Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

18 Nr. 151 - 9. august 2006 Tað er ein stór broyting hjá teimum børnum, sum byrja í fyrsta flokki, nú tey sjálvi skulu ganga í og heimaftur úr aftur skúlanum. Tí er sera umráðandi at foreldrini hjálpa teimum við at finna tryggastu leiðina Ferðslutrygd Í ferðsluni skulu vit tí altíð “vænta tað óvæntaða av børn­um!” Tí børn hugsa ikki altíð um tað, tey gera - tey eru spontan. Tá ið børn byrja at ganga í skúla, eru tey ikki enn før fyri at hava fulla ábyrgd av sær sjálvum í ferðsluni Tað er ov vandamikið at lata børnini sjálv trilva seg fram í ferðsluni. Tí mugu foreldur og onnur vaksin vera á varðhaldi og hjálpa til við at finna tryggastu leiðina í skúla og fáa barn­ ið at bera seg rætt at í ferðsluni. Tá ið barnið fer í skúla á fyrsta sinni, liggur leiðin kanska um vegir, sum tað ikki kennir. Finn tryggastu leiðina Stytsta leiðin er ikki altíð tryggasta leiðin. Tí er tað umráðandi, at tit fylgja barninum í skúla teir fyrstu dagarnar og velja ta tryggastu leiðina í skúla. Vísið barninum á allar hugsandi ferðsluvandarnar á leiðini. Endurtakið fyri barninum allar tær ein­fald­ astu ferðslu­regl­ur­nar. Latið barnið fara í skúla rættstundis, hvørki ov tíð- liga ella ov seint, tí tað kann vera eins vandamikið. Umráðandi er at hava góð­ ar stundir, so at barn­in­um ikki nýtist at skunda sær. Við bussi í skúla Skal barnið við bussi er umráðandi, at tað fær at vita, hvussu tað eigur at bera seg at. Mælt verður til, at for­eld­ rini eru við fyrstu túrarnar • Umráðandi er at møta í góðari tíð. • Eru børnini fleiri sam­an, mugu tey fáa at vita, at tey ikki skulu spæla ella skumpa hvør annan. • Tá ið bussurin nærk­ast steðgiplássinum, skal barn­­ið bíða til bussurin steðgar. • Meðan bussurin, koyrir er umráðandi, at barnið situr niðri og ikki reis­ ir seg upp, fyrr enn buss­urin er steðgaður. Stend­ur barnið uppi, er umráðandi at hava okk­ urt at halda í. • Lærið barnið at ansa sær og hava fyrilit, tá tað skal úr bussinum. • Skal barnið tvørtur um vegin til skúlan, er sera umráðandi, at tað ikki fer tvørturum, fyrr enn buss­urin er farin. • Bussurin kann lættliga fjala ein heilan bil. Á súkklu í skúla Yvirhøvur er vandamikið at súkkla úti í ferðsluni, tí lítið er gjørt fyri fólk á súkklu • Børn yngri enn 6 ár hava als ikki loyvi at súkkla einsamøll úti í ferðsl­uni, men skulu vera saman við vaksnum fólki. • Mælt verður til, at børn ikki sleppa at súkkla í skúla, fyrr enn tey eru í 10-12 ára gomul. • Orsøkin til hetta fyri­ varni er sannroyndin, at børn yngri enn 10 ár eru ikki búgvin at vera á súkklu í ferðsluni. • Umframt at tey ikki eru kropsliga fullment, so eru tey ikki før fyri at hugsa um fleiri við­ urskifti samstundis og duga ikki at meta um ferð og frástøðu hjá bil­ um. • Tað er sera umráðandi, at barnið er í hjálmi, tá ið tað er á súkklu. 10 góð ráð 1. Er gongubreyt, skalt tú ganga har og ikki á veg­ num. 2. Steðga altíð á, áðrenn tú fert út á vegin. 3. Er eingin gongubreyt, gakk tá ímóti ferðsluni so uttarliga á vegkantin­ um, sum til ber. 4. Er gonguteigur, far al­tíð eftir honum, tá ið tú skalt tvørtur um vegin. 5. Skalt tú tvørtur um veg­ in, er best at fara har, sum vegurin er beinur, og sýnið er gott báðar vegir. 6. Stíg ikki út á vegin, fyrr enn tú hevur hugt báð­ar vegir, og tú ert vís/ur í, at eingin bilur kemur. 7. Far altíð beina leið tvørt­ urum. 8. Ansa serliga væl eftir, tá tú fert út á vegin ímillum parkeraðar bil­ ar ella onnur støð, har tú ikki sæst bein­anvegin. 9. Far yvir um vegin, har útsýnið er best. 10. Renn ikki tvørtur um vegin. Kelda: www.ferdslutrygd.fo Børnini í fyrsta flokki: Vænta tað óvæntaða av børnum bilar