mikudagur 9. august 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 9. august 2006
15
tíðindi
Høvdu onga
kontrabók
Í mun til flest onnur var eingin kontrabók
í barnaheiminum hjá 86 ára gamla Martini
Ejdesgaard. Av tí at pápin sigldi við
útlendskum skipum, og at hann var ein
bestemtur maður, kundi familjan rinda við
reiðum peningi.
Fólkalív
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
86 ára gamli Martin Ejdesgaard, er komin inn á gólvi í
krambúðini saman við soninum Martini S. Ejdesgaard.
Teir sita og fáa sær eina bjór og eitt glas av sherry, sum
í dagens anledning eru uppá húsið.
– Eg havi gingið her alt tað eg kann minnast. Pápi,
sum var av Eiði, og sum sigldi við skipum úr Aberdeen,
var so ómetaliga bestemtur. Eitt nú kravdi hann, at alt,
sum vit keyptu skuldi rindast kontant. Hetta var ikki
vanligt tá á døgum, tí fólk flest høvdu kontrabøkur,
og tað var nærum ógjørligt at fáa hýruna útgoldna í
reiðum peningi frá føroyskum reiðaríum, sigur Martin
Ejdesgaard. Og hann heldur, at pápin var bangin fyri at
koma í skuld, sum so nógv komu, og tí hevði hann tikið
hesa heldur óvanligu avgerð. Mong komu sær annars
í óføri, tí tey ongantíð fingu hýruna í hondina, tá tey
snøgt sagt høvdu etið hana upp við at keypa uppá borg,
áðrenn pápin kom heim av fiskiskapi.
Ótangar ella bara óvitar
Martin er uppvaksin í Kirkwall, sum er býlingur á
Tvøroyri, og sum smádrongur var hann partur av einum
stórum bólki av óvitum, sum mólu niðri á keiini, og
gingu umborð á sluppirnar at bidda keks, so skjótt, høvi
var til tess.
– Eg hevði ein eydnuríkan og stuttligan barndóm her á
Tvøroyri og uppi í Kirkwall. Vit vóru so nógvir dreingir
í grannalagnum, at vit mannaðu eitt heilt fótbóltslið.
Vit gingu út á sluppirnar, sum lógu við kei, og altíð
var politiið í hølunum á okkum at reka okkum heim, tí
teir hildu, at vit einki høvdu at gera niðri á keiøkinum,
greiðir Martin Ejdesgaard frá. Spurdur, hví løgreglan
jagstraði teir, sigur hann við einum skálkabrosi, at teir
høvdu fyri at taka smáu bátarnir hjá sluppunum og
rógva við teimum úti á fjørðinum.
Handilslív
– Men her í handlinum vóru fólk altíð blíð at keypa
frá. Undir vegginum sótu teir gomlu á bonkinum og
prátaðu, og handan skivuna rokaðust Niels í Øravík,
Jenna og Herta var eisini í mong ár, sigur Matrin, sum
hevur verið sjómaður alla sína tíð. Og hann greiðir
frá um handilslívið, sum var í bygdini, tá hann var
smádrongur:
– Mat- og gerandisvøra var at fáa hjá N.J. Mortensen,
D.J. Enni, á Tanganum og hjá Thomsen. Harumframt
vóru eini 4-5 bakaríir, umframt kjøthandilin hjá Eli
Mortensen. Og eg minnist serliga væl hestavognarnir,
sum koyrdu inn til Tvøroyri við nýbakaðum rug
breyði.
– Men eg havi ikki siglt nógv hjá Thomsen. Var ein
túr við Westward Ho, sum reiðaríið átti tá, og so var eg
eisini ein túr við Onnu T. undir New Foundlandi, greiðir
hann frá.
86 ára gamli
Martin Ejdesg
aard var
eisini komin
framvið at
gratulerað
við 150 ára
degnum.
GG:
“Anna Kirstin letur heilsa, at fríggjakvøldið
millum kl. 21 og 22 verður konsert har Brandur
og Tróndur Enni og Heiðrunn Petersen spæla.
Seinni fara Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni at
hava musikcafé á pubbini til tann ljósa morgun.”
Anna Kirstin Thomsen við báðum skeinkiloyvunum frá ávikavist 1861 og 1907. Umsóknin til
landsstýrið um at fáa tey endurnýggjað varð ikki gingin á møti!
Vanliga standa nógvir gamlir
lutir frammi í krambúðini,
men í dag vóru serliga nógvir
áhugaverdir lutir sýndir fram.
Umframt eldri lutir var eisini
talan um roknskaparbøkur,
loyvisbrøv, skeyti, brøv og
myndir í hópatali, og ongin
ivi er um, at nógvir tímar
kunnu ganga við at ganga og
sneyta í krambúðini. Og sum
Anna Kirstin sigur, so eru
lutirnir til, fyri at vit skulu
hava gleði av teimum, og tí
skulu teir ikki læsast inni og
krógvast av vegnum.
Sildarok – tunnur liggja sum
sild í tunnu.
Stórfyritøkan T.F. Thomsen.
Pakkhús, gestahús, sethús,
úthús og krambúð – alt lagað
til tátíðarinnar tørv, nú fólk
í hópatali fluttu til bygdina, í
sambandi við at fiskiskapurin
kom í hæddina, og tørvur
bæði var á kvinnum og
monnum at fiska og hagreiða
fiskin, sum bleiv útfluttur.