Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 151 - 9. august 2006 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 -Tað verður borgarakríggj í Libanon, tekur Ísrael seg ikki aftur uttanríkisráðharrin í Qatar Íslendski viðrisbræva­ marknaðurin, ICEX, er farin undir samráðingar við felagið OMX, sum eigur virðisbræva­ markn­aðirnar í Danmark, Svøríki, Finnlandi, Estlandi, Letlandi og Litava. Endamálið er at leggja ICEX saman við OMX keypsskálar www.foroyabanki.fo ICEX boðaði fyrr í vik­ uni frá, at samráðingarnar við OMX snúgva seg um tættari samstarv, men flestu staðni verður fráboðanin frá ICEX tulkað soleiðis, at ICEX ætlar at leggja saman við OMX. Higartil hevur íslendski virð­isbrævamarknaður­ in lagt dent á at vera ein sjálvstøðugur virð­is­bræva­ markn­að­ur og hevur samstarvað við OMX um eitt nú SAXESS-hand­ils­ skip­an­ina. Men nú tykist kósin vera broytt. - Vit útihýsa ikki nøkrum møguleika í hesum sam­ bandi, heldur ikki at ICEX leggur saman við OMX, segði stjórin í ICEX, Thor­ dur Friðjónsson, við Børs­ en fyrr í vikuni. Í fjør kannaði ICEX møgu­ leikarnar fyri at leggja sam­ an við hinum norðurlend­ sku virðisbrævamarknað­u­n­ um, men valdi at lata vera. Nú hevur ICEX so broytt meining, og orsøkirnar eru sambært stjóranum í ICEX tvær. Onnur er, at nógvir virð­ is­bræva­markn­að­ir bæði í Evropa og USA leggja saman. Hin er, at í ok­tob­er í ár kemur ein fel­ags parta­ bræva­listi fyri Danmark, Svør­íki og Finnland. Tá ICEX í fjør kannaði møgu­ leik­arnar at leggja saman, var ógreitt, um øll íslendsk feløg slupp u á hendan list­ an. - Nú er greitt, hvussu reglurnar verða, og at øll tey íslendsku feløgini verða við á listanum. Tað er heilt greitt ein stórur fyrimunur fyri íslendsku feløgini at koma við á listan, sigur Thordur Friðjónsson. Gerst samanleggingin veru­leiki, verður Virð­is­ bræva­markn­að­ur Før­oya, ið er partur av ICEX, eis­ini partur av felags norðurlendska virð­is­bræva­ markn­að­in­um. Norðulendskir marknaðir leggja saman +EYPSSAMT’KANÓ(OYVÓK &+Ó(OYVÓKSØKNASTEFTIR &ØLKIATSITAVI¦KASSAN ATBYRJASKJØTASTTILBER !RBEI¦STÓ¦ -ÈNADAGTILHØSDAG  FRÓGGJADAG  LEYGARDAG  FRÓANNANHV’NLEYGARDAG ÓMI¦ALTÓMARUMVIKUNA ,’N 3AMBRTSÈTTMÈLANVI¦3+ .RRIFSTATVITAVI¦ATVENDASRTIL"ENT,UNDSGAARD TEL 3KRIVLIGUMSØKNSKAL ÓSEINASTALAGIMÈNADAGINAUGUST SENDASTTIL &+(OYVÓK "REKKUTÞNI &/(OYVÓK ATT"ENT,UNDSGAARD Í gomlu hølunum hjá HTH á Staravegnum hevur Petur Bech nú latið upp føroyska deild av Biga-køkum Handil Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað sæst aftur í býarmynd­ ini, at sethúsabygging og –um­bygging hevur fingið nógva ferð seinastu tíðina. Fleiri nýggir handlar, sum hava við hetta virksemi at gera eru opnaðir, og sein­ asta skotið í so máta er Biga-køkar, sum í morgun læt dyrnar upp . Serliga eru tað køkar og baðiverisli, sum handilin hevur lagt seg eftir at selja, og hóast harða kapp ing, so tykist Petur ikki vera í iva um, at virksemið fer at bera til. - Tað er jú nógv ferð á sethúsabyggingini. Og hó­ast talan er um fleiri kapp­ing­ar­­neyt­ar, so ivast eg ikki í, at rúm eisini er fyri okkum. Vit halda í øll­ um førum, at vit hava eina góða vøru at bjóða okkara kundum. Og tað ætla vit okkum at liva upp til, heldur handilsmaðurin. Hann viðgongur annars eisini, at seinastu dagarnir hava verið nakað stressaðir, nú alt skuldi fáast upp á pláss, men tá dyrnar lótu upp mikudagin, var tann parturin av arbeiðinum lið­ ugur. Biga Køkar opið aftur Moody’s, ið er altjóða viðurkendur greiningar- og kredit­ tmet­ing­ar­stovn­ur, hevur júst latið úr hondum nýggja greining um Ísland og íslendsku bankarnar Bankar www.kaupthing.fo Í stuttum er greiningin posi­tiv og stað­fest­ur, at ágang­urin, sum herfyri var á Ísland og íslendsku bank­ ar­nar, var misvísandi og ógrund­að­ur. Aðrir greinarar taka nú undir við hesum. Moody’s gevur Íslandi fram­haldandi kreditt­met­ ing­ina Aaa, ið er hægsta kreditt­meting, og um út­lit­ ini sigur Moody’s, at hesi eru støðug. Hendan kre­ditt­ metingin undirstrikar m.a., at íslendski búskapurin er av hægstu góðsku og at ein íløga í t.d. íslendsk stats­ lánsbrøv ber við sær lægsta íløguváða. Um Ísland sigur Moody’s, at kredittmetingin tekur støði í, at styrkin á íslendskum virkjum er høg, at almenna skuldin er lág og at íslendski búskapurin í verki hevur víst, at hann er mentur at standa í móti rembingum. Ísland er eitt ríkt og fram­ komið ídnaðarland, sum stend­ur frammanfyri einari bú­skap­­ar­lig­ari spjaðing, sum økir um ríkidømið og menn­ing­ina av bú­skap­ in­um. Hóast hetta vísast ávís­ir tjóðarbúskaparligar ójavn­vág­ir, herundir ein økt skuld í út­lend­sk­um gjaldoyra. Hó­ast hendan skuldin stendst av dygd­ ar­góð­um íløg­um, í somu gjaldoyrum, so­leið­is at netto skuldin er av­mark­að, var tað m.a. hetta sum elvdi til harða ágangin á íslendsku bankarnar herfyri. Sambært Moody’s var hesin ágangurin yvirdrivin. - Skuldin í útlendskum gjaldoyra hevur fíggjað út­lendsk­ar íløgur av høgari góðsku umframt at ognin og skuldin hjá íslendsku bankunum samsvarar væl. Moody’s sigur víðari, at: “Íslendska fíggjarkervið er vælrikið, væl kapitaliserað við hóskandi gjaldføri og tað er ført fyri at standa ímóti sam­stundiskomandi ágangi frá ógvusligum broyting­um í gjaldoyranum, ognarprís­ um og ognargóðsku. - Skuldi ein slíkur ágang­ ur komið, er íslendska stjórn­in væl fyri at taka sær av trup­ul­leik­un­um, orskað at lágu almennu skuldini. Sammett við onnur fram­ kom­in ídnaðarlond við høgu kre­ditt­met­in­ini Aaa, er íslendska skuldini bert helvtin av miðalskuldini hjá hinum londunum. Føgur orð um íslendska búskapin Fleiri fólk stukku inn á gólvið, tá nýggi handilin við Biga-køkum læt upp mikumorgunin mynd: álvur