hósdagur 10. august 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 152 - 10. august 2006
útlond
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
Diplomatisku
royndirnar hjá ST fáa
ein møguleika, sigur
ísraelska stjórnin.
Men ikki meiri enn
tríggjar dagar
Men
tað
kann
taka
longri tíð enn so at fáa
eina diplomatiska loysn á
kreppuni í Libanon. USA
og Frakland, sum í fleiri
dagar hava arbeitt við ein
um uppskoti, kunnu ikki
semjast um, hvussu skjótt
Ísrael skal taka sínar her
menn úr Suðurlibanon, og
júst hendan ósemjan er
orsøkin til, at einki uppskot
er komið enn.
Libanska stjórnin hev
ur gjørt greitt, at hon vil
hava teir ísraelsku her
menninar úr landinum, so
skjótt bardagarnir millum
ísraelska herin og Hizbollah
eru steðgaðir, Samstundis
skal libanski herurin taka
sær støð á marknaleiðun
um.
Frakland tekur undir við
sjónarmiðunum hjá libansku
stjórnini, men tað ger USA
ikki. Amerikanska stjórnin
sigur, at hon tekur undir við
ísraelska kravinum um, at
teir ísraelsku hermenninir
skulu verða verandi í
Suðurlibanon, til ein altjóða
herdeild er komin hagar.
Nei, sigur Libanon og vísir
á, at tað kann taka fleiri
mánaðir at manna eina
altjóða friðarherdeild og at
flyta hana til Miðeysturs.
Álopsætlan klár
Hendir einki munagott
í ST teir næstu dagarnar,
fer Ísrael at seta sína
næstu álopsætlan í verk.
Umboð fyri stjórnina og
herleiðsluna samtyktu í gjár
at senda 30.000 hermenn
afturat til Libanon. Eftir
samtyktini skal ísraelski
herurin taka seg heilt norður
til Litani-ánna, sum er einar
20 kilometrar norðan fyri
markið millum tey bæði
londini, og í samtyktini
stendur eisini, at átakið
kann taka ein mánað.
Amerikanska
stjórnin
ávaraði í gjár Ísrael ímóti at
herða álopini, tí tey krevja
ov mong sivil mannalív.
Keldur í Ísrael siga, at Ehud
Olmert, forsætisráðharri,
var ímóti at víðka átak
ið í Libanon, men at her
leiðslan strongdi á fyri at
fáa fleiri hermenn norður
um markið. Higartil hevur
ísraelski herurin mist 65
hermenn í Suðurlibanon, og
sum skilst skal herleiðslan
hava sagt, at herurin kann
missa millum 300 og 500
hermenn, áðrenn átakið er
liðugt.
Samstundis er greitt, at
ísraelska stjórnin og her
leiðslan eru undir stórum
trýsti,
tí
tað
vanliga
fólkið í Ísrael krevur, at
kríggið gevur úrslit. Enn
bendir einki á, at Ísrael
hevur verið ført fyri at
steðga rakettálopunum hjá
Hizbollah, og tað var helst
eisini orsøkin til, at ísraelsku
hermenninir í Suðurlibanon
fingu annan leiðara í gjár.
Vælvitandi keldur siga við
AP, at generalurin, sum stóð
á odda fyri hermonnunum,
varð hildin at vera ov sein
førur og ov varin.
Langt talv
Endamálið við tí ætlaða,
ísraelska stórálopinum í
Suðurlibanon sigst vera at
gera Hizbollah so stóran
skaða sum gjørligt, áðrenn
ein møgulig vápnahvíld
noyðir Ísrael at gevast við
álopunum.
Men ein tílík vápnahvíld
kemur neyvan í bræði, tí
tingingarnar kunnu lættliga
gerast eitt langt talv. Sum
nevnt kunnu USA og Frak
land ikki semjast um ísra
elsku afturtøkuna, og Russ
land, sum hevur sýtingar
rætt, hevur gjørt púra greitt,
at landið fer ikki at góð
taka nakað uppskot, sum
libanska stjórnin ikki kann
góðtaka.
Ísraelska stjórnin ber
ótta fyri, at Hizbollah fer at
menna seg aftur, so skjótt
teir ísraelsku hermenninir
eru farnir suður um markið.
Tí kann landið ikki góðtaka
eina vápnahvíld, sum ber
í sær, at teir ísraelsku her
menninir skulu úr Libanon
beinanvegin.
– Skulu vit góðtaka eina
diplomatiska loysn, má hon
tryggja okkum frið mong á
fram í tíðina, segði ísraelski
verjumálaráðharrin, Amir
Peretz, í gjár.
– Vit fara at noyða ísraelska herin
at taka seg úr landi okkara, sigur
Hizbollah-leiðarin.
Hóast Ísrael hevur søkt av
støðum
hjá
Hizbollah
við
granatum, bumbum og rakettum
í fleiri vikur, bendir einki á,
at felagsskapurin er viknaður
stórvegis, og summir eygleiðarar
siga, at Ísrael kann heilt einfalt
ikki vinna á Hizbollah, sum hevur
ein mannsterkan, væl vandan og
væl útgjørdan her.
– Vit fara at noyða teir at taka
seg aftur. Gera teir ikki tað, fara
vit at gera Suðurlibanon til ein
kirkjugarð hjá ísraelskum her
monnum, segði leiðarin í Hiz
bollah, Hassan Nasrallah, í einari
sjónvarpsrøðu í gjár.
Hann legði afturat, at Hizbollah
tekur undir við ætlanini hjá
libansku stjórnini at senda 15.000
hermenn til marknaleiðina, um
tað kann hjálpa stjórnini at fáa
broytt orðalagið í uppskotinum
hjá Fraklandi og USA. Sjálvur
heldur Hassan Nasrallah, at USA
roynir at noyða tey ísraelsku
krøvini ígjøgnum ST-trygdarráð,
sama hvat tað kostar Libanon.
– Vit hava góðtikið, at stjórnin
sendir herin suður til markið, og
tekur alt fólkið undir við tí, fara
vit ikki at seta okkum upp ímóti
ætlanini, segði Hizbollah-leiðarin
og legði afturat, at avgerðin hjá
stjórnini kann bjarga Libanon und
an einari veruligari vanlukku.
»Løgmaður hevur gott samband við
fjølmiðlarnar, men hann ræðist teir«
Jógvan við Keldu
Ísrael bíðar við stórálopi
Gera Suðurlibanon til ísraelskan kirkjugarð
Hendir einki munagott í ST teir
næstu dagarnar, fer Ísrael at seta
sína næstu álopsætlan í verk
Mynd: Reuters