliga innballað í ein søguligan dám. Danir keypa undir seg Upprunaliga var T.F. Thom­sen kollonial- og provi­anthandil, umframt reiðarí, eins og hinar stóru handilsfyritøkurnar, sum settar vórðu á stovn í sambandi við at kongaligi einahandilin varð tikin av. Og ofta verður sagt, at menningin av føroyska samfelagnum kom ikki veruliga á glið fyrr enn eftir 1856, tá frælsir keypmenn sluppu at gera íløgur, keypa og selja ognir og skip. Hesir menn vóru ofta danir, harímillum Thomas Frederik Thomsen, sum setti navn sítt á skeytið hjá úthandlinum á Tvøroyri, fyri júst 150 árum síðani. Handilin hevði tá staðið á óbygda plássinum Tvøroyri í 20 ár, og var hann fyrsta húsið í bygdini. Tískil kunnu tvøráfólk í hesum døgum eisini hátíðarhalda 170 ára dagin hjá einari av yngstu bygdunum í landin­ um. Sum sagt er fyritøkan í dag fyrst og fremst caféin á keiini, hóast Anna Kirstin Thomsen hevur nógvar ætlanir við øllum hinum bygningum, eitt nú til mentunar- og ungdómshús. Ongan humor í Tinganesi Caféin hevur skeinkiloyvi, og er fyritøkan millum annað eisini umboð fyri Restorffs øl. Upprunaligu skeinkiloyvini hjá Thomsen vóru frá ávikavist 1861 og 1907. Í sambandi við at nýtt loyvi skuldi fáast til vega fyri nøkrum árum síðani, sendi Anna Kirstin umsókn til landsstýrið, um at fáa gamla skeinkiloyvið endurnýggjað. - Hetta var líka nógv í spølni, tí eg helt tað vera nokkso herligt, at kunna vísa, at vit enn lógu inni við gomlu loyvunum. Men tað helt umsitingin í Tinganesi als ikki vera stuttligt, tí eg fekk bara eitt súrt aftursvar, har boðað var frá, at ongi loyvi vóru tøk á Suðuroynni í løtuni, greiðir Anna Kirstin frá, meðan hon flennir og yppir øksl. Søguligt stað “Gott er at kenna hitan av hondum í sleptu.” Brotið úr Fedranna Talu hjá skaldinum Heðin Brú, kemur veruliga til sín rætt, tá vit stíga inn í søguliga, og kortini so ómetaliga livandi krambúðina hjá Thomsen. Tí hóast handilin hevur verið í 170 ár, harav á hondum Thomsens í 150 ár, er alt varðveitt. Og fedr­arnir tala gjøgnum rúgvismikla skjalatilfarið: Rokn­skapar­ bøkur, kontrabøkur, avreið­­ ingarlistar, spanskir ordrar av klippfiski, alment og per­són­ligt bræva­skifti, ogn­ ar­upp­­gerðir, skjøl og dag­ bøkur. Og vit lesa úr dag­ bókunum um mánaðarlongu vetrardepressiónirnar hjá ør­kyml­aða Keyp­manna­ havnar­soninum, lang­ abbanum, Georg Thomsen, sum er sendur til Føroya at reka handilin fyri pápan: “Jeg beder til min Gud, at jeg ikke skal opleve sådan en Vinter igen,” skriv­ar hann. Pápin, Thomas Frederik Thomsen, ættaður úr Suðurjútlandi og ein verri spekulantur, sambært oldurabbadóttrini Onnu Kirstin, skrivar undir keypssáttmálan tann 8. august 1856, men var bert í Føroyum hesa einu ferðina í sambandi við uppboðssøluna. Og at tað hevur ikki verið lætt hjá unga soninum at koma higar, kemur eisini til sjóndar í øðrum, sum skrivað stendur. Eitt nú hevur prestur í Hvalba boðið honum til Hvalbiar at verma seg hjá ungum Hvalbiardamum. Men einki batti. - Hann endar við at finna eina svenska damu í Danmark, sum vit lítið og einki hoyra um skjala­ tilfarinum, sigur Anna Kirstin. Og hon vil vera við, at orsøkin til hetta helst er at finna í, at hon var ikki verd at skriva um, tí hon kom úr einum umhvørvi, sum ikki hóskaði seg. Livandi søgurnar Og í rúgvuni av brøvum fiska vit enn eina søgu fram. Fr. Petersen skrivar sleygibræv til Føroya. Eitt nú skrivar hann: Kjære Købmand Thom­ sen, 11/12 1895 ..En kongevalgt Lands­ tingsmand, Grev F. Danneskjold Samsø skjød sig forleden Nat i sin seng. Han var en Mand, som ved Drik fuldstændig havde ødelagt sig selv paa Legeme og Sjæl. Han levede adskilt fra Kone og Børn... Og soleiðis kunnu vit halda fram, tíma eftir tíma, at lata hendan dýrgrip tala til okkara. Søgan, sum sigur søgur, er í fullum blóma í krambúðini hjá Thomsen, sum rikin verður av fimta ættarliði, men har sjeynda ættarlið er komi væl undan, og kanska ein dag hevur hug at føra verkið víðari. Søgur av Tvøroyri Alt innbúgvið umborð á Albert var av allar besta tilfari. Upprunaliga lat Drotning Victoria skipið byggja til hospitalskip. Hetta kronometrið, sum eins og restin av innbúgvinum var av mahogni, var millum innbúgvið, ið varð tikið úr skipinum, tá tað varð tømt og umskapað til fiskifar. Ein fitt søga knýtir seg til kronometrið, tí ein dagin fyri eini 15 árum síðani var Thomas Thomsen farin ørindi til Havnar, og í tí sambandi fór hann inn á gólvið hjá Niels L. Arge. Tá kemur ursmiðurin oman av loftinum og spyr um ikki tey eiga hetta kronometrið, sum tey høvdu havt standandi síðan tað var latið inn til umvælingar í 1944, og ongin hevði spurt eftir tí síðani. Og soleiðis bar til, at tað kom aftur í familjuna. Fimta ættarlið av fyritøkuni T.F. Thomsen. Hini vóru Thomas Thomsen, Georg Thomsen, Thomas Thomsen, brøðurnir Georg og Gunnar Thomsen og nú systkini Thomas og Anna Kirstin Thomsen, sum vit síggja á myndini.