hósdagur 10. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 152 - 10. august 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Hóast Ellisheimið í Havn er
“mannað” við fólki í høgum aldri,
var Johanna Mathea Skaale tað
fyrst teirra sum kundi halda 100
ára føðingardag sín her.
Rundur dagur
Orð&myndir: Snorri Brend
– Tú sær tað sama út!
Ein eldri maður er komin í føðingardag
hjá teirri 100 ára gomlu. Tað er týðiligt at
tey hava mong minni til felags.
Tey heilsast eina løtu og práta saman.
Johanna Mathea letur ikki aldurin við seg
koma, og heldur heldur ikki at gesturin er
eldur nakað serligt síðani seinast.
– Tað kann vera, svarar hin stillisliga
aftur.
Tey verða avbrotin í prátinum, tí nú er
borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen
kom fram at mikrofonini. Hann vil fegin
heilsa hesi 100 ára gomlu kvinnuni.
Hon var jú gift við Sigfried Skaale, sum
var ein av undangongumonnum Heðins í
starvinum sum borgarstjóri.
– Hóast Havnin tá ikki var so stór sum
hon er nú, kravdist tað nógv av einum
borgarstjóra, Tá var gott hjá honum at hava
eina raska og tolna konu heima við hús,
segði Heðin m.a. heiðursrøðu síni.
Nógv fólk var komið saman til heiðurs
fyri Johonnu Matheu Skaale sum í gjár
kundi halda 100 ára dag sín.
Á Ellisheiminum høvdu tey stákast við
fyrireika alt so væl, og teir mongu gestirnir
hugnaðu sær almikið saman við føðing
ardagsbarninum.
Undir samkomuni vóru fleiri røður
hildnar, har tikin vórðu fram brot úr lívsins
dagbók hjá hesi megnarkvinnu sum varð
borin í heim á Trøllanesi í 1906.
Fyrsti hundrað ára dagur á Ellisheiminum