mikudagur 9. august 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 9. august 2006
3
tíðindi
Kári Johannesen av
Skála hevur keypt
eina luksusyacht úr
USA. Báturin var
sokkin í ódnini Ritu,
men síðani er hann
fingin uppaftur. Eftir
stórar trupulleikar
við flutninginum er
báturin komin til
Skála, har ið Kári
sjálvur fer at umvæla
skaðarnar. Hann
ætlar at leiða bátin
út til ferðafólk, sum
fegin vilja sleppa ein
fiskitúr
LUKSUSYACHT
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Kári Johannesen, fyrrver
andi borgarstjóri í fyrr
verandi kommununi Skála
Kommunu, hevur keypt ein
bát úr USA. Talan er um
eina rættiliga luksusyacht.
Hann hevur keypt bátin á
uppboðssølu á alnetinum.
Báturin var sokkin í ódn
ini Ritu. Áðrenn tað hevði
hann longu verið ígjøgnum
eina meira kenda ódn, sum
kallast Katrina. Hana yvir
livdi báturin, men til tað
seinnu hekk hann uppi í
trossum yvir ein bátahyl.
Trossarnir slitnaðu, og
báturin fór við afturpart
inum fyrst niður í sjógvin
og sakk. Síðani er báturin
fingin upp aftur, men hann
hevur fingið skaða.
Kári ætlar sær sjálvur at
umvæla bátin:
- Eg havi fulltíðarstarv,
og tí eru tað bara onkrar
løtur, eg fái tíð til at putlast
í bátinum. Eg ætli mær,
at hann skal sigla næsta
summar. Skaðarnir uttan
verða lætt ordnaðir, men
mestsum alt innan skal
skiftast út, sigur Kári.
Fer at leiga bátin út
Báturin er sera stórur, og tá
ið alt innbúgvið er komið
inn í hann aftur, er talan
um ein rættiligan luksusbát.
Hann hevur tvey stór WC
við brúsu, tvey kømur og
tvær stovur. Umframt tað
hevur hann airconditión,
vatnkølara, køliskáp, frysti
boks, fleiri sjónvørp og
mangt annað. Tann eina
stovan er sera stór, og ein
flott hjørnasofa skal standa
í einum hjørni.
Kári sigur, at tað var av
handilsligum orsøkum, at
hann keypti bátin:
- Eg fekk bátin fyri ein
góðan prís. Hesin hevði
kostað fleiri milliónir sum
nýggjur. Eg ætli mær at
leiga hann út til fiskitúrar.
Eg veit, at tað eru nógv
ferðafólk, sum fegin vilja
gjalda nógvar pengar fyri
at sleppa ein túr við einum
tílíkum báti. Á tann hátt ætli
eg mær at vinna peningin
inn aftur, sigur Kári.
Trupul flutningur
Kári er sera glaður um at
hava fingið bátin heim,
men tað var ikki lætt at
fáa bátin fluttan úr USA til
Føroya.
- Tað vóru ymiskir trup
ulleikar við flutninginum.
Eg keypti bátin longu í
februar, men nústani havi
eg fingið hann til Føroya.
Hann skuldi koyrast langt í
USA, og so fekk eg hann til
Týsklands. Har stóð hann
í hálvan annan mánað, og
síðani fluttu teir hann til
Svøríkis. Tá leigaði eg eitt
skip yvir eftir honum, og
langt um leingi er hann her,
sigur Kári.
Nú stendur báturin á landi
við bátahylin á Skála, har ið
Kári arbeiðir við bátin.
- Tað koma allatíðina fólk
framvið, sum vilja síggja
bátin. Tað hevur verið sera
stórur áhugi, sigur Kári.
Um umleið eitt ár kunnu
føroyingar vænta sær at
síggja eina luksusyacht á
teimum føroysku firðunum.
Helst verða tað ríkir útlend
ingar, sum koma at nýta
bátin mest.
Klaksvíkar Svimjihøll stendur í dag framman fyri nógvum nýggjum avbjóðingum:
• Heilsa og likamsrøkt fær alsamt størri týdning
• Norðoyatunnilin hevur latið upp, og
• Sjøtil er settur á eina spennandi útbyggingarætlan.
Til at stjórna, selja og vera við til at menna svimjihøllina, verður søkt eftir nýggjum
svimjihallarleiðara at byrja í næstum.
Høvuðsuppgávurnar eru:
• At stjórna, selja og vera við til at menna tilboðini í svimjihøllini.
• At tryggja eitt til eina og hvørja tíð trygt, reint og dámligt umhvørvi í høllini
• At hava ábyrgd av dagliga virkseminum, m.a. yvir fyri starvsfólkum og viðskifta
fólkum, tekniskt og fíggjarliga.
Vit sóknast eftir persóni, ið:
• Hevur hugsjónir um virksemi í eini svimjihøll.
• Hevur neyðugan kunnleika og fortreytir fyri at hava ábyrgd av svimjihøllini.
• Kann ganga á odda og arbeiða sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti:
• Talan er um eitt fulltíðarstarv.
• Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum KAF og Starvsmanna-
felagið, lønarfl okkur 5.
• Hevur tilvísing til Mentanardeildina
Fleiri upplýsingar
kunnu síggjast í starvslýsingini á heimasíðuni www.klaksvik.fo og kunnu annars
fáast við at venda sær til býráðsskrivaran ella mentanardeildarleiðaran á tel. 410000
Umsóknir, saman við prógvi, heilsuváttan og møguligum viðmælum v.m., verða at
senda til:
Klaksvíkar Býráð
Postsmoga 2
700 Klaksvík
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi á middegi mánadagin 14. august 2006
Svimjihallarleiðari
Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík
Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I www.klaksvik.fo
Klaksvíkar Kommuna / Svimjihøllin
Klaksvíkar Svimjihøll:
Er ein av íalt trimum svimjihallum í landinum, sum hevur 25 metra svimjingarhyl. Inniheldur annars barna- og familju-
vinarligt umhvørvi við grunnum hyli við ymiskum lutum at spæla við, hitarúm v.m. Varð bygd í 1974. Er í løtuni undir
um- og nýbygging og fer seinni í ár at lata upp við tí fyrstu, stóru skreiðibreytini í landinum, vatnlandi v.m. Umframt
leiðaran eru fýra starvsfólk í føstum starvi umframt eitt ávíst tal av avloysarum.
Talan verður uttan iva um eitt glæsiligt far, tá umvælingararbeiðið er liðugt. Stórsligin sær báturin hjá Kára í øllum førum út
Ódnarbátur keyptur
til Skála
Høvuðsnøvnini á Fjarða
festivalinum, Michael Tait
og All Star United, hava
nógv um at vera nú beint
áðrenn teirra ferð til Før
oya
Michael Tait og All Star
United mugu sigast at vera
høvuðsnøvnini á Fjarða
festivalinum. Michael Tait
er serliga kendur sum ein
av teimum trimum sangaru
num í bólkinum DC Talk.
Michael Tait skal nú spæla
við í einari stórari operu
kallað „Hero“ saman við
nógvum øðrum kendum.
M.a. spælir Rebecca St.
James eisini við. Rebecca
var fyri stuttum í Føroyum,
har ið hon helt konsert í
kelduni.
All Star United eru ein
kendur kristiligur bólkur úr
USA. Teir eru á konsertferð
í Evropa í løtuni. Teir koma
í hesum sambandi ein túr til
Føroya til Fjarðafestivalin.
Teir hava tí bestu fortreytir
at vera í góðari venjing til
konsertina í Føroyum.
Meira kann lesast um festi
valin á www.fjardafestival.
com
- HeiniK
Høvuðsnøvnini á Fjarða
festivalinum úr at gera