Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 151 - 9. august 2006 ] Landsliðsspælararnir vóru serliga eyð­ sýndir, tá ið HB og NSÍ gjørdu sína skyldu á útivølli móti botnliðum, og vrakaður lands­liðs­ spælari vísti stórform FORMULADEILDIN 18. UMFAR Jákup Mørk Jakup@sosialurin.fo Sambært skipanini áttu tveir triðingar av 2006 lands­kappingini nú at verið avgreiddir. Flestu liðini hava spælt ájtan dystir, men tað ber ikki til at gera støðuna heilt upp eftir átjan umfør, tí einstakir dystir eru framvegis ikki spældir. Tað snýr seg um útsettu uppgerðina í Gundadali mill­um B36 og NSÍ, sum er sett at vera mikudagin 23. august, og tað snýr seg um dystin í 17. umfari millum EB/Streym og ÍF, sum varð avblástur orsaka av veðri. Tað er ikki avgjørt, nær tann dysturin skal spælast. Aftur týskvøldið var veðr­ ið við at spæla lands­kapp­ ingini eitt puss. Á Toftum bendi nógv á, at dysturin millum B68 og NSÍ fór at verða útsettur, men so blíðkaði veðrið, og dysturin varð spældur. Einki óvæntað úrslit var týskvøldið. Skála vann stór­ an sigur í Vági. Skála tykist vera komið heilt upp í snún­ ingar, og tað fer ikki at undra, um Skála fer at taka stig frá fleiri av teimum fremstu. HB og NSÍ, sum nú eru lið um lið á næstfremsta plássinum, vunnu bæði á útivølli. Harvið gjørdu tey tað, sum tað má roknast við, at tey útinna, sum ætla sær at halda fram í kappingini um FM og heiðursmerkini. Felags fyri bæði mót­støðu­ liðini hjá HB og NSÍ er, at tey stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini, og at tey í summar hava skift venjaran út. Í fyrstu syftu merkist tað ikki á úr­slit­ unum, at venjarin er skiftur út. Tað tykist alt meiri víst, at B68 ella ÍF og kanska bæði liðini um níggju um­før mugu tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Eingin hjálp fer at koma frá Skála og til ÍF og B68. Bjargingarlínan hjá øðrum eysturoyar felagnum kann verða VB/Sumba. Avrikið á heimavølli móti Skála var ikki sannførandi. Tapararnir í oddastríðnum vóru í hesum umfarinum fyrst og fremst KÍ og eisini B36. Stóri vinnarin var EB/Streymur, og eitt stig í Gundadali móti meist­ar­ unum kann ikki roknast sum annað enn gott úrslit hjá GÍ. Profilarnir Einstaklingarnir hava fleiri ferðir gjørt nógv um seg í ár. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Tað skuldi meiri enn fyrra umfarið til, áðrenn HB fekk bilbukt við ÍF í Fuglafirði. Tá ið tað endiliga eydnaðist at fáa hol á, var tað ein av landsliðsspælarunum, Ják­ up á Borg, sum so at siga tók søkina í egnar hendur. Á Toftum var Christian Høgni Jacobsen hjá NSÍ sera eyðsýndur. Hann ar­ beiddi nógv, hann var við í uppspælinum til fleiri møguleikar, og hann skor­ aði eitt mál. Tá ið landsliðsvenjarin í síðstu viku boðaði frá, hvørjar átjan hann ætlar at savna undan Georgia dyst­ inum, var Jónhard Frede­­riks­ berg vrak­aður. Týs­kvøld­ ið vísti Jónhard í Vági, at hann avgjørt ikki eigur at verða av­skriv­aður. Oddaliðið EB/Streym­ ur eigur bara ein lands­ liðsspælara. Tað kennist hjá fleiri merkisvert. Hesin landsliðsspælarin er Hans Pauli Samuelsen. Hann er ein av sera týdningarmiklu profilunum á EB/Streyma liðnum, og tað var ikki minst orsaka av honum og tveimum ella trimum øðr­ um stórum profilum á lið­ num, at EB/Streymur kundi fara úr Klaksvík við øllum stigunum. Konseptið Profilarnir hava nógv at siga, men samstundis vísir tað seg at hava alstóran týdning, at liðini eru væl samanspæld. EB/Streymur og NSÍ eru dømi um hetta. Spælararnir kenna hvønn annan út og inn, og tað sæst aftur í avrikunum og konseptunum. Ikki minst hjá EB/Streymi. Onnur feløg hava keypt fleiri spælarar í ár. Teir tykjast at vera profilar, men tá ið alt kemur til alt, er konseptið ikki nóg gott, tí liðini eru ikki samanspæld. Hetta fer heilt víst at hava týdning, tá ið FM og heiðurs­ merkir skulu lutast út. 19. umfar verður á skránni nú leygardagin. So nógvar broytingar eru í skip­­anini, at tað iva­leyst er tor­ført hjá summum at fylgja við. Leygar­dagin sær skráin soleiðis út: B36-KÍ, B68-Skála, EB/Streymur- HB, ÍF-NSÍ og VB/Sumba- GÍ. Í næstbestu deildini spæla TB og LÍF leygardagin. Hinir dystirnir verða sunnudagin: B71-KÍ, HB-VB/Sumba, AB-Royn og FSV04-SÍ. Flyt­ingarnar eru gjørdar, tí Føroyar mikudagin í næstu viku skulu spæla EM undankappingardyst á heimavølli móti Georgia. ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 » Í mínum hugaheimi er eingin ivi um, at EB/Streymur tekur FM« Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá B36 Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 17 11 - 4 - 2 44 19 25 37 2 NSÍ 17 9 - 5 - 3 36 20 16 32 3 HB 18 9 - 5 - 4 40 30 10 32 4 B36 17 8 - 6 - 3 28 16 12 30 5 KÍ 18 7 - 8 - 3 37 24 13 29 6 GÍ 18 7 - 8 - 3 24 19 5 29 7 Skála 18 5 - 4 - 9 21 19 2 19 8 VB/S 18 3 - 3 - 12 17 54 -37 12 9 B68 18 2 - 4 - 12 18 40 -22 10 10 ÍF 17 2 - 3 - 12 17 41 -24 9 Profilarnir hava stóran týdning Kári skal venja H71 Hoyvíkingar hava nú gjørt av, hvør skal verða venjari hjá besta mans­ liðnum í felagnum kom­ andi kappingarár. Talan verður um Kára Durhuus, sum eisini áður hevur virkað sum venjari hjá felagnum, tá hann í 1999-2001 hevði við ein sera ungan hóp at gera. Júst hetta er eisini ein av høvuðssetningunum hjá venjaranum í ár, tí í mun til í fjør skulu ungu spælararnir nú taka enn størri ábyrgd á seg. Undir øllum um­­støðum er greitt, at Jakob Jónsson ikki long­ur er í felagnum, nú hann er venjari hjá StÍF, og hartil hevur ljóðað, at Piti Negru er ávegis til Neistan at spæla. Men enn hevur so ikki borið til at fáa váttað, hvørt hetta sein­ asta er satt ella ikki. -mørk Christian Høgni Jacobsen hevur verið ein av heilt stóru profilunum í Formula-deildini í ár, og eigur hann sín stóra leiklut í, at NSÍ framvegis er partur av oddastríðnum Mynd: Álvur