mikudagur 9. august 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 151 - 9. august 2006
tíðindi
Føroyaferðin hjá
Graciu Burnham er
av á hesum sinni.
Møtini hjá henni hava
verið sera væl vitjað.
Umframt at tala,
hevur Gracia eisini
fingið tíð at hildið
frí, og hon hevur
millum annað sæð
grindadrápið í Gøtu
TRÚBOÐARAVITJAN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Gracia Burnham fór av
landinum í gjár. Hon hevur
vitjað Føroyar og hildið
møtir ymsastaðni. Hon er
fyrrverandi trúboðari á Fil
ipinunum, har ið hon varð
tikin fangi av yvirgangs
bólkinum Abu-Sayaf. Hon
varð hildin fangi í eitt ár,
áðrenn hon megnaði at
flýggja. Maðurin hjá Grac
iu doyði av skotum, tá ið
hon slapp leys.
Jógvan Zachariassen hevur
saman við Ólavi Jøkladal
skipað fyri Føroyaferðini
hjá Graciu. Hann sigur seg
vera væl nøgdan við vitjan
ina hjá henni:
- Vit eru øgiliga glaðir fyri
vitjanina. Møtini vóru sera
væl vitjað. Tað var fult í
øllum samkomuhúsunum,
sum hon talaði í. Tá ið hon
talaði í ítróttarhøllini á Eiði,
vóru 700 fólk komin at
lurta eftir henni. Tað var ein
sera breiður áhoyraraskari
til møtini, sigur Jógvan.
Geva íblástur
til missión
Jógvan Zachariassen heldur,
at tað er týdningarmikið at
fáa fólk, sum hava upp liva
okkurt til Føroya, tí at tey
kunnu læra okkum nakað:
- Gracia hevur upp livað
nógv, og hon kann veruliga
læra okkum nakað. Hon
kann hjálpa fólkum, sum
kenna sorg. Eg veit, at tað
eru nógv, sum hava fingið
okkurt burturúr vitjanini
hjá henni.
- Eitt annað endamál við
vitjanini er, at geva føroy
ingum íblástur til missión.
Vit síggja sjálvandi ikki
virkningin
beinanvegin,
men vónandi eru nógv vorð
in uppmuntrað av henni,
sigur Jógvan Zachariassen.
Gracia Burnham segði á
tíðindafundinum í Miðla
húsinum, at hon eisini
ætlaði sær at halda frí í
Føroyum, og hon vónaði, at
Føroyar kundi geva henni
nakað. Jógvan sigur, at hon
var eisini væl nøgd við vitj
anina.
- Gracia fekk møguleika at
hitta tey, sum hava biðið fyri
henni, tá ið hon var fangi á
Filipinunum. Tað var stórt
hjá henni. Hon hevur eisini
verið runt í landinum. Vit
hava verið frá Enniberg
til Akraberg. Eisini hevur
hon sæð grindadráp í Gøtu.
Afturat tí hevur hon roynt
tann føroyska matin. Hon
er veruliga bergtikin av
landinum og fólkinum, sig
ur Jógvan Zachariassen at
enda.
Sunda Kommuna
hevur selt
goymslubygningin
niðri við keiøkið
til Havnar
Timburhandil.
HT ætlar at nýta
bygningin sum
timburgoymsla til
tann stóra viðin.
Soleiðis hava teir
møguleika at nýta
goymsluhølini í Havn
meira effektivt
KEYP OG SØLA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
HT hevur júst keypt ein
goymslubygning frá Sunda
kommunu. Nýggi goymslu
bygningurin liggur í Hval
vík.
- Talan er um eina stóra
tóma høll, sum vit fara at
nýta sum timburgoymsla.
Vit ætla okkum at goyma
stóran við inni í høllini.
Høllin er næstan líka stór
sum ein ítróttarhøll, siga
tey frá HT.
Havnar Timburhandil hev
ur seiinastu tíðina vaksið
munandi um virksemið,
men høllin er ikki beinleið
is avleiðing av økta virk
seminum:
- Nýggja timburgoymslan
ger, at vit kunnu brúka
goymslurnar í Havn øðr
vísi. Soleiðis kunnu vit nýta
hølini hjá okkum meira
effektivt. Tá ið tann stóri
viðurin er fluttur út, verður
lættari at skipa vøruna,
sum kann koma beinleiðis
út í handilin. Sum nú er,
er ikki arbeiðsligt inni i
goymsluni, tí at tað liggur
so nógvur stórur viður og
sløðist, sigur Jørmann frá
HT.
Tað eru ongar ítøkiligar
ætlanir um, hvat tað leys
givna plássið skal nýtast
til, men tað gevur fleiri
møguleikar til timburhand
ilin.
Havnar Timburhandil keypt
goymslubygning
Havnar Timburhandil hevur keypt goymslubygningin í Hvalvík frá Sunda Kommunu.
Bygningurin er tann nærri á myndini.
Mynd Rólant Waag Dam
Gracia Burnham bergtikin av landinum og fólkinum
Rætting
Í Sosialinum í gjár var eitt
ummæli av framførsluni
hjá barnakórinum Drop
ar á Summarfestivalin
um. Í greinini stendur, at
Sigrið Rasmussen stjórn
ar kórinum, men hetta
er ikki rætt. Tað er Sig
rið Sivertsen, ið stjórnar
barnakórinum.
Vit biðja lesaran halda
okkum til góðar og
umbera fyri mistakið.
Í morgin hósdagin 10.
august kl. 15.15 fer send
ingin Fjarðarok í luftina
á Rás 2.
Vertar í sendingini verða
teir báðir, Eyðun Jacob
sen og Terje Vestergaard,
sum eisini eru kendir frá
sendingini
Krossfeltið,
sum var at hoyra seinasta
vetur, eisini á Rás 2.
Sendingin fer at snúgva
seg um Fjarðafestivalin,
og tað verður prátað við
fyrireikararnar og nøkur
av føroysku luttakarunum
á skránni. Umframt hetta
verður eisini tónleikur
frá bólkunum at hoyra.
So snara teg inn á Rás
2 hósdagin og hoyr, hvat
fjarðafestivalurin hevur at
bjóða.
- JJ
FJARÐAROK í Luftina
Tjalding er eftirhondini
vorðið ein obligatoriskur
partur av einum festi
vali, og nú bjóðar Fjarða
festivalurin eisini tjalding
arpláss.
Fjarðafestivalurin hevur
við stórari vælvild frá
hagastýrinum í Skálafirði
fingið eitt ógvuliga nátt
úruvakurt og væl egnað
pláss til tjaldingina, beint
norðanfyri festivaløkið.
Prísurin fyri tjalding er
150 kr. fyri hvørt tjaldið.
Tað ber til at tekna
seg til tjalding á www.
fjardafestival.com
Tjalding
á Fjarðafestivalinum