hósdagur 10. august 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 10. august 2006
11
Sum er veit ongin nakað.
Skip kunnu taka alt, men
kapacitetur er ikki at
taka ímóti á landi. Tey
kunnu lata vera við at
taka nakað sum helst. Og
virkir fara á húsagang
á landi. Neyðugt er at
stabilitetur kemur innan
økið. Tí er neyðugt at
lóggeva. Tað er best fyri
allar partar – og sømiligt
fyri Løgtingið at fáa
avgreitt
Eftir at hava lisið greinina
hjá Jústinesi Eidesgaard,
rithøvundi, hugsar ein hvat
endamálið er við henn i. Tað
tykist sum mjólkin var súr
hjá Jústinusi - um ein skal
døma eftir greinini. Hann
spyr, hví ein roynir at gera
nakað í ár, ístaðin fyri í
fjør. Eg haldi, at tað er gott,
um nakað verður gjørt í
ár – sjálvt um betur hevði
verið, um málið var avgreitt
fyri 10 árum síðani. Men at
ov lítið varð gjørt ífjør ella
fyri 5 árum síðani, kann
ikki nýtast sum undanførsla
fyri onki at gera í ár.
Principp:
Málið at taka inn mat (rogn,
livur, sil, fiskamagar o.a.)
hevur at gera við eitt prin
cipp. Nevniliga at gagnn ýta
rávøruna, ið verður tikin upp
úr havinum. Tað hevur onki
at gera við partapolitikk
ella lokalpolitikk, men við
politikk av hugsjónarligum
slagi. Á hesum øki, eru
helst flestu flokkar samdir
um
høvuðsprincippið.
Men vit mugu fara fram
við skili. Onki at gera er
tað sama, sum onki skil
at hava. Tað kann ikki
ganga til longur. Tað gong
ur nevniliga ikki, bert at
lata standa til. Vit skulu
ikki bert reka við streymi
og vindi. Uttan mál og
mið. Vit skulu sigla – eftir
eini kós, ið vit stinga út
í korti, politiskt í hesum
føri. Til gagn fyri land og
fólk. Hendan samgongan
og løgtingi megnar vónandi
tað, ið ikki hevur verið gjørt
á hesum øki áður. Tað vóni
eg.
Vit fingu eina fiskidaga
skipan – ið skuldi forða
fyri, at fiskur varð tveittur
útaftur. Alt skuldi førast
til lands. Tað var andin í
lógini. Nú uppliva vit, at
meginparturin av fiskinum
verður tveittur útaftur.
Hví skal Kovin inn flyta
rogn til útflutning, tá nóg
mikið av rognum er til í
Føroyum? Hví tørvar livra
virkinum livur, tá nóg mikið
er til av livur í Føroyum. Og
hví inn flyta livur í dós til
150 kr / kilo, ístaðin fyri at
útflyta somu vøru?. Her eru
nógv trygg arbeiðspláss, ið
verða tveitt burtur
Hetta
kann
føroyska
fólkið ikki liva við. Her er
eitt potientiali, ið Føroyar
kunn u nýta
Ongin hevur nakrantíð
gjørt nakað munadygt polit
iskt við hendan spurning.
Vit hoyrdu Stjóran í Kovan
um siga, at hann hevur
roynt í 8 ár, men tað gongur
skeiva vegin.
B Kalso royndi í fjør at
koma við livradøgum, har
skip fingu fiskidagar fyri
at taka livur. Hetta er eitt
framstig, men ikki nóg
gott.
Hví ikki geva fiskidagar
fyri at taka rogn? Tað vil
bøta um støðuna, men er
ikki nóg gott eftir míni
hugsan.
Ein nýggj tíð
Eg meti, at vit hava latið
staðið til nóg leingi. Mín
niðurstøðan er, at tað
gongur ikki longur. Rogn,
livur og inn matur mugu nú
lóggevast uppá land.
Við at gera tað, koma
vit samstundis at tryggja,
at virkir, ið fáast við hesar
úrdráttir
fáa
rávøruna,
ið er alfa og omega, hjá
einhvørjum virki. Hesa
rávøru kunn u vit ikki blaka
fyri borð. Tað eigur og skal
steðgast sum skjótast.
Um vit ikki taka rávøruna
upp á land, so missa vit
pening og arbeiðspláss.
Spurningurin eigur at
avgreiðast í smb við lógina
um vinn uligan fiskiskap. Tí
so fær vinn an á sjógvi og
landi at vita, hvussu leikur
fer á hesum øki komandi
árini. Og tað gevur ein
stabilitet, ið er neyðugur
hjá øllum.
Jústinus og Rognini
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Marjus
Dam
Føroyahúsið
byrjar aftur eftir
summarsteðgin.
Fyrsta tiltakið
er framsýning
við myndum hjá
Kampmann, sum
hevði stóran týdning
fyri føroyska list í
fimtiárunum.
Framsýning
tíðindaskriv
Fernisering við myndum
hjá
listamann inum
Jack
kampmann
(1914
– 1989) verður sunn u
dagin 13. august kl. 15
– 17. Føroyahúsið skip
ar fyri saman við Galleri
A`Creation
í
Venders
gade,
sum
eigur
tær
nógvu myndirnar. Undir
ferniseringini fer lista
maðurin Jørgen Tang Hol
bek, sum arbeiddi saman
við Kampmann , at siga
frá Kampmann , hans ara
list og hansara týdning fyri
føroyska list í 50`unum og
60`unum.
Jack Kampmann var av
dosnkum fólki, men vaks
upp í Onglandi og USA.
Hann varð sendur við
breska herinum til Føroya,
har
hann
fann
gentu
sína, giftist og búsettist í
Vestmann a.
Kampmann
var sera aktivur listamaður
og royndi fleiri teknikkir.
Føroyska umhvørvi var
av alstórum týdningi hjá
honum, og hann hevði
eisini sjálvur týdning fyri
listarligu
menn ingina
í Føroyum í mong ár. Í
sekstiárunum fluttu tey til
Danmarkar.
Føroyahúsið bjóðar vín
og leskimeti undir ferni
seringini. Kaffistovan er
opin kl. 14 – 18
Kaffistovan letur
uppaftur
13. august byrjar vanliga
virksemi aftur í stovuni
í Føroyahúsinum. Opið
er allar gerandisdagar kl.
14 – 18. Tá ið tiltøk eru,
er opið út á kvøldið.Nýtt
fólk er sett fyri Maibritt
Jóhann esen, sum fer at lesa..
Gert Róðá fer nú at standa
fyri kaffistovuni. Hann er
35 ár og hevur arbeitt inn an
fyri bakara- og kokkayrki
og eisini við diskin.
Týsdagin
15.
august
verður fyrsti døgverðin,
har borðreitt verður við
knettum og knettasuppu,
kaffi og lagkøka fyri.
Eftir døgverðan syngja vit
summarsangir og onkur
ferðafrásøgn verður eisini.
Døgverðar vera sum vant
hvørt týskvøld kl. 17.30.
Fótatraðk
eigur
fyrsta
dansikvøldið
2.
septembur og Listafelagið
ferniseringina 3. septembur,
tá
ið
Høgni
Egholm
Magnusen fer at hava fram
sýning. Listafelagið skipar
eisini fyri kafékvøldi 1.
septembur við, har foto
grafurin Bárður Eklund fer
at siga frá.
Føroyskur partapolitikkur
í 100 ár
Ymisk
sertiltøk
eru
hvørt hálvár. Í heyst verður
fokus sett á føroyskan
politikk
politikk,
nú
tveir teir elstu flokkarnir
rundað 100 ár. Hetta fer
at vera gjørt við søguligari
frásøgn, orðaskifti og pall-
borðsfundi.
Tann væl umtókta vín
veitslan verður 7. oktobur og
mentanarnáttin 13. oktobur.
Bókavørðurin fer at leggja
tveir bókadagar til røættis
17. – 19. novembur, samtíðis
sum danska bókamessan
er í Forum. Feløgini
skipa fyri dansikvøldum,
kafékvøldum og venja í
húsinum.
Kvinn ufelagið
hevur fleiri áhugaverd evni
á skránn i. Tey eru eisini
komin væl áleiðis við einum
minn isritið
um
felagið
1944 – 2006 og leita eftir
myndum, sum kunn a vera
við at siga søguna um hetta
virkna felag.
viðmerkingar
Jack Kampmann
í Føroyahúsinum