Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 152 - 10. august 2006 Málið er altíð aktuelt, málið eigur altíð at vera á dagsskrá. Ein av okkara mætu málfrøðingum hevur júst nú víst á týdningin av, at fjølmiðlarnar – kanska serstakliga sjónvarpið leggja seg eftir at hava føroyskar undirtekstir og sum heild at røkja málið væl. Vit hava viðgjørt evni í blaðgrein í gjár. Nevnt er í hesum sambandi, at nýggja kringvarpslógin áleggur leiðslu kringvarpsins at útvega starvsfólkunum málsliga ráðgeving. Endamálið er sjálvsagt at tryggja, at tey sum eru á skýggjanum ella sum skriva útvarpstíðindi og onnur tíðindi, vanda sær um málið og nýta gott føroyskt mál. Hetta er eitt sjálvsagt krav til ein almennan miðil, sum øll mestsum eru skyldug at rinda til og sum tað almenna rindar til, eitt nú útgerð og sendinet. Men tað eru ikki bert teir almennu miðlarnir, ið eiga at vanda sær um málið. Vit, teir privatu miðlarnir, hava eina sjálvsagda skyldu at gera tað sama, hóast eingin lóg áleggur okkum hetta. Málið er okkara felags samleiki. Gongur málinum illa, so gongur tað út yvir okkara samleika sum føroyingar og sum tjóð. Føroyskt mál er undir stórum trýsti. Ikki soleiðis at skilja, at vandi er á ferð. Føroyskt stendur so sterkt, at málið í sjálvum sær ikki fer at hvørva. Men tað góða málið, tað reina og vælbenda rættskrivaða og rættstavaða málið er við at skeiklast. Her hava allir partar eina stóra ábyrgd: skúli, foreldur, miðlar og øll, sum nýta málið í sínum dagliga yrki. Tað er als ikki lætt at fáa dygdargóða málsliga vegleiðing, og tí er tað mikið spell at lóggevararnir hava avmerkað málsligu ráðgevingina til almennu miðlarnar. Tað hevði verið gott, sum her var talan um eina felgas ráðvgeving fyri allar miðlar. Hetta eigur Málstevnunevndin at hava í huga! Málið er okkara samleiki, og vit mugu fara væl um samleikan. Her er skúlin ein heilt avgerandi táttur. Sum kunnugt var Pisa undankanningin einki at reypa av. Førleikarnir eru í botni. Avvarðandi myndugleikar mugu tí nú taka sær um reiggj og uppstiga undirvísingina í føroyskum á øllum stigum. Fyri hvønn dag, ið gongur hoyra, børnini alt meira enskt og minni av móðurmálinum. Her er tað bara fólkaskúlin, ið kann bøta um støðuna. Tað er eingin umbering fyri at bíða, her má nakað álvarsligt gerast og tað sum skjótast. Sosialurin Málið er okkara samleiki Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov@ sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Havi hoyrt fleiri løg­mans­ røður millum ár og dag, og somuleiðis fylgt við í viðgerðini av teimum, tá tíð hevur verð til tess. Menn og flokkar hava verið ósamdir, parlamentariska tjakið hev­ ur verið, sum tað nú einaferð eigur at vera, men altíð við neyðugu virðingini og tignini millum samgongu og andstøðu. Men í ár var ein ódámligur, fyri ikki at siga óhugnaligur, tóni at merkja undir viðgerðini, hóast røðan m.a. bar týðilig boð um eina sjáldsama rúgvu av sosialum og væl­ferð­ar­ politiskum raðfestingum, sum saman við ørgrynni av øðrum málsøkjum vera við at lyfta Føroyar long­ur fram á vegin, og skuldi fallið í góða jørð hjá Tjóðveldisflokkinum. Men so var ikki. Og sjálvandi vóru viðmerkingarnar í fjøl­­miðlunum merktar av hesi sannroynd. Luft­bornu miðlarnir, við fræg­astu jour­ nalist­um teirra, vóru á ein­ um máli um, at framløgu­ røðurnar hjá andstøðuni vóru serliga hvassar og vendar persónliga móti løgmanni, Vilhelm Johannesen, ein av mest royndu politikkarum á tingi og vanur við eitt sindur av hvørjum innan tinggátt, harmaðist ódám­ ligu gongdini. Bløðini skriv­aðu nógv um skerpaða tónan undir viðgerðini. Og løg­maður sjálvur sigur við Sosialin 2. aug., at Høgni Hoydal vildi fremja karaktermorð ímóti honum, men hesum vísti Høgni aftur – tað var alt – bað nakar tá um umbering? Tveir andstøðutingmenn skiltu seg burtur úr øllum hópinum tann ódámliga vegin, og vóru tað formaður Tjóðveldisfloksins og ting­ maður floksins í Suðuroy Hergeir Nielsen. Og ein og hvør legði til merkis, at har lá meiri enn politisk ósemja ímillum, og fór valla at verða tingarbeiðinum at frama hesa komandi set­ una. Øll hini í tingbólki Tjóð­veldisfloksins vóru áhugaverd at lýða á og m.a. Páll á Reynatúgvu rætti hondina fram til sam­­gonguna til eitt menn­ andi og konstruktivt sam­ arbeiði í komandi ting­ setu, Føroyum at gagni – tað vóru aðrir tónar, sum byggja land! Er ein viss ósemja at hóma í tingbólki tjóðveldisfloksins, ella hildu hini tjóðveldistingfólkini, at formaðurin, væl stuðlaður av Hergeiri, hevði vassað so langt út, at hann grynti ikki í land aftur? Tað ljóðaði soleiðis í oyrunum á fleiri. Høgnatosið um, at eg skal hava spilt hann út, tað lata vit liggja á hesum sinni – hann yndar at pynta um myndina av sjálvum sær, sum tann aðalborni og reinføri politikkarin, lat hann bara tað í egnari sjálvgóðsku, og so eru tað øll hini, sum hann harmast um! Men føroyingar vita betur, sjálvt hansara egnu hava onga tiltrúgv til hann sum løgmansevni, tað vísa veljarakanningarnar, og veljarin hevur altíð rætt - eg eri ósamdur við Høgna Hoydal politiskt, og tað havi eg fullan rættin til. Seinast eg skrivaði nakað um politisk viðurskifti var í 2004, tað var um Norðurlandaráðið og føroysku luttøkuna har, og vísti á, at alt ella onki politikkur Tjóð­veldis­ floksins um limaskap á jøvn­­um føti við hinar brøðra­tjóðirnar ikki rakk á mál. Tann greinin fall ikki í góða jørð hjá Høgna, aftur har skuldi hann vera bestur, men briksl frá mínari síðu var als ikki talan um, bert vísti eg á søguliga rætta samahangin, og tað er væl í alra áhuga, tá um søguna ræður? Hesin maður sum er borin á lógvum av føroysku fjølmiðlaverðini, ja, enntá váttað í áhugaverdari grein hjá Jústines L. Eides­ gaard í vetur, sum var redaktiónsleiðari á Sosial­ inum í mong ár, meðan javn­ aðarflokkurin átti blaðið, har hann alment upplýsir, at Høgni Hoydal, í táverandi javnaðarblaðnum, fekk betri sømdir og størri blaðrúmd enn onnur, tí blaðið mátti fyri alt í verðini ikki vera merkt av, at javnaðarfólk átti nakran sum helst frammíhjárætt á blaðnum, so fór mann heldur í hina grøvina! So vita vit tað. Nei, Høgni tú hevur einki at klaga um, tvørturímóti. At hava eitt sterkt og stabilt politiskt samstarv er gevandi – skilji væl, at tú ert frustreraður, tí eftir øllum at døma, so hevur tú spent politiska bogan so høgt, at oyðimarkagongdin bíðar forúti í mong ár afturat, einamest tær og Hergeiri fyri at takka? Johan Samuelsen Hann skal vera bestur!