mikudagur 9. august 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 151 - 9. august 2006 ]
Gloymdur á
dómaraseðlinum
Jóhan Dávur Højgaard, sum annars er av Toftum og
hevur spælt fyri B68, fekk sínar fyrstu minuttir á besta
GÍ-liðnum, tá hann kom á vøllin seinastu løtuna í
Gundadali. Men tað var nú ongan tíð ætlanin, at hann
skuldi sendast á vøllin.
Tá GÍ markeraði sína triðu útskifting, var tað nevn
liga Poul Andrias Jacobsen, sum hevði hitað upp í
góða løtu. Hann stoðo eisini klárur at koma inn fyri
Hanus Jacobsen, men tá hjálpardómarin skuldi skráseta
útskiftingina, kom hann eftir, at eingin Poul Andrias
stóð á dómaraseðlinum.
– Tað var ikki eg, sum skrivaði dómaraseðilin, og tað
var nær við, at sinni feyk avstað við mær, tá eg varnaðist
mistakið. Men eg kláraði so at halda mær nøkunlunda,
segði GÍ-venjarin, Petur Mohr, eftir dystin.
Tá kundi hann hóast alt flenna at hendingini, og
sjálvur helt hann, at tað kanska kundi verið eitt hugskot,
um hann sjálvur átók sær hesa uppgávuna komandi
dystirnar.
Um dystin sjálvan helt Petur, at sum hesin lagaði seg,
so var tað ein lætti at sleppa avstað við einum stigi.
– Tað blívur næstan, sum tá altjóða luttøku er á
skránni. Eftir tær báðar útvísingarnar verða vit fyri tað
nógva trýstir langt aftur, og so ræður um at standa rætt
og vera væl skipaðir. Tað megnaðu vit tíbetur, og burtur
sæð frá eini lítlari løtu eftir seinna reyða kortið, megnar
B36 sjáldan at trýsta okkum heilt niður, helt Petur.
-mørk
FM fer til Eiðis
Tað var ein alt annað enn nøgdur Sigfríður Clementsen,
sum eftir dystin varð biðin um at gera viðmerkingar til
tað, sum hann hevði sæð seinastu góðu 90 minuttirnar.
– Tað er forferdiligt, at vit enn einaferð síggja ein
dyst, har dómarin ikki loyvir okkum at spæla fótbólt.
Gaman í gevur hann nøkur kort, men tey kundu væl
verið nógv fleiri í tali. Og gaman í leggur hann fimm
minuttir afturat, men teir kundu væl verið dupult so
nógvir. Eg skal ikki siga gøtumenn ringar fyri teirra
spæl, tí teir fara akkurát hartil, sum teir sleppa, og tað
er uppgávan hjá dómaranum at seta tað markið, segði
B36-venjarin.
Tá tað var sagt, so staðfesti hann tó eisini, at hansara
lið kundi avgjørt alt til egnan fyrimun.
– Vit skora ikki upp á okkara møguleikar, og teir
skora so upp á tann einasta, sum teir hava, so í so máta
kunnu vit bara takka okkum sjálvum.
Og var hetta seinasti FM-møguleikin, sum reyk í
dag?
– Tað haldi eg róliga, at vit kunnu staðfesta. Í mínum
hugaheimi er eingin ivi um, at EB/Streymur tekur FM.
Og tað er fult uppiborið. Teir hava vunnið flest dystir.
Teir hava skotið flestu málini. Hava fægst gul kort og
so framvegis. Men tað er irriterandi, at FSF við síni
dystarskrá leggur eitt óneyðugt trýst á okkum. Tá teir
hava spælt áðrenn vit – og hava vunnið – so leggur tað
eitt trýst á okkum, sum vit gjarna vildu verið fyriuttan.
Og tað sæst eisini aftur í fleiri avgerandi støðum í dag,
at mínir menn ikki eru nóg kaldir, helt Sigfríður.
Toni vil ikki til Inter
Fiorentina áleyparin, Luca Toni, hevur alment
boðað frá, at hann ynskir at sleppa til eitt størri
felag. Men nú slær hann fast, at hetta so í øllum
førum ikki verður Inter. Inter hevur annars verið
sett í samband við Toni, men sjálvur sigur áleyparin
nú, at hann vil halda fram í Fiorentina. – Eg havi
tosað við leiðsluna, og vit eru samd um, at nú
skal eg bara hugsa um at fáa best møgulig úrslit í
Fiorentina, sigur Toni.
-mørk
Chelsea hevur dýrasta hópin
Ikki óvæntað er Chelsea ovasta liðið, nú týska Transfermarket
hevur mett um, hvussu nógv hópirnir hjá ymsu feløgunum í
Evropa kosta. Hópurin hjá Chelsea er verdur nærum 3 mia kr.,
og tað eru meira enn hálva milliard meira enn næstovasta liðið
felagið á listanum, sum er Barcelona. Listin sær annars soleiðis
út. 1 Chelsea (2,96 mia kr.), 2. Barcelona (2,39), 3. Real Madrid
(2,23), 4. Inter (1,69), 5 Manchester United (1,58), 6. Milan
(1,45), 7. Arsenal (1,44), 8. Juventus (1,37), 9. Liverpool (1,35),
10. Atletico Madrid (1,24).
-mørk
Dómarin kundi tað
sama spælt sjavs
í Gundadali, har
gøtumenn tóku
seinasta stikkið. Bæði
í kortsavnanini, har
teir fingu 5 fúsir og
tveir stikkarar. Og
í stigum, har teir
helst vóru fegnari
enn vertirnir í
stigabýtinum. Eisini
hóast teir við góðari
hond spældu kortini
skeivt
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Meira enn nakað annað,
so fer dysturin í Gundadali
týskvøldið at verða mint
ur fyri ófantaliga og til
tíðir beinleiðis vandamikla
spælið, sum gekk fyri seg
á vøllinum. Á dómarablokk
inum gav hetta 11 gul – harav
tvey vórðu konverterað til
reyð – og eitt beinleiðis
reytt kort. Og hetta var
nokk heldur ikki eitt tað
einasta ov nógv. Um nakað,
so kundi Eiler Rasmussen
kanska havt lenað seg heilt
upp at Valentin Ivanov.
Russiska dómaranum, sum
í HM 1/8-finaluni millum
Portugal og Holland heðvi
kortini úr lummanum 18
ferðir – harav reytt fýra
ferðir.
Vøkur mál
Á úrslitatalvuni stendur
tó lítið um mongu kortini,
sum fullu í dystinum. Hon
staðfestir, at tey bæði liðini
við javnleikinum týskvøldið
at kalla spældu seg sjálvan
út í kapprenningini eftir
EB/Streymi. Og hóast báðir
partar munnu iðra seg um
tann veruleikan, so kundu
gøtumenn uttan iva vera
best nøgdir um javnleikin.
Tí tað tóktist fyrst og
fremst vera hesum, sum GÍ
var komið eftir. Talt eftir
møguleikum, so skoraði GÍ
upp á helst einasta veruliga
av slagnum, tá Gunnar
effektivt endaði sera vakurt
kontra, eftir at GÍ hevði
fangað B36 bólttap í upp
spælinum.
Júst tann uppskriftin var
fyri tað nógva tann, sum GÍ
hevði lagt seg eftir, og longu
tíðliga í dystinum stóð
greitt, at tað var B36, sum
skuldi verða spælstýrandi
parturin í dystinum.
Tað gav eisini einstakar
møguleikar til vertirnar,
men bestu royndina átti
tó Ásbjørn Gunnarson, tá
hann úr 18 metrum sendi
dundurskot á stólpan.
Á hálva tímanum glapp tó
hjá B36. Fróði Benjaminsen
spældi við bringuni til Sylla,
sum dró, bíðaði og slepti í
júst røttu løtu, soleiðis at
Bergur Midjord fekk sent
bóltin í kassan.
Kortspælið
Málið tóktist geva B36
neyðuga friðin yvir spælið.
Gøtumenn tóktust á ongan
hátt vilja leypa framav, og
tá B36 ikki hevði tann stóra
tørvin á seta ferðina alt ov
langt upp, gekk tað nógva
nú fyri seg í gongutempo.
Tað kundi tað kanska gjørt
seinastu 55 minuttirnar,
um sinniliga javnvágin hjá
spælarunum var í lagi, men
tað var hon so langt ífrá.
Gøtumenn høvdu hug at
spæla hart, og tað sluppu
teir ikki at gera einsamallir.
Herbert í Lon Jacobsen
hevði longu lenað seg upp
at seinna gula kortinum,
tá hann stutt fyri hálvleik
fekk hetta, eftir at hann
hevði framt fríspark uppi á
miðvøllinum.
GÍ hevði tí fyrimunin frá
byrjan í seinna hálvleiki,
og við útjavningini høvdu
teir av álvara møguleikan
at seta seg á dystin. Tí líkt
ist tað eini fullkomnari
heilabløðing,
tá
Hans
Jørgen Djurhuus púrasta
fyrilitarleyst í knæhædd
kastaði seg inn í Berg
Midjord, og reyða kortið
frá dómarunum fekk eingin
sett spurnartekin við. Og tað
fingu tey fægstu, tá Sverri
Jacobsen
fáar
minuttir
seinni fekk sítt seinna gula
kort. Hetta eftir at hann
fleiri ferðir við báðum fót
um fremst hevði roynt at
stressa mótstøðuverjuna.
Trýstið bjargaði
ikki vónini
Útvísingarnar gjørdu sjálv
sagt, at B36 nú aftur fekk
sett seg á dystin. Við at flyta
bæði Alex og Fróða langt
niðan á vøllin, megnaðu teir
eisini at skapa eitt massivt
trýst fyrstu 10 minuttirnar
eftir seinna reyða GÍ-kortið.
Hóast góðar royndir og
møguleikar, so eydnaðist tó
ikki at fáa neyðuga málið,
og tá GÍ so líðandi megnaði
at toga ferðina úr dystinum,
gjørdist B36 sjáldan heilt
so vandamikið aftur. Tí
kundi illa mótmælast móti
útskiftingunum, tá Sigfríður
Clementsen at enda sendi
frískar menn inn fyri Sylla
og Obi. Og hóast serliga
Sylla sýndi sína ónøgd um
hetta við at renna beina leið
í skiftingarrúmið, so var tó
um reppið, at útskiftingin
gav bonus. Í øllum førum
mundi Sigurd Carlson iðra
seg, tá hann í yvirtíðini hevði
avgjørt størsta møguleikan
at senda øll stigini til
Havnar, men júst innkomin
var hann ikki nóg kaldur, tá
møguleikin beyðst.
Hevði B36 fingið øll
stigini, so hevði FM-vónin
ivaleyst verið størri, enn
hon er tað í dag. Tað vildi
hon væl eisini verið hjá GÍ,
um teir tóku stigini, men á
hvør sín hátt tveittu liðini sín
møguleika burtur týsdagin.
B36 við ikki at skora upp
á sínar møguleikar, og GÍ
við bókstaviliga at spæla
kortini skeivt, tá teir høvdu
trumfirnar í hondini.
B36-GÍ 1-1 (1-0):
Gøtumenn tóku stikkið
Talan var um óvanliga
nógv kort, tá GÍ vitjaði
hjá B36 í Gundadali
týskvøldið
savnsmynd
GÍ
B36