Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 9. august 2006 17 bilar Tað er ein nátúrlóg, at tað sum vit spræna vatn á verður vátt og gjøgnumbloytt, og tá vit t.d. festa eld í pappír, so kemur eldur í tað, men nýggja framkomna nanoteknologiin vendir heilt upp og niður upp á hesar meginreglur Teknologi Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nanoteknologiin er yvir okkum. Talan er um eina teknologiska kollvelting, sum í framtíðini kemur at broyta dagligdagin og arbeiðslívið og vendir upp og niður upp á alla vana­hugsan um t.d. yvir­ flatuviðgerð av glasi, gróti, træ, klæðum, kromi og lak­ keraðum flatum. Vatn rínur als ikki á tær viðgjørdu flaturnar, tað er eins og ein ósjónligur film­ur er lagdur omaná. Tal­an er um eina yvir­flatu­ viðgerð við einum nýggj­um molekylestrukturi (nano­ for­mering), sum er um­ hvørvisneutralur, effektivur og haldbarur. Heilt einfalt merkir hetta, at arbeitt verður við sera smáum eindum – heilt niður til atom og molekyl. Eindirnar verða máldar í nanometrum (nm) – sum er ein milliónpartur av einum millimetri. Nanoteknologiin kann brúkast so at siga alla­ staðni, sum t.d. til bilin, bát­in, húsini uttan og inn­ an, rútar­nar, baðirúmið, alt rustfrítt, klæðini o.s.fr. Nanoteknologiin kann nýt­ ast sum verja ímóti bæði vatni og eldi. Til bilar er nanoformering væl egnað til kabinuna, rút­arnar, alufelgurnar og lakkið. Um ein bilur við nano­formeraðum lakki verð­ ur skitin, er hann óvanliga lættur at fáa reinur aftur. Tær nýtist bert at brúka vatn og svamp ella bust, tí at so skjótt sum vatn kemur í samband við tað, ið er á yvirflatuni, loysnar hetta alt fyri eitt. Í besta føri kann tað vera nokk at spula, ella lata regnið gera arbeiðið. NanoCover brunaverjan kann nýtast, har tað er av avgjørdum týdningi, at til­ farið er brunatarnandi sum t.d. í biografum, skúlum, handilsbygningum, ítróttar­ høllum, matstovum, ferj­ um, bussum og umborð á flogførum. Um eldur kyk­ nar, sortnar tað viðgjørda tilfarið, men eldurin slóknar av sær sjálvum uttan at ger­ ast til logar, ið møguliga hava eitrandi royk við sær. NanoCover Grafitti er ein heilt ósjónlig, men verj­andi hind, sum kann nýt­ast til allar bygningar úr t.d. gróti, múrsteini, be­tongi og gassbetongi. Eft­ir viðgerðina ber til við vanligum vatni at vaska burtur flestu sløg av grafitti ella dálking. Viðgerðin er langtíðarvirkandi. Magic Cleaner Professional Professjonelli ganda­vask­ arin (Magic Cleaner Pro­ fessional) er ein hátøkni­ frøðiligur svampur við heilt serstøkum eginleik­um, ið eru gjørdir við nano­tekno­ logi. Hesin svampurin tekur burtur litir og strikur, ið stava frá eitt nú tusj - bæði spritt- og vatnbaseraðari, kúlu­ penni, skóskeinum, olju- og modnaplettar í t.d. fugu í baðirúmum. Ganda­vaskarin virkar á bæði mál­aðum og óviðgjørdum flatum, t.d. hurðum, durapanelum, vindeygakarmum, borð­plát­ um, træ-, linoleums- og vinyl­gólvum. NanoCover er eisini nýtt umborð á føroyskum skip­ um við sera góðum roynd­ um, eitt nú til rútarnar á brúnni. Nano er grikskt og merkir dvørgur. Nanoteknologi ein kombinasjón av elektronikki og kemi, har arbeitt verður við samansetingini av atom­ um/molekylum í ymiskum tilfari. Tað er Óli Jógvansson, ið rekur fyritøkuna Quick Repair Sp/f á Hjalla, sum umboðar NanoCover-pro­ dukt­ini í Føroyum. Nano­ cover vørurnar kunnu keyp­ ast á heimasíðuni www. nano­­cover.com ella hjá Quick Repair á telefon 213323 – e-mail: oj@nanocover.dk Sp/f Quick Repair: Sum at sletta vatn á gás Óli Jógvansson frá Sp/f Quick Repair við nøkrum av NanoCover produktunum Óli Jógvansson í ferð við at nanoformera ein bil Gandavaskarin (Magic Cleaner Professional) er ein hátøknifrøðiligur svampur við heilt serstøkum eginleikum, ið tekur burtur litir og strikur, ið stava frá eitt nú tusj Pappír, sum er nanoviðgjørt brennur ikki, men verður bert svart Tá vatn verður spulað á veggin, drekkur bert tann óviðgjørdi viðurin vatn í seg Cola verður her stoytt í eitt nonoviðgjørt kaffifiltur, sum er púra tætt