hósdagur 10. august 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 10. august 2006
3
tíðindi
Ísralestoymið hjá
Heimamissiónini
er komið aftur úr
Ísrael, har ið tey hava
verið á missiónsferð.
Tey komu at uppliva
kríggið tætt at
lívinum, men
kortini valdu tey at
verða verandi. Hesi
ungmenni hava nógv
at greiða frá eftir
teirra upplivingar.
Sosialurin hevur
prátað við tveir av
bólkaleiðarunum
ÍSRAELSFERÐ
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Ísraelstoymið hjá Heima
missónini er júst komið
heim aftur úr Ísrael. Við
í toyminum vóru 16 ung
fólk, sum fóru til Ísraels
á missiónsferð. Tey fóru
til Ísraels tann 10. juli og
komu aftur til klettarnar
tann 4. august.
Heimamissiónin hevur
síðstu árini sent fleiri og
fleiri toymi út um summarið,
m.a. til barnaarbeiði í
Ukraina og at bera Bíbliur
til Kina. Í fjør sendi Heima
missiónin eitt toymi til
Ísrael, sum skuldi royna
seg við ítróttarmissión.
Tá var tað í gjøgnum ein
felagsskap, sum kallast
Athletes In Action.
Í ár valdi Heimamissiónin
at skipa fyri enn einum
túri, men hesaferð skipaðu
tey sjálvi fyri øllum. Tey
fingu samband við eina
meinigheit í býnum Isyfya,
sum liggur á Karmel fjall
inum, har ið tey búðu og
skipaðu fyri legum fyri
børnum.
Kríggið kom sum
ein hvøkkur
Hesi ungu føroyingarnir
høvdu neyvan væntað at
endað mitt í einum kríggi,
tá ið tey komu til Ísraels,
men tað var akkurát tað,
sum hendi. Dagin eftir, at
tey vóru komin til Ísraels,
brast kríggj á.
Johannus Mikkelsen av
Skála var ein av ferðaleið
arunum á ferðini. Hann
greiður frá, at kríggið
kom sum ein hvøkkur hjá
teimum flestu. Í fyrstani
vóru øll álopini tó ikki so
nær, men eftir nakrar dagar,
hoyrdu tey bumbubrestirnar
og sóu roykin. Hann greið
ir soleiðis frá teirra upp
livingum í Ísrael:
– Tað kann ikki lýsast,
hvussu tað er at vera í einum
krígsraktum landi. Tú verður
sjálvandi kløkkur. Tó haldi
eg, at tað sá ógvusligari
út í fjølmiðlunum. Vit
skuldu í bumbuskýlir, tá ið
alarmarnir í Haifa fóru frá.
Í fyrstani var tað nokkso
ræðandi, men sum leið
hugsaði tú ikki um tað. Vit
sungu og høvdu bønarløtur
í bumbuskýlinum.
– Vit fóru sjálvandi at
kanna
møguleikarnar
um at koma heim í úrtíð.
Vit spurdu tryggingina
og uttanríkismálaráðið í
Danmark um møguleikan.
Sum bólkaleiðari mást tú
hugsa um trygdina hjá lut
takarunum og um familjuna
heima, sigur Johannus.
– Men vit vóru komin
niður fyri at missiónera, so
vit føldu ikki, at vit vóru
slept upp á fjall. Ígjøgnum
alt kendu vit Guds leiðslu,
og tað hjálpti okkum at
halda fram.
Flýggjaðu ikki
Tryggingin vildi ikki gjalda
fyri heimferðina, og so var
tað upp á tal, at toymið
skuldi fara longur suður í
landið, har ið tað var friðar
ligt, men tey valdu heldur
at vera verandi í Isyfya.
–
Allir
luttakararnir
fingu ein spurnarlepa, har
tey skuldu taka støðu til,
hvat vit skuldu gera. Øll
vildu fegin verða verandi í
býnum, og tí valdu vit tað.
Tey lokalu dugdu ikki at
skilja, hví vit ikki flýggj
aðu, men vit kendu eitt
kall.
– Vit komu niður fyri
at missionera, og vit fingu
gjørt tað, sum vit høvdu
ætlað okkum. Vit máttu
sjálvandi tillaga okkum
eitt sindur eftir teimum
broyttu umstøðunum, men
tað var eisini ein møguleiki
hjá okkum at koma tættari
innat teimum lokalu, sigur
Johannus.
Leidd av Gudi
Luttakararnir kendu, at Gud
vardi tey, meðan tey vóru
í Isyfya. Tey greiða eisini
frá ítøkiligum dømum, sum
gav teimum árræði at halda
fram.
– Ein dagin bóðu vit um,
at allar rakettirnar skuldu
raka opnar markir, og dag
in eftir vóru 20 rakettir
sendar avstað, sum allar
raktu opnar markir, sigur
Johannus.
Ragnhard Petersen úr
Fuglafirði var høvuðsleiðari
á túrinum. Hann greiður frá,
hvussu tey komu í samband
við meinigheitina í Isyfya:
– Bara tað, at vit vóru
í Isyfya, er eisini Guds
leiðsla, trúgva vit. Vit ætlaðu
okkum at fara til Haifa, sum
er tann mest utsetti býurin
fyri rakettálopum, men vit
fingu einki samstarv í lag
við nakra samkomu. Vit
royndu í fleiri mánaðir,
men einki eydnaðist, og
vit væntaðu, at túrurin fór
at verða avlýstur. So kom
hendan samkoman í Isyfya
knappliga og bjóðaði okk
um at koma til teirra.
– Um vit vóru í Haifa,
hevði vandin verið størri.
Vit høvdu heldur ikki fingið
gjørt okkara arbeiði, tí at
fólk vóru í bumbuskýlum
mestsum allan dag. Haifa
var sum ein spøkilsisbýur.
Tí hevði túrurin helst verið
fullkomiliga miseydnaður,
um vit fóru til Haifa. Vit
síggja nú, at tað var ein ætlan
við okkara miseydnaðu
royndum við samkomunum
í Haifa, sigur Ragnhard.
Heimafturkomin eru tey
øll glað fyri túrin. Tey eru
sjálvandi takksom um at
vera komin heilskapaði aft
ur, men tey virka als ikki
at vera skakað av hend
ingunum.
– Vit eru glað fyri, at vit
kundu vera við til at spreiða
gleði og vón í Ísrael. Vit
eru sanniliga vorðin eitt
upplivilsi
ríkari,
sigur
Johannus.
Ísraelstoymið samlaðist
aftur í gjár, har ið tey fingu
møguleika at tosa saman
um hendingarnar. Hesir
sólbrúnu føroyingarnir eru
vorðnir væl samansjóðaðir
eftir spennandi túrin. Nú
bíðar gerandisdagurin í
Føroyum aftur við skúla,
arbeiði og null kríggj.
+EYPSSAMTKAN Ó (OYVÓK
&+ Ó (OYVÓK SØKNAST EFTIR
&ØLKI AT SITA VI¦ KASSAN
AT BYRJA SKJØTAST TIL BER
!RBEI¦STÓ¦
-ÈNADAG TIL HØSDAG
FRÓGGJADAG
LEYGARDAG
FRÓ ANNANHVN LEYGARDAG
Ó MI¦AL TÓMAR UM VIKUNA
,N
3AMBRT SÈTTMÈLAN VI¦ 3 +
.RRI FST AT VITA VI¦ AT VENDA SR TIL "ENT ,UNDSGAARD TEL
3KRIVLIG UMSØKN SKAL Ó SEINASTA LAGI MÈNADAGIN AUGUST SENDAST TIL
&+ (OYVÓK
"REKKUTÞNI
&/ (OYVÓK
ATT "ENT ,UNDSGAARD
Ísraelstoymið:
Gud leiddi
okkum
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf. 341800
Ísraelstoymið hjá Heimamissióniniu er komið heim
aftur. Luttakararnir samlaðust í gjár at tosa um nógvu
hendingarnar túrinum. Tey eru øll sera glað fyri túrin
Mynd: Jaspur Højgaard
– Ein dagin bóðu vit um, at allar rakettirnar skuldu raka opnar markir, og
dagin eftir vóru 20 rakettir sendar avstað, sum allar raktu opnar markir
Johannus Mikkelsen, Ísraelstoymið