hósdagur 10. august 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 10. august 2006
23
tíðindi
Men eg kom í roynd og veru
at hata hesar muslimarnar,
sum høvdu tikið okkum
sum fangar.
– Eg hataði teir fyri tað,
teir gjørdu móti mær og ikki
minst fyri tær líðingarnar
og pínuna, sum teir løgdu á
familju mína.
Í fangaskapinum komu
tey at liva undir vesalum
umstøðum, og hetta hevði
eisini ávirkan á andaliga lív
hennara.
– Eg sá, at hermenninir
høvdu bæði mat og annað
í yvirflóð, meðan vit sótu í
hungri og tosta.
– Eg gjørdist øvundsjúk
inn á teir, og gjørdist somu
leiðis havisjúk: Eg vildi
bara hava tað sama sum
teir, tí vit vóru so svong og
illa fyri.
Líðing og pína
Hatrið og øvundsjúkan
vóru kortini ikki einastu
negativu
síðurnar
av
sálarlívi hennara sum komu
undan kavi hesa tíðina.
Verri fyri hana var helst
tað, at hon gjørdist trúleys
– trúgvin uppá tann Gud,
sum hevði sent tey hesa
longu leiðina, byrjaði at
hvørva.
– Eg spurdi Gud fleiri
ferðir, hví júst eg skuldi
uppliva slíka líðing? Eg
skilti ikki meiningina við
tí, nú eg hevði sitið fangi
í slakar níggju mánaðir
og ikki visti, um eg varð
leyslatin ella um hon slapp
livandi frá hesum.
– Ja, eg mátti snøgt sagt
bara spyrja Gud, um hann
hevði tað fínt við at eitt
av hansara børnum var
stødd í slíkari líðing?, sigur
Gracia.
Tað var tá, nú hon var
komin so langt, at hon hin
vegin merkti at hon var
hildin føst í Guds hond
og at Guds umsorgan fyri
henni ikki var minni nú
enn áður.
– Tað gleðiliga var, at nú
eg byrjaði at grenja mót
vegis Gudi, tá byrjaði Hann
í roynd og veru at arbeiða
í mær.
– Hetta kendist trygt og
gott at uppliva: Hann hevði
altso ikki gloymt meg!
Gávur at brúka
Gracia og Martin tosaðu
nógv saman um støðuna
og framtíð teirra. Hetta
var ikki altíð so einfalt,
tí stjórnarherurin var alla
tíðina í hølunum á teimum.
Heilar 17 ferðir kom tað til
skotbardagar millum part
arnar.
Undir hesum samtalum
spurdi hon ein dagin mann
sín um, hvar friðurin, gleð
in, nøgdsemið hjá henni
vóru farin. Áttu uppreistrar
menninir ikki at sæð meiri
til hesar partar av kristna
lívinum?
– Eg spurdi Martin bein
leiðis: Hvar er alt hetta
góða hjá mær farið? Var
kærleikin til míni med
menniskju horvin, meðan
hatrið ístaðin var komið
inn?!
Svarið hon fekk frá mann
inum var so fult av vísdómi
og kærleika, at eygu henn
ara lótust upp fyri hesum
gudgivnu gávunum.
– Martin segði: Hetta eru
alt gávur sum tú ikki á
nakran hátt kanst píska upp
í tær sjálvari. Hetta eru alt
gávur, sum tú hevur fingið
frá Heilaga andanum.
– Bið Gud um skapa hes
ar gávurnar av nýggjum í
tær. Tað gjørdi eg so, og
fann veruliga fram til tær
aftur.
– Og síðani fingu vit
loyvi til at vera til tænastu
fyri hesar muslimsku upp
reistrarmenninar,
sum
høvdu tikið okkum sum
fangar, greiðir hon víðari
frá. – Vit ynsktu nú at vera
opin fyri, hvussu vit kundu
tæna teimum.
Hjálp í rættari tíð
Tey fingu serstakan kær
leika mótvegis tí eina mann
inum. Einum manni tey
ikki kendu navnið á, men
sum tey kortini elskaðu við
Guds kærleika. Mannin
sum fekk navnið “Nr. 57”
(sí serstaka frásøgn).
– Soleiðis kundi Gud
umbroyta okkara lív – frá
hatri til kærleika, sum
aftur gav seg til úttrykk
í umsorgan fyri einum
manni, sum hevði tikið okk
um til fanga, sigur hon.
Tað størsta var kortini
tað, at nøgdsemið og gleðin
komu undan kavi aftur í
lívinum hjá Graciu. Hon
lærdi nú týdningin at takka
Gudi fyri tað góða heldur
enn tí ringa.
Eitt bíbliuørindi kom
serstakliga til hana hesa
tíðina – orðini úr Hebreara
brævinum kap. 4 og ørindi
16: “Latið okkum tí við
dirvi stíga fram fyri hásæti
náðinnar, so vit kunnu fáa
miskunn og finna náði til
hjálp á rættari tíð!”
– Gud er her hjá hvørjum
einstøkum okkara. Hann vil
hjálpa tær í tínum tørvi,
eins væl og hann gjørdi tað
í okkara lívi.
– Hevur tú tí tung ting at
stríðast við, legg tað fram
fyri Hann. Hann vil hjálpa
tær í rættari tíð, endaði
Gracia boðskap sín.
Nr. 57 fekk hjálp
Tann eini uppreistrarmaðurin fekk navnið Nr. 57 var meiri at kalla
av tilvild. Hann bar nevniliga altíð eitt tungt M 57vápn. Av hesum
fekk hann navn sítt.
Tey løgdu merki til at hýrur hansara altíð var so ringur. Hann var
í roynd og veru altíð í ringum hýri, og gníggjaði sær í heilum um
tinningin.
Ein dagin komu uppreistrarmenninir í skotbardaga við stjórnarherin
og vórðu noyddir at flýggja undan í skundi. Fleiri mans vórðu særdir
í hesum bardaganum.
Av einihvørjari orsøk eydnaðist tað Maritni og Gracia at fáa hendur
á eini medisinkistu, og hagani fingu tey tikið ymiskan heilivág móti
pínu og infeksjónum. Hetta tóku te við í avmarkaða viðførið sítt,
samstundis sum tey runnu fyri lívinum.
Í allari hesi rokanini komu tey at hugsa um Nr. 57 og rosøkina
til ringa hýr hansara: Kundi orsøkin til hetta vera hin einfalda at
maðurin hevði støðuga høvuðpínu?
Hóast hann var muslimskur uppreistrarmaður og kundi til eina og
hvørja tíð gera av við tey bæði, vístu tey kærleika mótvegis honum
og góvu nakað av pínustillandi heilivági.
– Hann takkaði fyri, og tað tóktist sum hvarv pínan beinanvegin.
Tað besta við øllum var kortini tað, at Nr. 57 broyttist fullkomuliga.
Hann gjørdist nú meiri smílandi og heilsaði okkum við síni serstøku
muslimsku heilsan. Jú, hann var vorðin eitt annað menniskja.
- Eg helt meg vera ein góðan trúgvandi persón. Men í
fangaskapi okkara hjá hesum muslimska uppreistrarbólkinum
í jungluni, tá fekk eg veruliga eyguni upp fyri hvør eg var – og
hvussu eg var, greiðir Gracia frá
Gracia Burnham hevur vitjað í Føroyum og
greitt frá lívi sínum. Hon býr í dag í Kansas
í USA har hon virkar sum umboð fyri
missiónsfelagsskapin New Tribes Mission
Gracia og Martin áttu trý børn. Hesi vóru ikki við tann minniliga dagin á vári 2001. Men í
Føroyum vóru tvey teirra við. Her prátar hon við dóttrina
“
– Tað gleðiliga var, at nú eg byrjaði at
grenja mótvegis Gudi, tá byrjaði Hann
í roynd og veru at arbeiða í mær. Hetta
kendist trygt og gott at uppliva: Hann
hevði altso ikki gloymt meg!