mikudagur 9. august 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 151 - 9. august 2006 ]
Morten Olsen trýr upp á FCK
Í kvøld skulu donsku meistararnir úr FCK royna seg móti
Hollendska Ajax í seinasta undanumfarinum áðrenn sjálvt
bólkaspælið í Champions League. Og hóast nógv meta Ajax sum
favorittar, so heldur danski landsliðsvenjarin, at FCK hevur ein
góðan møguleika. – Eg vil siga, at tað er fifty-fifty. Ajax hevur
nokk eitt lítið sindur betri hóp, men FCK er komið sera væl
ígongd í heimligu kappingini. Teir hava longu víst, at teir hava
eitt væl virkandi kollektiv, meðan kappingin hjá Ajax als ikki er
byrjað.
-mørk
Campbell til Portsmouth
Portsmouth tykist nú vera farið undir at brúka pengarnar, sum
ríki russiski eigarin, Sasha Gaydamak, hevur lovað felagnum.
Í fjør rakk tað akkurát til at sleppa undan niðurflyting, men nú
tykist Harry Redknapp vera sloppin framat pengapunginum.
Í gjár fekk felagið so undirskriftina frá Sol Campbell, sum
fram til í fjør var rimmar-fastur í Arsenal-verjuni. Hartil tykist
felagið ætlað at keypa David James úr Manchester City, meðan
Glen Johnsson (læntur úr Chelsea) og David Thompson úr
Wigan longu eru komnir til felagið.
-mørk
Tá ein tími var
spældur var dysturin
framvegis málleysur,
men seinasta hálva
tíman fekk HB bóltin
í netið tríggjar ferðir
og gjørdu teir harvið
sítt, fyri at fylgja við
oddaliðnum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
HB
hevði
allar
mans
tøkar nú teir skuldu fara
undir seinnu hálvu í lands
kappingini.
Málverjin
Bárður Johannesen, sum
hevur verið úti við skaða,
var tøkur og hevði fingið
afturval millum stengurnar,
og uppi í hinum endanum
var Rógvi Jacobsen við í
landskappingardysti fyri
fyrstu ferð, síðani hann
kom aftur úr Íslandi.
Fuglfirðingar hava eisini
fingið styrk í mun til fyrru
hálvu. Tveir leikarar eru
komnir aftrat, sum skulu
styrkja um offensivapartin
hjá liðnum, og eita teir Saric
Nenad og Amin Fallah.
Hinvegin hevur ÍF sagt
farvæl við Atla Petersen,
sum flytur niður fyrsta dag
in, og tað er avgjørt ein
missur fyri fuglfirðingar.
Haraftrat var Aleksander
Jovevic leikbannaður og
fekk ikki verið við.
Vánaligur fyrri
hálvleikur
Vertirnir fingu helst betru
byrjanina upp á dystin, men
sum fyrri hálvleikur leið
tóku gestirnir spakuliga
yvir. Longi gekk tó áðrenn
teir heilt stóru málmøgu
leikarnir komu, og tann
størsta av slagnum fekk
HB, tá Jóhan Ejvind vann
ein nærdyst við Fritleif í
Lambanum og aftan á legði
eitt frálíkt innlegg til Rógva
Jacobsen, sum tó stútaði
beint á málverjan, og harvið
spurdist ikki meiri burtur úr
tí.
Fyrri hálvleikur var tó
lítið undirhaldandi, og tá
málmøguleikarnir heldur
ikki vóru teir nógvu, var
tað lítið hugaligt at standa
sum áskoðari í regninum í
Fuglafirði.
Innskiftarar avgjørdu
Hetta broyttist tó í seinna
hálvleiki, tí tá varð dysturin
meiri undirhaldandi og mál
fingu vit eisini fleiri av.
ÍF byrjaði betur og trýsti
HB aftur á vøllin. Gestirnir
vórðu tí noyddir at dúva
upp á kontra, og tað var júst
upp á eitt av hesum kontra
álopunum, at HB legði seg
á odda.
Mortan úr Hørg legði
frá miðvøllinum eina sera
góða sending niðan í høgra
borð til Rógva Jacobsen.
Hann rak eitt lítið petti við
bóltinum, áðrenn hann legði
tvørtur um til Jákup á Borg,
sum setti innaru síðuna á
og legði HB á odda.
Hetta hendi, tá ein góð
ur tími var spældur, og
fýra minuttir seinni øktu
gestirnir um leiðsluna.
Hesaferð er tað málskjútt
in Jákup á Borg, sum er
upphavsmaðurin til málið,
sum Rókur Jespersen skorar.
Jákup driblar verjuna tunna
úti í høgru síðu og rekur inn
í vøllin. Hegnisliga leggur
hann síðani bóltin inn um
verjuna til innskifta Rók,
sum skjýtur hart og flatt
undir málverjan til støðuna
2-0.
Fyrsta málið hjá HB kom,
tá 61 minuttir vóru spældir.
Næsta málið tá 65 minuttir
vóru spældir, og ÍF skorar
triðja málið í dystinum, tá
67 minuttir eru farnir.
Bartal Eliasen kempar
fyri at vinna bóltin men
fer um koll, og ÍF vil hava
brotsspark. Hetta fáa teir
ikki í fyrsta atløgu og fer
bólturin víðari til Hanus
Eliasen. Meðan hann temur
bóltin verður hann spark
aður, og tá Hanus onki
ger fyri at varðveita javn
vágina, fer hann um koll.
Hesaferð floytar dómarin,
og Bartal Eliasen buldrar
brotssparkið í netið og
minkar um munin.
Hóast ÍF hevði onkran
fínan møguleika at javna
aftan á hetta, sá tað út til,
at HB hevði tamarhald á tí
heila, og tí var tað eisini í
lagi, tá ein annar innskiftur
HB-leikari, Tór-Ingar Aksel
sen, skoraði fimm minuttir
fyri leiklok.
Hetta var ikki ólíkt tí
fyrsta hjá HB. Jákup á
Borg og Rókur Jespersen
spæla verjuna sundur og
saman, áðrenn Jákup leggur
bóltin tvørtur um til Tór-
Ingar, sum uttan stórvegis
hóvasták leggur bóltin í
netið og staðfesti sigurin.
Eitt vælspælt álop og eitt
fínt mál hjá Tór-Ingar.
Gjørdu sítt
Við sigrinum gjørdu HB
sítt til at fylgja oddaliðnum
EB/Streymi. HB-liðið var
langt frá sannførandi í fyrra
hálvleiki, men seinasta
hálva tíman av dystinum
vístu teir góðar taktir og tað
kastaði trý mál av sær.
Við sigrinum minkaði
HB um fjarstøðuna upp til
EB/Streym, soleiðis at nú
eru fimm stig á muni. Hetta
gloppið kann gerast minni,
tí leygardagin skal HB norð
á Mølina at vitja oddaliðið.
Vinnur HB dystin sær tað
brádliga heilt gott út, meðan
tapa teir er støðan sum hon
var undan dystinum móti
ÍF.
Fuglfirðingar hava hin
vegin ein lítlan trupulleika
eftirhondini. Teir eru aftastir
men kunnu ugga seg við,
bæði B68 og VB/Sumba
eisini taptu sínar dystir, so
enn sær tað ikki heilt vón
leyst út.
Málverjin Bárður Johanne
sen hevur sitið úti stóran
part av árinum við skaða.
Áðrenn landskappingin fór
í summarfrí byrjaði hann so
smátt at venja aftur, og í
dystinum móti ÍF stóð hann
aftur millum stengurnar
báðar og vardi reyð/svarta
málið.
Bárður hevði eisini ein
rættiliga avgerandi leiklut í
dystinum í Fuglafirði.
Í staðin fyri at dysturin
endaði 3-1 til HB, kundi
hann eins væl endað við javn
leiki 2-2. Minuttin fyri, at
HB skoraði trúu teir allar
flestu fuglfirðingarnir, at heil
fluktarin frá Hanus Eliasen
sat uppi í málhorninum, men
áðrenn bólturin kom so langt,
hevði Bárður verið og vart
fyri frágera góða skotinum
við eini framúrskarandi bjarg
ing.
Við tí prógvaði hann
ikki bara, hví hann so oft
ani hevur verið inni í lands
liðshitanum, men eisini, at
hann nú er komin fyri seg
eftir skaðan.
– Jú, tað er deiligt at vera
aftur, og eg meti eisini, at eg
eri rímiliga væl fyri, viðgekk
HB-málverjin eftir dystin.
– Vit settu okkum fyri
at vit skuldu hava trý stig
burtur úr dystinum, og tað
skuldu vit fáa við at spæla
okkara spæl. Tað riggaði
so seinasta hálva tíman, og
tað eru vit glaðir fyri, sigur
Bárður Johannesen.
Hvussu síggja tit so upp
á dystin leygdardagin móti
EB/Streymi?
– Tað taka vit sum eina
stóra uppgávu. Teir eru sera
vælkoyrandi, men vit fara
eftir sigrinum og tað fer at
krevja nógv av okkum, men
í síðsta enda er tað ikki verri
enn so, at vit bara skulu halda
tætt og skora eitt mál, og tað
fara vit at royna at gera við
at spæla okkara spæl, segði
Bárður Johannesen eftir
sigurin í Fuglafirði í gjár.
-rwd
Innskiftarar
brúktu 7
minuttir
hvør
Bæði Tór-Ingar Aksel
sen og Rókur av Fløtum
Jespersen sluppu at
byrja dystin ímóti ÍF á
bonkinum. HB-venjarin,
Krzysztof Popczynski,
hevur skift nógv ímill
um leikararnar til start
uppstillingarnar í ár,
og í gjár vóru teir báðir
offensivu kapasitetarnir
settir á bonkin frá byrj
an.
Teir komu tó báðir
inn og brúktu teir akku
rát sjey minuttir hvør,
fyri at sleppa á mál
talvuna.
Rókur av Fløtum
Jespersen varð settur á
vøllin í 60. minutti fyri
Emil Nolsøe Leifsson,
og í 67. minutti fekk
hann bóltin í netið.
Tór-Ingar Akselsen
kom inn fyri 78. minutti
fyri Rógva Jacobsen,
og í 85. minutti skoraði
hann, og brúkti júst
sum Rókur bert sjey
minuttir frá tí hann
komin á vøllin, til hann
fekk bóltin í málið.
Teir báðir Emil Nol
søe Leifsson og Rógvi
Jacobsen fóru báðir
málleysir av vøllinum,
og
tá
báðir
teirra
avloysarar fingu bóltin
í netið og annars gjørdu
tað gott á vøllinum, er
tað ikki ósannlíkt, at
annar teirra verður við
frá byrjan í móti EB/
Streymi leygardagin.
-rwd
HB
ÍF
ÍF – HB 1-3 (0-0)
HB avgjørdi síðsta hálva tíman
Bárður komin fyri seg
A www.portal.fo
ber til at síggja
videoupptøkur við
málum og samrøðu
frá dystinum
Høgni Zachariassen
roynir at steðga Janus
Joensen, og tað riggaði
eisini í ein ávísan
mun, men seinasta
hálva tíman var tað
ongin frá ÍF, sum
megnaði at steðga HB
Mynd: Álvur Haraldsen