mikudagur 9. august 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 151 - 9. august 2006
- Endamálið er at
typpa fyri, at ólóglig
rúsevni koma inn
í landið - og at
upplýsa ungdómin
um vandan. Hetta
verður sjálvsagt ein
drúgv “prosess”, men
umráðandi er, at
rúsevni ikki vinna
fótafesti millum
ungdómin. Neyðugt
er við upplýsandi
tiltøkum, har bæði
ungdómur, foreldur,
felagsskapir og
myndugleikar
eru við, sigur
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður
Rúsevni
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í Sosialinum mánadagin
høvdu vit samrøðu við Finn
Helmsdal, løgtingsmann,
sum undir viðgerðini av
ólavsøkurøðu
løgmans
segði, at hann saman við
Miðflokkinum fer at leggja
eitt uppskot til samtyktar
fyri løgtingið um eina null-
loysn í rúsevnismálum.
Undir viðgerðini vísti
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður á, at Finnur er
ov seinur á sjóvarfallinum,
tí í fólkaheilsuætlanini er
ein greiður málsetningur
um einar rúsevnisfríar Før
oyar.
Finnur helt hinvegin, at
øll mál kunnu ikki kvalast
í
2015-visjónsætlanum
landsstýrisins, og tí er hann
nú farin í holt við at orða
eitt uppskot til samtyktar
um null-loysn, eins og ein
null-loysn longu er sett út í
kortið í ferðsluni.
Long “prosess”
Hans Pauli Strøm sigur, at
endamálið við tí arbeiði,
sum longu er í gongd í eitt
nú landsstýri og ráðum, er
at typpa fyri innflutningi av
ólógligum rúsevnum.
- Tað er í fyrsta lagi tey
ólógligu rúsevnini, sum
talan er um í hesum føri
– og ikki vanligt rúsdrekka,
sum undir skipaðum við
urskiftum er loyvt at selja
í Føroyum. Hinvegin legg
ur ætlanin eisini upp til,
at misnýtsla ikki fer fram
við rúsdrekka, og eisini
í hesum førinum er upp
lýsing ein týðandi partur av
arbeiðnum.
Hann sigur, at endamálið
við ætlanini er at typpa fyri,
at ólóglig rúsevni koma inn
í landið - og at upplýsa
ungdómin um vandan við
rúsevnum.
- Hetta verður sjálvsagt
ein drúgv “prosess”, men
umráðandi er, at hesi evni
ikki vinna fótafesti millum
ungdómin. Tí er neyðugt
við upplýsandi tiltøkum, har
bæði ungdómur, foreldur,
felagsskapir og myndug
leikar eru við, sigur Hans
Pauli Strøm.
Finnur stuttmintur
Hann vísir á, at landsstýrið
longu í vár legði fyri løgting
ið og almenningin eina ætl
an um rúsevnispolitiska
null-loysn.
- Uppskotið hjá Finni
Helmsdal er positivt og kon
struktivt. Tað er altíð gleði
ligt at fáa eyka stuðul frá
løgtinginum til tær ætlanir,
sum longu eru settar út í
kortið og sum farið er í holt
við at fremja, sigur Hans
Pauli Strøm.
Tó sigur landsstýrismað
urin seg undrast yvir mátan,
sum Finnur framber sína
ætlan um hesi viðurskifti.
- Í samrøðuni við Sosialin
sigur hann, at landsstýrisins
politikkur á hesum øki
verður kvaldur í 2015-vis
jónum, men tað er ikki
rætt.
Landsstýrismaðurin held
ur, at Finnur er ógvuliga
stuttmintur og fylgir ikki
nóg væl við, tá ið hann
sigur slíkt.
- Veruleikin er, at longu
fyri fýra mánaðum síðani
legði landsstýrið rúsevn
ispolitisku “null-loysnina”
fram í fólkaheilsuætlanini –
við greiðum málsetningum
og ítøkiligum ætlanum um,
hvussu vit skulu arbeiða
fyri at náa málinum um
einar rúsevnisfríar Føroyar.
Hans Pauli Strøm er
slett ikki samdur við Finni
Helmsdal um, at landsstýrið
drálar í hesum máli.
- Vit eru longu farin í holt
við at seta okkara ætlanir
í verk, og tí havi eg sagt,
at løgtingsmaðurin er ov
seinur á sjóvarfallinum
– og tykist ikki vita, hvørji
stig landsstýrið longu hev
ur tikið á hesum øki.
Miðvíst átak
Hann vísir á, at løgmaður
longu í fjør vár tók hetta
málið upp á landsstýris
fundi og eggjaði landsstýr
ismonnum til at fremja eitt
koordinerað og miðvíst
átak móti útbreiðslu av rús
evnum.
- Eitt tað fyrsta, sum
hendi, var at fáa løgregluna
inn sum fastan lim í Fyri
byrgingarráðnum. Tað næsta
var, at Fyribyrgingarráðið
fór í holt við víðfevnandi
upplýsingartiltak móti rús
evnum millum skúlaung
dóm kring landið. Tað triðja
var, at landsstýrið fór í
gongd við at kanna, hvussu
vit kunnu skerpa eftirlitið
við ólógliga innflutningin
um av rúsevnum og síðan
gjørdi av at seta ítøkilig
tiltøk í verk. Í fjórða lagi
kom hetta at merkja, at stríð
ið móti rúsevismisnýtslu
fyllir ein stóran part av
fólkaheilsuætlanini, sum
var til aðalorðaskifti í løg
tinginum í vár.
Hans Pauli Strøm sigur, at
tá ið Finnur Helmsdal vísir
á, at arbeiði móti ólógligum
rúsevnum má raðfestast og
samskipast á øllum økjum í
samfelagnum, er hetta júst
aðaltátturin í rúsevnispolit
ikkinum hjá landsstýrinum.
Herða eftirlitið
- Broytingar skulu gerast
í tolllógini við tí enda
máli at herða eftirlitið,
og tolleftirlitið skal hava
elektroniska atgongd til
upplýsingar
um
ferða
fólk. Tollvaldið skal eisini
hava heimild til at skrá
seta upplýsingar um fólk,
sum verða tikin fyri ólóg
ligan innflutning av rús
evnum, eins og tollvaldið
skal hava ein servandan
narkotikahund aftrat hund
inum, sum frammanundan
arbeiðir fyri stovnin
Hans Pauli Strøm sigur,
at á henda hátt verða nógv
betri møguleikar fyri meira
effektivum samstarvi mill
um løgreglu og tollvald
um at herða stríðið móti
ólógliga innflutninginum.
- Landsstýrið hevur av
gjørt ein greiðan og aktiv
an rúsevnispolitikk, har vit
eisini eru í holt við at seta
í verk ítøkilig og samskip
andi tiltøk á fleiri “front
um”, sum landsstýrismað
urin tekur til.
Landsstýrið arbeiðir aktivt
ímóti ólógligum rúsevnum
- Finnur Helmsdal,
løgtingsmaður, sigur,
at rúsevnispolitikkur
landsstýrisins verður kvaldur
við 2015-visjónum, men tað
er ikki rætt, sigur Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður
- Tollvaldið skal hava ein servandan
narkotikahund aftrat hundinum,
sum frammanundan arbeiðir fyri
stovnin, sigur landsstýrismaðurin
Marius og 200 á konsertferð
200 og Marius fara
seinni í hesum
mánaðinum saman
á konsertferð kring
Føroyar fyri at
marknaðarføra
nýggju fløgurna hjá
bólkunum.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsunidam@sosialurin.fo
Besti bólkur í 2005, 200
og GBOB vinnarin Marius
góvu á G!Festivalinum
nýggjar fløgur út, og nú
fara bólkarnir á konsertferð
saman. Talan er um fýra
konsertir, tann fyrsta er
á Bryggjuni í Vestmanna
fríggjakvøldið 18. august,
síðan verður farið til Tvør
oyar leygarkvøldið 19.
august, við sær hava bólkar
nar rokk plátuvendaran DJ
Sakin Spakin.
Vikuskiftið eftir leggja
Kaggin í Havn og Ment
anarhúsið
í
Fuglafirði
pall til somu bólkar og DJ
Sakin Spakin. Eisini verð
ur solobassleikarin Øssur
Johannesen við hesi kvøld
ini. Konsertin í Kagga
num er fríggjakvøldið 25.
august, meðan konsertin í
Fuglafirði er leygarkvøldið
26. august.
Marius og 200 spældu
góðar konsertir á G!Festi
valinum, og báðir bólkar
hava eykaløg á 15 teimum
bestu hesa vikuna.
Nýggju fløgurnar hjá
bólkunum báðum eru ljóð
blandaðar av Óla Poulsen, og
givnar út av plátufelagnum
TUTL. Konsertferðin er eitt
slag av útgávukonsertferð.
Hetta er fyrsta fløgan hjá
Marius, meðan Graceland
hjá 200 er triðja fløgan hjá
bólkinum. Onnur fløgan hjá
200 Viva La Republica, var
millum best seljandi fløg
urnar í fjør, og risa hittið
Muscleman blað var eitt
av best umtóktu løgunum
í fjør.
15 tær bestu eru komnar
aftur úr Summarfrí, hóast
listin hevur hvílt seg í
fleiri vikur liggur Sasa Sa,
Sa hjá The Dreams enn á
ovastu rók.
Tolkingarnar av goml
um føroyskum klassikar
um hjá popppunkrarunum
hava fingið sera góða
móttøku, og gamli Georg
eystan Á klassikarin hevur
fingið nýtt lív.
Annars eru fleiri før
oysk løg dottin av lista
num hesa vikuna, og Teit
ur og Høgni Lisberg eru
einastu føroysku umboð
ini á restini av listanum.
Louis Louis hjá Teiti ligg
ur á øðrum plássi, með
an Just Dig liggur á 13.
plássi, nú lagið fer at detta
út orsakað av 15 viku
markinum.
Tvey føroysk løg eru
millum eykaløgini, The
Sky Is Our Home hjá Mar
ius og Graceland hjá 200.
nud
200 og Marius spældu sannførandi konsertir á G!Festivalinum
mynd: Ólavur Frederiksen
The Dreams enn á ovastu rók