hósdagur 10. august 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 10. august 2006
13
Olaf Johan Olsen á
Lava, andaðist miku
dagin 9. august, 95 ára
gamal. Kistan fer av
ellisheiminum í morgin
fríggjadagin kl. 17.00.
Jarðarferðin
verður
kunngjørd seinni.
Andrias Jensen, Sør
vágur, vanliga nevndur
Andrias á Túvala, ætt
aður úr Mykinsesi, and
aðist í heiminum hós
dagin 10. august, 88
ára gamal. Jarðarferðin
verður
kunngjørd
seinni.
Ebba Klein, Havn,
ættað av Argjum, and
aðist í heiminum miku
dagin 9. august, 81 ára
gomul.
Jarðarferðin
verður
kunngjørd
seinni.
Andlát og jarðarferðir
Maja og Sigvald
í
Morskranesi
Nú er tómligt í Nesinum
Tit eru farin
Tit, sum fyrst løgdu okkara kós
Og eg sakni so sárliga
Tykkara røddir
Blíðu eygnabrá, brosini ljós
Her var mamma ein miðdepil
Bankandi hjarta
Lívgaði um okkum øll
Hon var bjartskygd sum fáur
Sá tað góða í øllum
Hennar trúgv flutti lættliga fjøll
Her var pápi hin frælslynti
Gløggur og speiskur
Onki av fótum hann tók
Til eitt prát altíð fúsur
Fylgdi gjølla við øllum
Leikti talv, spældi kort, las í bók
Tit ei fordómar høvdu
Onki trongskygni ráddi
Tí var hiti og trivnaður her
Her var rúm fyri øllum
Her var høgt undir lofti
Mær eitt friðskjól var tykkara verð
Og tit gleddust um lívið
Áttu løturnar ríkar
Tóku dagarnar bert ein í senn
So um vit kunnu liva
Eftir tykkara leisti
Ja, so liva tit við okkum enn
Inger
Fríggjadagin 11. august fyll
ir Albin Petersen í Vest
manna, vanliga nevndur
Albin hjá Gundu, 80 ár.
Albin er sonur Hans Jacob
og Gundu Petersen, og er
hann nr. seks av nýggju
systkjum. Nú eru bert fýra
eftir á lívi, og av teimum
er Albin elstur. Pápin og
elsti beiggin gingu burtur,
tá Albin var bert sjey ára
gamal.
Hann giftist í 1953 við
Klaru Gaardbo av Nesi, og
búsettust tey í Vestmanna.
Tey fingu eina dóttir, hon
er gift, og eiga tey tríggjar
synir, sum abbin er sera
stoltur av.
Sum ungur var Albin
eitt skifti til skips, og var
síðani við til at byggja SEV
byrgingarnar í Vestmanna,
áðrenn hann fór at arbeiða
hjá Vestmanna Timbur
handli, har hann arbeiddi í
næstan 30 ár.
Hann hevur verið sera
trúgvur í missiónshúsinum,
har hann m.a. sat í stýrinum
fyri húsið í mong ár, og
hevur havt sunnudagsskúla
til fyri fáum árum síðani.
Eisini plagar hann at hava
andakt í Eldrasambýlinum í
Vestmanna av og á. Eitt skifti
sat hann í kirkjuráðnum,
og tað munnu vera fáir
sunnudagar, har hann ikki
hevur sitið á sínum fasta
plássi í kirkjuni.
Albin er blíður og fyri
komandi og dámar væl at
práta við fólk hann hittir.
Hann gongur dagliga ein
túr oman á kaiina, og fylgir
væl við hvussu tað gongur
hjá skipunum, og fær hann
mangan eitt gott prát við
manningarnar. Eisini dámar
honum væl at fara inn á
gólvið at vitja nøkur av
teimum, sum ikki orka so
væl at koma út longur.
Hann hevur havt eitt frið
arligt og gott lív, sum hann
nú kann hyggja aftur á við
gleði og takksemi.
Albin er burturstaddur
føðingardagin.
Góði pápi, verpápi og
abbi, vit vilja við hesum
ynskja tær hjartaliga til
lukku við teimum 80 árun
um og takka tykkum fyri
tað, tit hava verið fyri okk
um. Vit gleða okkum til
at halda dagin saman við
tykkum.
Vit í Kollafirði
Albin Petersen 80 ár
Dagurin í morgin
11. august. Hermann. Einki kent halgimansnavn,
men er komið í álmanakkan ístaðin fyri Tiburtius, sum
summármáladagur – 14. apríl – eisini eitur.
Týskt navn, hermaður.
Nógv fólk hava
longu teknað seg til
stóru 50 ára veitsl
una, sum verður í
Sjónleikarhúsinum.
Men enn vanta nøkur
teirra, sum hoyra til
árgang 1956. Millum
annað tey, sum komu
í Kommunuskúlan
seinni, eitt nú av
bygd ella úr øðrum
skúlum.
Fólkalív
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tórshavnar Kommunuskúli
verður 50 ár í ár, og í tí
sambandinum hevur ein
bólkur av fyrrverandi næm
ingum, sum byrjaði í 1.
flokki í 1956, tikið stig
til eina rimmar nostalgi-
veitslu fyri árgangi ‘56 í
Sjónleikarhúsinum leygar
dagin 26. august.
Nógv hava longu teknað
seg, men sagt verður, at
tey sakna nøkur av teimum
mongu, sum gjørdust partur
av árganginum sidenhen,
eitt nú úr Nonnuskúlanum,
av Argjum ella av Hvítanesi.
Summi komu í flokkin í
yngri árunum, meðan onn
ur ikki komu fyrr enn farið
varð í real.
– Men kortini eru tey
so avgjørt partur av árgang
inum, og vit heita inniliga á
tey um at tekna seg, siga fyri
reikararnir av tiltakinum.
Tiltakið byrjar leygardag
in 26. august kl. 17.00 við
“morgunsangi” í auluni í
Kommunuskúlanum. Hag
ani gongur leiðin yvir í Sjón
leikarhúsið, har Oddvør
Skarðhamar borðreiðir við
trimum rættum, umframt
morgunmati.
Orkestrið
Anno ’56 spælir upp til
dans, og eru limirnir í
hesum nýstovnaða orkestri,
sum hevur vant hvønn
sunnudag í seinastuni, teir
navnframu: Frants Marius
Olsen, Heri Krakesteen,
Heri Nolsøe, Steingrím
Abrahamsen, Óli Petersen,
Hans Christian Clementsen
og Harald Kjeld.
Fyrireikararnir heita har
umframt á fólk um at finna
fram lutir og myndir frá
skúlatíðini, og at leggja tað
inn til Kirstin í Wrangler
Shop á Niels Finsensgøtu, tí
ætlanin er at skipa fyri einari
framsýning í forhøllini í
Sjónleikarhúsinum.
Tekning fer fram á
tann hátt, at fólk rinda
450,- kr. inn á konto 9181
– 152.263.0 í Føroya Spari
kassa í seinasta lagi 19.
august. Viðmerkið “anno
‘56”.
Samband fæst við fyri
reikararnar Jórunn Dánials
dóttir á 31.6024 / 22.6024
ella Kirstin á 31.4710.
EFTIRLÝSING:
Árgangur ’56 úr Kommunuskúlanum