Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 152 - 10. august 2006 – Eg ynskti veruliga at gera mun í heiminum sum trúboðari, kostað hvat tað kosta vildi, sigur amerikanski trúboðarin Gracia Burnham. Saman við manni sínum virkaðu tey á Filipsoyggjunum sum trúboðarar til ein muslimsku uppreistrarbólkur tók tey til fanga ein várdag í 2001. Hon slapp leys, men mað­ ur hennara varð skotin til deyðis Trúboðan Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Lívdin: – Hóast eg ynskti at tæna Gudi, hevði eg ikki væntað at tað skuldi kosta so nógv: At eg og maðurin skuldu verða tikin sum gíslar í 376 dagar, og at hann seinni varð skotin til deyðis. Hesa seinastu tíðina hevur Gracia Burnham vitjað kring landið. Her hevur hon greitt frá trúboðaravirksemi sínum á Filipsoyggjunum og hvussu hetta ávirkaði tímiliga og andaliga lív hennara. Ein dagin á vári 2001, tá tey nærkaðust 18 ára brúdleypsdegi teirra av­ gjørdu tey bæði at hátíð­ arhalda hetta við einum vikuskifti á aðrari oyggj. Hetta gjørdist einki hugna­ ligt vikuskifti, tí tey vórðu tikin sum gíðslar hjá alvápn­ aðum muslimskum upp­ reistrarbólki. Seinni slapp hon til rým­ ingar, meðan maðurin, Martin lat lív. Í boðskapi sínum brúkar hon tí hesar hendingarnar fyri at greiða frá, hvussu Guds umsorgan var hjá teimum og hvussu hatur varð vent til kærleika. Sunnudagin sluppu limir­ nir í samkomuni Lìvdini í Hoyvík at hoyra Graciu greiða frá lívi sínum. Sterkur boðskapur Møtið stendur at byrja kl. 10:30, men her eru vit fyri tíðina. Longu kl. 10:25 byrja tónleikararnir at spæla og løtu seinni er fyrsti sangurin í gongd. Lovsangararnir hava frammanundan fyrireikað seg til hesa løtuna, og fyri tey var eingin ivi um, hvør sangurin skuldi syngjast eina slíka løtu: Samband undurfult. Sangurin er um kærleikan og umsorganina sum Gud hevur fyri sínum børnum, bæði í ringum døgum og í teimum vándu. Saman við góðum tón­ leiki stemmar alt fólkið í at syngja vælkendu orðini:– Hildin trygt tá meg hótta álop vond. Hildin trygt í Guds Jehovas hond. Hetta leggur líka sum grundina undir tí boðskap­ inum sum verður at hoyra um eina løtu – boðskapin frá eini kvinnu, sum veit hvat tað er at vera í tryggleika og hvat tað er at liva í ótryggleika og óvissuni fyri sær sjálvari, manninum, børnunum og framtíðini í fangaskapi. Samkoman ynskir við hesum felagssanginum at sláa fast, hvar og hvat tann tryggi kletturin er og inniber. Síðani kemur Gracia fram fyri fólkið. Ein lítil, still og eyðmjúk kvinna, sum kortini hevur ein sterkan boðskap at bera fram, bæði um vónloysi og vón, og hatur og kærleika. Ynskti at gera mun Gracia byrjar boðskap sín við at tosa til børnini. Hon fortelur frá, hvussu tað var at vera fangi og við livandi orðum fangar hon børnini í frágreiðing sínari. Tá ein soleiðis verður tikin til fanga og ikki veit, nær ein verður leyslatin, ella um ein yvirhøvur verð­ ur tað, hvat hugsar ein trúboðari um í slíkum føri? Henda spurning hava helst mong hugsað, og hevði Gracia so sanniliga eisini. Svarið, sum hon fann í sær sjálvari, var ikki júst tað sum mong høvdu væntað. – Fyri at siga júst so sum tað var, so kom eg síggja hvør eg veruliga var, greiðir hon frá. – Tað var sum um ranga hennara kom fram. Og hetta var als ikki so behagiligt fyri hana. Gracia sleppur hesum evninum eina løtu og fer síðani at tosa um familju sína. Hon varð fødd inn í eina kærleiksfulla familju og kom tíðliga til trúgv á Jesus. Seinni møtti hon Martini, manni sínum og sum hevði gávur sum flogskipari. – Eg ynskti veruliga at eg skuldi gera mun í heiminum, óansæð hvat tað skuldi kosta. Vit gjørdu tí ikki mætari enn at rýma frá tí amerikanska dreyminum og pakka alt okkara og síðani flyta til Filipsoyggjarnar. Hatursfull kvinna Tey komu at virka á filips­ oyggjunum og alt gekk væl, inntil ein várdag í 2001, júst um tað mundið tá tey kundu hátíðarhalda 18 ára brúdleypsdag sín. Henda morgunin vórðu hjúnini ikki vakt á van­ ligan hátt, men við at hyggja beinleiðis inn í eitt M­16 skotvápn frá einum av limunum í upp­ reistrarbólkinum Abu Sayyaf. Hesin bólkurin helt tey síðani í fangaskapi í samfullar 376 dagar. Gracia og Martin vóru kristnir trúboðarar og tí kundi ein vænta, at tey fóru at elska fíggindar sínar frá fyrstu løtu Men Gracia legði her merki til at hon als ikki var so góð, sum hon sjálv helt. – Eg helt meg vera ein góðan trúgvandi persón. Men í fangaskapi okkara hjá hesum muslimska upp­ reistrarbólkinum í jungluni, tá fekk eg veruliga eyguni upp fyri hvør eg var – og hvussu eg var. – Ja, eg kom at standa andlit til andlits við meg sjálva, og sá eina Gracia sum eg ikki hevði hug at síggja, greiðir hon álvarsom frá fyri hugtiknu, men helst eisini bilsnu limunum í samkomuni. – Eg sá meg sjálva sum eina hatursfulla kvinnu! Her var týðiligt at merkja at hesin boðskapurin kom óvart á mong: Kann ein kvinna, sum virkar sum trúboðari hata tað fólkið, hon er sett at virka mill­ um? Her vórðu fólk vitni til, at tað veruliga bar til! Hatur og øvundsjúka Gracia stendur har frammi og greiðir síðani frá, hvat tað var hon sá í sær sjálvari. Tað var ikki júst slíkt, sum ein hugsar um tá ein hoyrir ein trúboðara greiða frá. Men her reksaði hon upp viðurskifti, sum hon ikki ynskti at dylja fyri: Vónloysi, havisjúka, øvund­ sjúka, trúloysi, ivi, ja bein­ leiðis hatur! – Ja, trúgv tí ella ikki. – Hatrið varð vent til kærleika Lovsangurin ljómar í Lívdini. Ikki óvæntað var sangurin Samband Undurfult ein teirra sum varð sungin – um tryggleikan í guds veldigu hond Gracia Burnham er eitt livandi vitni uppá at Gud ikki er deyður. Hóast hon misti mannin í trúboðaragerningi teirra, kundi onkur vænta at hon varð kensluliga oyðiløgd. Hon valdi ístaðin at fyrigeva mótstøðumonnum sínum