mikudagur 9. august 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 9. august 2006
31
+
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
Pirates of Carribean 2
Mikudag 09.08.
kl. 21.30
Hósdag
10.08.
kl. 21.30
Garfield 2
Mikudag 09.08.
kl. 16.30
Hósdag
10.08.
kl. 16.30
DISTRIBUERET AF UIP
WWW.UIP.DK
©DISNEY ENTERPRISES, INC
WALT DISNEY PICTURES
PRÆSENTERER
The Break-up
Mikudag 09.08.
kl. 19.00
Hósdag
10.08.
kl. 19.00
WWW GARFIELD2 DK
MED
DANSK TALE
Peter Pedal
Mikudag 09.08.
kl. 15.30
kl. 17.30
Hósdag
10.08.
kl. 15.30
kl. 17.30
Superman
Mikudag 09.08.
kl. 19.30
kl. 22.45
Hósdag
10.08.
kl. 19.30
kl. 22.45
uip.dk
TM
KOMANDI FILMUR
Take the Lead
Fríggjadag 11.08.
FRUMSÝNING
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
ÚTLOND
Í hesum døgum tosa
altjóða fjølmiðlarnir
bara um kríggið í
Libanon, og tí frættist
einki frá krígnum í
Gaza. Men tað heldur
fram
Bardagarnir í Gaza halda
fram í skugganum av kríg
num í Libanon, og tann
seinasta
mánaðin
hava
169 palestinar latið lív í
ísraelskum álopum. Bara
ein ísraelskur hermaður er
fallin, og hann doyði, tá
ísraelskir hermenn skutu
hann av misgáum.
Síðani víðgongdir pale
stinar
burturfluttu
ein
ísraelskan hermann tann
25. juni, hevur ísraelska
hermegin søkt av nógvum
málum í Gaza-geiranum.
Ísrael sigur, at herurin og
flogvápnið hava fingið boð
um at oyðileggja samskiftis-
og samferðslukervið hjá
yvirgangsmonnunum.
So seint sum mánadagin
bumbaðu ísraelsk flogfør
mál í Gaza. Palestinar
hava svarað álopunum við
at senda 71 heimagjørdar
rakettir inn í Ísrael. Í sama
tíðarskeiði hava ísraelsmenn
skotið 1.050 granatir inn í
Gaza-geiran, skrivar AP.
Í gjár royndi ein norsk
semingsnevnd at sleppa
inn í Gaza-geiran, men
mátti venda aftur, tí Ísrael
hevði stongt marknaliðini.
Útlendskir eygleiðarar hava
smáar vónir um frið í Gaza,
eftir at ísraelski herurin
hevur tikið formannin í
palestinska tjóðartinginum
við teirri grundgeving, at
hann er limur í Hamas.
Tann seinasta mánaðin
hava ísraelsmenn tikið 64
Hamas-leiðarar.
Ísraelsku álopini á Gaza
hava fingið fólk at venda
sær ímóti Ísrael. Í januar
vísti ein meiningakanning,
at bara 25 prosent av
palestinunum í Gaza tóku
undir við ætlanini hjá
Hamas at strika Ísrael av
heimskortinum. Nú vísir
ein tilsvarandi kanning, at
55 prosent styðja Hamas.
Tann sama kanningin vís
ir, at 97 prosent av pale
stinunum styðja Hizbollah í
bardaganum við Ísrael.
Frakland og USA ætla at
gera enn eina roynd at orða
eitt uppskot, sum skal fáa
frið í Libanon.
Tað
fyrsta
uppskotið
um vápnahvíld í Libanon
fór fyri bakka, tí hvørki
libanska stjórnin ella Arab
iska Samgongan kundu
góðtaka tað, tí tað kravdi
ikki ísraelska afturtøku úr
Suðurlibanon.
Men Frakland og USA
gevast ikki so. Aftan á
ein fund við umboð fyri
Arabisku
Samgonguna
í gjár segði franski ST-
sendiharrin,
Jean-Marc
de la Sabliere, at tey bæði
londini fara at gera eina
roynd afturat.
- Hesaferð ætla vit at
gera eitt uppskot, sum all
ir partar kunnu taka undir
við, og vónandi kann tað
samtykkjast í trygdarráð
num seinni í vikuni, segði
sendiharrin, eftir at hann
hevði tosað við tey arabisku
umboðini.
Á fundinum við franska
ST-sendiharran
gjørdu
tey
arabisku
umboðini
greitt, at ísraelsk afturtøka
er ein treyt fyri, at tann
arabiski heimurin kann
góðtaka eina vápnahvíld.
Uttanríkisráðharrin í Qatar,
Hamad bin Jassem bin
Jabr al-Thami, legði ikki
fingrarnar ímillum:
- Tað verður borgarakríggj
í Libanon, verða teir ísra
elsku hermenninir ikki
tiknir úrlandinum, segði
hann. Hann vildi vera við,
at ST-trygdarráðið hevði
sitið hendur í favn og hugt
at tí, sum hendir í Libanon.
- Trygdarráðið skuldi
heldur gjørt alt fyri at
steðga blóðbaðnum, sum
er vorðið gerandisdagur hjá
libanska fólkinum, segði
al-Thami og legði afturat,
at tað, sum nú hendir, fer at
elva til meiri hatur og stríð
í økinum.
Samstundis sum Frakland
og USA arbeiða við at orða
eitt uppskot um vápnahvíld,
kunngjørdi
ísraelska
stjórnin, at hon umhugsar
at herða átøkini í Libanon.
Sum
skilst
umhugsar
stjórnin at senda ísraelska
herin norður til libansku
ánna Litani, sum er einar
20 kilometrar norðan fyri
markið.
Lupu á flóttafólkalegu
Libanskar keldur upplýstu
í
morgun,
at
ísraelsk
herskip høvdu søkt at einari
palestinskari flóttafólkalegu
í Suðurlibanon í nátt. Eingin
doyði í álopinum, men
libanska løgreglan segði, at
15 fólk, teirra millum fleiri
børn, vórðu særd.
Umleið 50.000 palestinar
búgva í leguni, og hetta er
fyrstu ferð, at ísrael hevur
søkt at henni. Sambært
libansku keldunum sendi
eitt ísraelskt herskip tvær
granatir inn í leguna.
Tað hevur Ísrael váttað,
men sigur, at granatirnar
vóru ætlaðar Hizbollah-
limum, sum fjaldu seg í
flóttafólkaleguni.
Tað gloymda kríggið í Gaza
Royna aftur
Palestinski forsætisráðharrin,
Ismail Haniyeh, kannar skaðan
av einum ísraelskum rakettálopi.
Mynd: Reuters