hósdagur 10. august 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 152 - 10. august 2006
tíðindi
Tað verður Hildur
Eyðunsdóttir, býráðs
limur í Tórshavnar
kommunu, sum fer
at seta ovastevnuna,
og leygarkvøldið
spæla bæði Hjarnar
og Dansiorkestrið til
dans í Nólsoy
Ovastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
At ovastevna er komin fyri
at vera, er eingin ivi vera
um. Hóast stevnan liggur
seint á summarinum, savnar
hon á hvørjum ári ein hóp
av fólki.
Undanfarin
ár
hava
strandfaraskipini siglt um
Nólsoyarfjørð við útvið
3000 fólkum eitt slíkt viku
skifti. Aftrat hesum kemur
vanliga ein rúgva av fólki
út um fjørðin í bátum,
bæði regattabátum og øðr
um bátum, sum stevna út
um fjørðin úr ymiskum
heraðshornum.
Ove Joensen
Hóast stevnan longu hevur
fleiri ár á baki, kenna øll
tilkomin upprunan til hesa
stevnu. Navnið hevur hon
eftir Ova Joensen, sála,
sum í 1986 framdi ta bragd
at rógva úr Nólsoy heilt
niður til Keypmannahavnar.
Hetta tók honum meira
enn 40 dagar og nætur, og
mangan mundi leikað hart
á hjá honum á troystarleysu
ferðini.
Móttøkan var stórfingin,
tá ið Ove Joensen útlúgvaður
umsíðir legði at við Lítlu
Havfrúnna á Longu Linju
í Keypmannahavn. Við før
oyska flagginum í húnar
hátt, tók hann um hálsin
á havfrúnni og kysti hana,
meðan stór mannfjøld fagn
aði honum.
Ove royndi tríggjar ferðir
at fremja hesa ætlan sína í
verki og treiskur, sum hann
var, eydnaðist honum triðju
ferð at vinna upp land. Tær
báðar fyrru ferðirnar endaði
ferðin í Hetlandi.
Doyði í logn
Í bók síni, Aftur og Fram,
skrivaði Finnbogi Ísakson,
sáli, í yvirskrift síni um
Ova: ”Livdi í ódn, doyði í
logn”.
Meira einfalt og beinrak
ið kann lívið hjá Ova, sum
árið eftir bragdið druknaði í
báti sínum á Skálafjørðinum
eitt góðveðurskvøld, neyvan
lýsast.
Sum ungur, sigldi Ove
við donskum skúlaskipi, og
lítið man vera at ivast í, at
tað var í hesi sigling, at hann
lærdi góðan sjómansskap,
sum eisini var fyritreytin
fyri tí bragdi, hann seinni
útinti í Dianu Victoriu mill
um lond.
Ove var ein blíður og
vinarligur maður, og hann
var hin sami við øll – lágan
sum høgan.
Tað er stuðulsnevndin fyri
svimjihyli í Nólsoy, sum er
samskipari av ovastevnu,
og endamálið hjá nevndini
er at byggja ein svimjihyl
í Nólsoy, sum eisini var
ynski hjá Ova Joensen.
Enn er arbeiði at byggja
svimjihyl eystanfyri skúlan
komið stutt áleiðis, men
málið er framvegis at fremja
hesa ætlan í verki.
Fjølbroytt skrá
Skráin fyri ovastevnuna,
sum verður um vikuskifti,
er rættiliga fjølbroytt og
áhugaverd.
Tað verður Hildur Eyð
unsdóttir, býráðslimur í
Tórshavnar kommunu, sum
fer at seta stevnuna leygar
dagin klokkan 14. Við seta
nina fer Nólsoyar Sangkór
at syngja, og vinningar fyri
køku-kapping verða hand
aðir.
Fríggjakvøldið
spæla
Vágaverk til dans í stóra
tjaldinum úti á Klivum, og
leygarkvøldið fara Hjarnar
og Dansiorkestrið at spæla,
ávikavist í tjaldinum og í
Royndarhúsinum.
Hetta kvøldið verður
eisini dansinátt í Avhalds
húsinum, har Slái Ring lut
tekur.
Á skránni fyri ovastevnu
í ár er mangt og hvat, og
millum mongu tiltøkini –
bæði fyri ung og tilkomin,
er eisini vælumtókta og
afturvendandi kabarettin,
sum verður sýnd í Royndar
húsinum fleiri ferðir um
stevnuna – og seinastu ferð
mánakvøldið klokkan 20.
Skráin fyri ovastevnuna
er annars í blaðnum í dag.
Nólsoyingar bjóða
til ovastevnu við
fjølbroyttari skrá
Nógv fólk plaga at vera til setanina í Geilini, har
børnini eisini seta sín dám á løtuna. Myndin er
tikin á ovastevnu fyri tveimum árum síðan
Mynd: Vilmund Jacobsen
Um vikuskiftið
skipa nólsoyingar
aftur fyri ovastevnu,
og hesaferð er
skráin enn meira
áhugaverd og
fjølbroytt enn áður.
Á myndini er Heðin
Mortensen, sum nú
eisini er borgarstjóri
í Nólsoy
Mynd: Vilmund Jacobsen
NOREG · ÍSLAND
HETLAND · DANMARK
CRUISE
WWW.SMYRIL-LINE.FO
TLF 34 59 00
Sigið gerandisdegnum farvæl og
njóti 3 fan tastiskar dagar við
harmoniku tónleiki, frá líkum
mati, góðum sel skapi og
dansi frá morgni til myrkurs.
Føroya bestu harmoniku-
tónleikarar luttaka.
Prísur fyri hvønn úr bert kr.
Íroknað kostnaðin er ferð fram og aftur við Norrönu í 4 koyggju kamari
innv. við wc/bað. Olju- og avgreiðslugjald er íroknað kostnaðin.
1.110,-
28. – 30. AUGUST 2006
AVMARKAÐ PLÁSS VEGNA GÓÐA UNDIRTØKU