Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 152 - 10. august 2006 tíðindi “ Hans Andrias Sølvará, studentaskúlalærari: - Jostein Gaarder er sera kontantur og rættiliga partískur eisini. Tó sigur hann ikki at hann ikki viðurkennir statin Ísrael. Tað er framferðarhátturin síðan 1967, sum hann ikki viðurkennir. Hann sigur at ísraelarnir, jødarnir, hava rætt til ein stat - tann frá 1948. - Og, tá ið vit práta um hetta, so eri eg fyri ein part samdur í hesum. Tað er staturin frá 1967, sum hann og heimssamfelagið ikki viðurkennir. Ein ST-samtykt frá 1967 sigur at Ísrael skal trekkja seg aftur av teimum hersettu økjunum. So heimssamfelagið hevur ikki leikt sín leiklut til fulnar. - Í dag grundgeva ísraelar m.a. við at peika á eina samtykt, sum sigur at Hizbollah skal avvápnast. So har er eitt ósamsvar. - Gaarder peikar á, at ísraelar eru farnir út um mark síðan 1967. Tað kann tað vera nakað um. Men tað var tann ringa samvitskan hjá kristna heimssamfelagnum, sum gjørdi tað møguligt og neyðugt at viðurkenna statin Ísrael í 1948. Jødar hava verið forfylgdir, og Kristindómurin hevur ikki verið mjúkur mótvegis jødum. Í Jóhannusar Evangelii stendur t.d. at djevulin er teirra faðir. Hetta skriftstaðið verður m.a. brúkt av Luther í eini bók um Jødarnar frá 1542, har hann m.a. eggjar fólki til at brenna synagogurnar hjá jødunum. Síðan kom stóra fólkamorðið á jødarnar undir nasistunum. Nasistarnir og lutherska kirkjan í Týsklandi brúktu bókina hjá Luther til at rættvísgera Holocaust. - Bíbilskar grundgevingar í øllum hesum stríðnum millum palestinar og ísraelar kann mann ikki brúka. Ein ísraelskur fornfrøðingur vísir á, at Dávidsríkið, sum ein kann lesa um í Bíbliuni, ikki hevur verið eitt so stórt ríkið. Hesin fornfrøðingurin metir, at mytan er íkomin í 600-talinum. Tú kann ímynda tær, at írskir munkar komu aftur til Føroyar og kravdu sína jørð. Tílíkar grundgevingar eru einki verdar, men ísraelski staturin frá 1948 er púra legitimur og er góðkendur eftir fólkarættarligum prinsippum. Viðmerking fr á Róa R. Patursson, háskúlastjóri: Eg trúgvi ikki, at Gud kann heimila menniskjaligar illgerðir. Eg trúgvi ikki á hugmyndina um Guds útvalda fólk. Eg trúgvi valla á  nakra eintýðuga hugmynd “fólk”. Eg trúgvi heldur ikki uppá retorikkin hjá Jostein Gaarder. Hetta er ein grein samansett av partvísum sannleikum,  men einvegis stýrd av einum ódámligum fordómi: At kreppan í Miðeystri hevur bert eina loysn –  nevniliga at Ísrael hvørvir av landakortinum. Vit eiga ikki at viðurkenna statin Ísrael, skrivar Gaarder, men  einaferð fara vit at viðurkenna jødan sum flóttrfólk! Men um “vit” ikki viðurkenna Ísrael, so kann Ísrael heldur ikki viðurkenna “okkum” og so er einki samskifti  – bara kríggj. Og eitt veruligt kríggj  nú á døgum kann bera í sær, at tað verða nógv onnur enn jødar og palestinar ið enda sum flóttarfólk. Móti Gaarder havi eg tí hug at seta ta gemeinu  áskoðan, at fyrsta stigið er sínámillum viðurkenning, samráð­ingar, vápnahvíld, uppaftur fleiri samráðingar og sam­felagsbygging. Og tað hóast ilt er at siga, hvar yvirgangurin byrjar og endar. Danjal Poulsen, formaður í felagnum Ísraelsvinir: – Altso, vil hasin mað­urin við hasi grein­ini, at ísraelar nú sjálvbodnir skulu fara at vera flótta­ fólk? Soleiðis spyr ein forfardur Danjal Poulsen, tá ið eg hann hevur lisið hesa kronikkina. – Hvør er hesi ´vi`, sum hann allatíðina tosar um? Hatta er púra ørt. Tað var Hizbollah, sum fóru inn um ísraelska markið har norðuri í landinum og lupu á. Teir drupu 6 mans og tóku tveir til fanga. So sjálvandi svarar mann aftur, teir kunnu ikki annað. – Ófatiligt at hasin maðurin tosar í álvara. – Hjá ísraelum er tað soleiðis, at antin vinna teir ella so doyggja teir – teir kunnu ikki tapa. T.d. var tað eitt mistak at taka seg aftur úr Gasa, tí tá vístu teir veikleikatekin. Burtur úr tí fingu teir kríggj. Jostein Gaarder í Miðeystur-roki Avleiðingarnar av krígnum millum Hizbollah og Ísrael eru ikki tespiligar. Og fleiri eygleiðarar og serfrøðingar føra ein stóran part av upprunanum til altjóða yvirgang aftur til hetta stríðið í Miðeystri. Sambært BBC eru 998 libanar deyðir og 102 ísraelar. 915.762 libanar eru farin frá heimi og 500.000 ísraelar. Ein rúgva av oyðilegging liggur eisini í kjalavørrinum av øllum harðskapinum. Hetta hevur fingið fleiri at ógvast við og taka til pennin. Herímillum hevur heimskendi norski høvundurin Jostein Gaarder skrivað eina serstakliga atfinnandi kronikk mótvegis Ísrael. Greinin hevur vakt mikla øsing og kjak í Noreg, síðan hon seinasta leygardag varð prentað í Aftenposten. Fleiri hava staðið fram og viðmerkt greinina, m.a. jødiski norski høvundurin Mona Levin segði greinina vera tað ljótasta, sum hon hevur lisið síðan Mein Kampf eftir Adolf Hitler. Onnur hava skýrt kronikkina vera “ábyrgdaleysur leikur við orðum”. Men hinvegin eru eisini tey, sum hava stuðlað hansara kronikk. Í dag skrivar Thomas H. Eriksen, professari í sosialantropologi við Universitetið í Oslo, eina grein við yvirskriftini “Den vanskelige kritikken” har ið hann ger greitt, at hann er sera bilsin av ógvusligu aftursvarunum. Eriksen tulkar kronikkina sum ´ein harðan kritikk av ísraelska politikkinum, sum er settur í ein bókmentaligan málstíl, sum minnir ein á Bíbliuna.` Sjálvur hevur Gaarder sagt við norska Aftenposten, at hann stendur við innihaldið í kronikkini. Tó viðgongur hann, at formurin á kronikkini er “problematiskur”. Mikudagin varð greinin umtalað í stóra ísraelska blaðnum Haaretz og dagin eftir var aftur ein størri grein, sum var grundað á viðtalu við Jostein Gaarder og fleiri serfrøðingar innan anti-semittismu. Gaarder hevur verið í Føroyum í samband við Listastevnuna 2004. Tá vitjaði hann í Norðurlandahúsinum. Eftir øllum at døma er hann eisini væl dámdur í Føroyum - seks bøkur hjá honum eru týddar til føroyskt, harímillum kenda Heimurin hjá Suffíu. Sosialurin hevur engasjerað nakrar meiningar og viðmerkingar í samband við stríðið millum Ísrael og Hizbollah. - Staturin Ísrael hevur neyðtikið heimsins viðurkenning og fær ikki frið fyrr enn hann leggur vápnini. Staturin Ísrael er í núverandi líki søga, soleiðis skrivar kendi norski høvundurin Jostein Gaarder í eini sera atfinningarsamari kronikk í Aftenposten 5. august. Vit endur­ geva her brot úr hesi kronikk. Har er eingin vegur aftur. Tíðin er komin at læra nýggjan setning: Vit viður­ kenna ikki statin Ísrael. Vit kundu ikki góð­taka suðurafrikanska apart­ heidstýrið, og vit góðkendu heldur ikki afganska Tali­ ban-stýrið. Og so vóru tað fleiri, sum ikki kundu góðkenna stýrið hjá Saddam Hussein og ei heldur etnisku útreinsingina, sum serbar stóðu fyri. Nú muga vit venja okkum við tankan: Staturin Ísrael í sínum nú­verandi líki er søga. Vit trúgva ikki uppá hug­ myndina, Guds útvalda fólk. Vit flenna at sorgunum hjá hesum fólkinum, sum stava frá teirra mistøkum. At trína fram sum Guds útvalda fólk er ikki bara býtt og hugmóðugt, men ein brotsgerð ímóti manna­ ættini. Vit kalla hetta rasismu. Mark fyri tollyndi Har eru mørk fyri okkara tolsemi, og tað eru mørk fyri okkara tollyndi. Vit trúgva ikki gudgivnum lyftum sum grund fyri hertøku og apartheid. Vit hava lagt miðøldina afturum okkum. Vit flenna at teimum, sum enn halda, at Gudurin, skaparin, av flora, fauna og øllum alheiminum hevur valt sær eitt ávíst fólk út, sum sítt yndisfólk, og hevur givið teimum stuttligar stein­ talvur, brennandi buskar og “license to kill”. Vit kalla barnadrápsmenn fyri barnadrápsmenn og góðtaka ikki at slíkt hevur nakað gudgivið ella søguligt mandat, sum kann umbera teirra skemdargerðir. Vit siga: skamm fái apartheid, etniska útreinsan, øll yvir­ gangsálop á sivilfólk, antin tey verða framd av Hamas, Hizballah ella statinum Ísrael! Jostein Gaarder: »Gud