mikudagur 9. august 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 151 - 9. august 2006 ]
Hóast B68 legði seg á
odda og var tætt við at
økja um leiðsluna, so
vikaði hetta ikki NSÍ,
sum í tjúgu minuttir
skoraði fýra mál
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
B68 er botnlið, og NSÍ renn
ur eftir fremsta plássinum.
Fyrsta hálva tíman sæst
ikki nógv til, at munurin á
stigatalvuni er stórur. B68
fekk hol á í 8. minutti,
tá ið Julian Johnsson, sum
leingi var ytsti miðvallarin í
høgru, eftir diagonalsending
úr vinstru, rak eitt sindur
móti miðjuni, áðrenn hann
smekkaði til, og bólturin
sigldi í handara síðunetið.
B68 fegnaðist, og næstu
løtuna var tvær ferðir um
reppið, at teir fingu meiri
at fegnast um. Teir royndu
at spæla heldur enn at
sparka, bólthaldarin hevði
fleiri møguleikar at spæla,
og í løtum eydnaðist tað
teimum heilt væl.
Hendrik Rubeksen, sum
var grammur í 1. hálvleiki,
fekk tvær ferðir møguleikan,
men Jens Martin Knudsen
var honum ov boysin.
So var tað, at tað fór at
síggjast alt meiri til, at NSÍ
telist millum oddaliðini.
Christian Høgni Jacobsen
var støðug hóttan fyri B68
verjuna, miðvøllurin stóð
seg væl, Helgi L. Petersen
arbeiddi væl, og Jens
Martin var tryggur aftasti
skansi.
Óli Hansen stútaði til 1-1,
tá ið hálvur tími var farin.
B68 verjan megnaði ikki
at halda honum, hóast frí
sparksframleggingin sigldi
einar 35 metrar í brots
teigin. Og minuttin undan
hvíldini fekk NSÍ málið,
sum vísti seg at vera mønu
stingurin hjá toftamonnum.
Talan var um stórt mistak
í B68 miðverjuni, tá Kári
Hansen totalkiksaði, og so
gjørdist Óli Hansen púra
leysur.
Sløktu kontaktina
Beinanvegin eftir steðgin
fekk NSÍ eitt mál afturat. So
var tað bara ein spurningur,
hvussu stórur sigurin fór at
verða. Sonni L. Petersen
skoraði mál til 3-1. B68
misti í roynd at byggja upp
í høgru, Christian Høgni
Jacobsen spældi til Sonna,
sum úr átjan metrum sendi
upp um B68 málverjan og
upp undir nettakið.
Christian Høgni skoraði
sjálvur til 4-1, tá ið ein
tími
var
farin.
Hann
sneiddi
framvið
afasta
verjuspælaranum,
sum
dómarin
metti
gjørdi
brotsspark. Tórður Thom
sen hálvbjargaði royndini
hjá Christian Høgna úr
ellivu metrum, men lands
liðsmaðurin var fyrstur á
returinum.
Tveir minttir seinni varð
NSÍ stórsigurin staðfestur.
Viggo Johannesen rann
fram í hornasparksinnlegg
úr vinstru og stýrdi við
høvdinum bóltin í B68 mál
ið.
Síðsta hálva tíman var
eingin ivi um, at tað var
NSÍ, sum er topplið, og
at tað er B68, sum stríðist
fyri at sleppa undan niður
flytingini. NSÍ hevði stórt
yvirskot, og spælararnir
hildu høvdið kalt. B68
spælararnir tóktist ikki hava
nógva orku, og tað sigur
ikki so lítið, at teir síðstu
sjey minuttirnar, tá ið alt
langt síðani var avgjørt,
fingu fýra gul kort!
Við tryggum 4-0 sigri
í Vági hevur Skála
av álvara vunnið seg
úr niðurflytingar
vandanum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skála hevði at kalla ong
ar trupulleikar, tá teir vitj
aðu í Vági týskvøldið.
Serliga fyri steðgin var
yvirvágin sjónlig, tá skála
hevði vindin undan. Skála
søkti støðugt á málið hjá
heimamonnunum, men tað
var tó bert ta einu ferðina,
at úrslit spurdist burturúr.
Hetta tá Pauli G. Hansen
vann bóltin av verjuspælara
fyri síðani ósjálvsøkið at
spæla boga Gregersen púr
asta leysan.
Eftir steðgin høvdu gestir
nir vindin ímóti, men tað
vóru framvegis teir, sum
stýrdu tí mesta. Hampuliga
tíðliga komu teir eisini upp
á 2-0, tá Bogi Gregersen
enn einaferð stóð blankur
– hesa ferð eftir uppspæl
frá Levi Hanssen – og so
var at kalla leyst og liðugt.
Hóast aftan fyri við tveim
um málum, so vágaðu vág
bingar ikki tað heilt stóra
frameftir, men kortini eydn
aðist tað tvær ferðir Skála
at økja. Fyrst tá Debus
Danielsen hálvkiksaði skot,
sum Jónhard Frederiksberg
tó fekk stýrt í málið, og
aðru ferðina tá Johan Troest
Davidsen stútaði innlegg
frá Jónhard í kassan.
Hugsa enn
um strikuna
Hóast sigurin at kalla beindi
alt niðurflytingartos burtur
av Skála, so vildi tvífaldi
málskjúttin í dystinum, Bogi
Gregersen, ikki gera tær
heilt stóru staðfestingarnar
eftir dystin.
– Tað sær sjálvandi betri
út, nú vit hava fingið eitt
sindur av luft, men enn
kann nógv henda. Í so máta
verða teir báðir komandi
dystirni – móti B68 og
ÍF – rættiliga avgerandi.
Vinna vit teir, so eru vit
mest sum púrasta leysir, og
tað hevur fyrst og fremst
verið málsetningurin eftir
steðgin.
Og byrja tit so eisini at
líta longur upp eftir stiga
talvuni.
– Tað veit eg ikki. Enn er
munurin uppeftir dekan ov
langur, og tá veldst jú eisini
um, hvussu hini úrslitini
laga seg. Men sjálvandi
vóna vit, at tað verður støð
an.
B68-NSÍ 1-5 (1-2)):
Eingin slingur í hjá NSÍ
VB/Sumba-Skála 0-4 (0-1):
Skála rykkir úr botninum
Skála togaði seg
av álvara leyst úr
botninum, tá teir
vunnu knúsandi
tryggan sigur í Vági
Mynd: Áki Bertholdsen
Í NSÍ ræðast teir ongan
Einki er at siga til, at Trygvi Mortensen, venjari hjá
NSÍ, var stak væl nøgdur, tá ið hansara menn høvdu
vunnið 5-1 á Svangaskarði. Hetta er næststørsti NSÍ
sigurin nakrantíð á Toftum. Í fyrraárið, tá ið B68 flutti
niður, vann NSÍ 5-0 á Svangaskarði.
– Tað kendist eitt sindur striltið fyrstu løtuna. Men
talan var ongantíð um panikk. Vit gjørdu onkrar
justeringar á miðvøllinum. Óli Hansen gjørdist meiri
verjukendur, og Bogi Løkin meiri álopskendur. Tí var
tað eitt sindur undarligt, at Óli skoraði tvey tey fyrstu
málini, heldur Trygvi Mortensen, sum eisini minnir á,
at Sonni L. Petersen eftir uppspæl og innlegg úr høgru í
tveimum førum átti at havt skorað í 1. hálvleiki.
Hvat var stóri munurin á liðunum?
– At vit eru meiri samanspældir. Tað sigur seg sjálvt.
Vit hava ikki havt so nógvar skiftingar, meðan teir
spældu við fleiri nýggjum monnum. Eg haldi eisini, at
tað undan steðginum kendist, at okkara áttu meiri orku
enn B68.
Hvussu við framtíðini?
– Hon sær ógvuliga spennandi út. Nú eru vit á øðrum
plássi, og vit eiga dyst til góða móti B36. Vit ræðast
ongan, men vit taka allar uppgávurnar í álvara. Tað
verður torført móti ÍF, HB og B36, og so fæst at síggja,
hvussu støðan verður, tá ið vit skulu norður á Mølina,
hugleiðir Trygvi Mortensen.~
Mistøkini vóru dýr
Nýggi B68 venjarin, Bill Jacobsen, var ikki sligin í
gólvið, hóast liðið hjá honum hevði lagt rygg til 5-1 tap
á heimavølli.
– Í 1. hálvleiki royndu vit at spæla, og tað hepnaðist
væl. Vit fingu eitt mál, og um tað visti væl við, so fingu
vit eitt afturat, áðrenn teir fingu hol á. Tað var óheppið,
at teir komu á odda so stutt undan steðginum, og tað var
harmuligt, at vit gjørdu so nógv persónlig mistøk. Teir
fingu fimm mál, og sæð frá okkara sjónarmiði mugu
vit staðfesta, at øll málini vóru orsøk av persónligum
mistøkum. Tað boðar eisini frá NSÍ dygdum, at teir
megna at sekta mistøk.
Tað sær einki serligt út?
– Í botnstríðnum er støðan tann sama, sum hon var
undan týskvøldinum. Eg haldi, at vit skulu fokusera
upp á góðu løtuna undan steðginum og taka ta royndina
við okkum til næsta dyst, sigur Bill Jacobsen.
-mørk
NSÌ
B68
Skála
VB /Sumba
Vágbingur til B36
VB skrivar á heimasíðu sínari, at unglingaspælarin, Henning
Joensen, nú flytir til B36. Henning byrjar eftir summarfrítíðina á
Miðnámsskúla í Havn, og tá er munandi lættari at spæla fótbólt
í høvuðsstaðnum heldur enn í heimbygdini.
Og einki er at ivast í, at B36 við hesum hevur fingið ein
evnaríkan spælara í hópin. Henning hevur verið fastur partur
av føroysku U-landsliðnum seinnu árini, og hann var eisini við
á U-19 landsliðnum, sum var partur av norðurlendsku U-17
kappingini herfyri.
-mørk
Toftamenn fingu einki gjørt við grannarnar týskvøldið, tá NSÍ
vann søtan og trivaligan sigur
Mynd: Álvur
Ronaldo í essinum hóast mótburð
Christiano Ronaldo spældi í gjárkvøldi sín fyrsta dyst, eftir at hann var
atvoldin til reyða kortið, sum Wayne Rooney fekk í 1/4-finaluni í HM
millum Ongland og Portugal.
Hetta hendi, tá Manchester United vitjaði hjá Oxford í venjingardysti,
og ikki óvæntað varð Ronaldo møttur við ókvømisrópum, tá hann kom
á vøllin. Líka legði ungi portugisin tí hetta. Hann skeyt nevnliga tvey av
málunum hjá United og 4-1 sigrinum, og tá hann varð skiftur út, fekk
hann stórar klappsalvur frá reyðu áskoðarunum.