Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 151 - 9. august 2006 Síðan 1997 hevur finska bilverksmiðjan Valmet Automotive framleitt Porsche Boxster fyri Porsche AG í Týsklandi. Jákup Bech Jensen í Havn hevur sent okkum myndir av bilunum á havnaøkinum í Uusikaupunki í Finnlandi Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tá Jákup Bech Jensen í Havn arbeiddi sum skips­ meklari, kom hann víða um og sá mangt og hvat. Í 2004 var hann í Uusikaupunki í Finnlandi. Har tað var so kalt, at hann mátti ganga á ísinum fyri at koma umborð á tey ymisku skipini. Tá sá hann á havnaøkinum har Porsche bilar, so langt eygað rakk. Hann helt hetta vera eitt løgið fyribrygdi men fann skjótt út av, at ein verksmiðja var í býnum, sum framleiddi bilarnar, sum síðani vóru útfluttir. Talan er um verksmiðjuna Valmet Automotive, sum framleiðir Porsche bilar fyri Porsche AG í Týsklandi. Verksmiðjan varð sett á stovn í 1968 av fyritøkunum Finnish Valmet og Swedish Saab-Scania, og fekk tá hon tá navnið Saab-Valmet. Teir hava eisini framleitt t.d. Saab 900 Convertible. Í 1992 yvirtóku finnar sjálvir verksmiðjuna, sum í 1995 fekk navnið Valmet Automotive. Síðan 1997 hava teir framleitt Porsche Boxster, og í 2003 kundu teir hátíðarhalda, at teir høvdu framleitt bil nr. 100.000. Árliga framleiðslan er um 20.000 bilar. bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Bilarnir skulu verða eins góðir og Steinway klaverini. Tá prísurin er gloymdur, livir kvaliteturin víðari Sir Henry Royce (annar av stovnarunum av Rolls Royce) Porsche Boxster so langt eygað rakk Jákup Bech Jensen á havnaøkinum í Uusikaupunki í Finnlandi. Nýggir Porsche Boxster klárir til avskipingar Porsche Boxster uttan fyri Valmet Automotive sum framleiðir bilar fyri Porsche AG í Týsklandi Inni á Porsche verksmiðjuni í Uusikaupunki í Finnlandi. Árliga framleiðslan er um 20.000 bilar Skipsmeklarin mátti ganga á ísinum út til skipini