hósdagur 10. august 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 10. august 2006
“
Kronnikkur
Carl Jóhan Jensen
Kríggj er sorgarleikur,
sama hvørjar umstøðurnar
eru. Oftast hava vit ikki
hilling á, hvat stríðið stend
ur um, tak eitt nú harm
leikin í Kekkenia. Ein heil
tjóð hevur verið slættað
niður og vit taka (og
hava leingið tikið) alt við
akslayppum og knappliga
tað. Sama kann sigast um
onnur kríggj, sum hava
staðið við í ártíggjur eitt
nú á Sri Lanka, í Sudan og
aðrastaðni.
Men hví nertir kríggið
í Miðeystri øðrvísi við
okkum enn onnur kríggj.
Hvussu bert tað til, at
hjartað alt í einum vil
kippast upp í hálsin, tá ið
myndir birtast á skíggjan
av samanbrestum við og
innan fyri Libanska landa
markið. Satt at siga kemur
orrustan, sum nú stendur
við
Miðjarðarhavsbotn,
ikki uppímóti grimdar
stríðnum í Kekkenia í
djevulskapi og grimd.
Verri enn so.
Svarið er so einfalt, sum
tað er særsøkið. Tað fellur
í tríggjar og ein hálvan
part. Her taka vit fyrst fyri
tríggjar teir fyrstu partarnar
fyri: olju, heimsveldasøgu
og samvitsku (hálvpartin
drýggja vit til seinni).
Um oljuna er at siga, at
ófriður, serliga bráðkomin
ófriður, vil trýsta prísin á
hesi neyðsynjarvøru upp
og hægri oljuprísur sæst
ólagaliga skjótt aftur bæði
í lands- og vanligum húsar
haldi.
Men heimsveldasøgan?
Soleiðis sum hon tók seg
upp eftir seinna heims
bardaga
við
køldum
kríggi og øllum, sum har
uppií hekk, var tað ikki at
undra, at meginbrotrivan
millum eystur og vestur
kom at ganga gjøgnum
miðeystur við øllum tí
oljutilfeingi, ið har er.
Upp ígjøgnum hálvtrýssini
skákaðu viðurskiftini í
miðeystri sær so, at ameri
kanarar ongastaðni fingu
høgligari fótafesti við Mið
jarðarhavsbotn enn í Ísrael,
sum á henda hátt gjørdist
ein miðdepil í heimspoli
tikkinum á jøvnum føti
við t.d. Vestur-Berlin.
Hvør spenningsbroyting í
økinum, sjálvt hin minsta
kundi føra til vopnaðan
samanbrest, men saman
brestur í sínum lagi skjótt
enda við heimskríggið og
tað var eisini um reppið
fleiri ferðir, eitt nú undir
oktoberkrígnum í 1973.
Heima á klettunum, her so
at siga alt var forborgið,
sum hevði við útheimin at
gera, vóru fá tó so óflætti
liga blind, at tey ikki sóu,
at slíkt skaða brot, sum
heimskríggj óumberliga
er, fór at geva okkum ein
heldur geislavirknari lut í
ævinleika enn tann, sum frá
boðaður var á guðs tænast
um og møtum. Tískil sótu
og sita føroyingar enn sum
á nálum, verður Miðeystur
nevnt í ófriðarhøpi.
Men samvitska, meðni?
Hvussu kemur samvitska
upp í alt hetta?
Lat meg beinanvegin
taka fram, at eg í hesum
sambandi ikki hugsi um
persónliga
samvitsku,
men
felags-samvitsku,
eina samhaldsfasta sam
vitsku so at siga, t.e.
eina sam-evropeiska sam
vitsku, ið eyðvitað eisini
er sam-kristin samvitska
(t.e. samvitska við støði
í kristnum siðareglum).
Henda samvitska hevur
havt meiri at siga fyri
samlagið millum Ísrael
og onnur miðeysturlond
enn
mangan
kanska
grunar. Í tvey túsund ár
traðk aði kristin dómur á
gýðingin, traðkaði hann
niður úr allari virðing og
ætlaði honum lagnu og
stað uttan fyri gildisøki
hjá samvitsku síni. Í úti
við tvey túsund ár fann
kristin trúgv ongar áneyðir
at skammast um atferð
sína móti gýðinginum.
Hann átti alt uppiborið,
alt uttan lív og rætt. Ikki
fyrr enn portrini í týskum
týningarlegum
brádliga
vórðu tveitt upp á bak á vári
í 1945, tástani skammaðist
hon og skammaðist við
lít. Kolsvørt samvitska
vildi nú ikki bert umbera
gýðingin, men eisini fáa
honum eitt heim, eitt ríki
fyri seg sjálvan og eingin
kærdi seg minsta vet um,
at umnevnda ríkið varð
stovnað í einum landi,
sum onnur tjóð longu
hevði bygt í næstan tjúgu
øldir (ella ið hvussu er
eitt hálvt ártúsund longri
enn nøkur tjóð hevði búð í
Mið- og Norður-Evropa).
Og hin sam-evropeiska/
kristna samvitskan hevur
verið drúgv at blikna aft
ur. So drúgv, at trýss ár
eftir at sortin legðist yvir
hana, trekast Evropa enn
við og vil heldur umbera
Ísraelsríki enn tala at teim
um, ið har ráða fyri borg
um, hóast skilagrundir
mangan hava verið fyri tí
tey seinnu árini.
Men nú til hálvpartin, ið
eg tók frá í byrjanini.
Tað er hetta serliga lag
ið, ið ger vart við seg í
føroyskum hugburði og
orðaskifti um viðurskiftini
í Miðeystri. Eg hugsi um
tað vestanhavsættaða (og
himprist ikki við at siga
eitraða samblandið) av
bíbliugrundaðari pátrúgv
og víðgongdum høgra
sjónarmiðum, ið summi
her á landi (Guð má vita
hvat tey billa sær inn) rópa
upp á trúgv.
Her er av sonnum ein
ormur komin í garð okkara.
Hesin ormurin (og hann
trilkast í hvørjum) ringir
seg tætt um vit og skil og
lokkar menn við ongum
øðrum
grundarlagi
til
støðutakan enn heilaspuna,
at gera seg kjaftbreiðar
um viðurskifti, sum teir
hvørki hava ella leggja í
at hava nakað innlit í. Vit
hava sæð hetta ljóta lagið
eitt nú í kjakinum um tey
samkyndu. Vit hava sæð
tað í endurtiknum atløgum
at treingja um frælsið hjá
tí einstaka við boðum og
bannum. Vit síggja og hoyra
tað dag um dag í almennu
fjølmiðlum okkara, sum
munnu vera millum teir
mest
niðurbundnu
og
troystarleysu í vesturheim
inum (t.d. kann dastið av
teimum bókmentum, ið
skrivaðar eru eftir 1850
ikki lesast í útvarpi Føroya
orsakað av sensuri). Og
nú síggja vit tað so aftur,
ið meginparturin av Mið
jarðarhavsbotni
ligg
ur í heljarskugga. Teir
kjaftbreiðu ganga og darta
við sínum skriftstøðum,
rópa sína skammleysu
óvitan út um allar geilar
og unna teimum hvørki
náði her ella handan, ið
ikki vilja taka við orði
teirra. Teir umbera alt,
sum valdsmenn í Ísrael
taka sær fyri, hvussu vík
ir og vendir. Fegnast um
hvørja bumbu, ið fellur
á libanskar bygdir, um
hvønn palistinskan ung
dóm, sum liggur eftir á.
Upplýsing, sum hevur
uppruna aðrastaðni enn í
teirra skammlopnu heila
træðrum, skýra teir at vera
frá Fananum. Og Fanin er
allastaðni, hvat tá: í CNN,
í BBC, í DR, í NRK, í
SVR, í Kringvarpinum,
ja í hvørjum javnvigaðum
sjónarmiði, sum fram kem
ur um tað, sum fer fram
við Miðjarðarhavsbotn í
hesum døgum.
Sjálvur troysti eg mær
illa at taka dagar ímillum,
hvør ið rættin hevur í stríð
num millum Hissbolla
og Libanon øðrumegin
og Ísraelsríki hinumegin.
Kríggj hava ta natúr, at
rætt og skeivt vil kámast
tí meiri, sum bardagin
verður harðari og longri.
Eg sigi bara: tað má vera
mark fyri møsni.
Tað má vera mark
fyri møsni
25
tíðindi
Í viðmerking til Sosialin, skrivar formaðurin í føroysku
Ísraelsmissiónini, Frants Jensen:
– Eftir endirstovnanina av Ísrael í 1948 hava
nógv kríggj verið, og eitt av høvuðsendamálunum
hjá flestu av fíggindum Ísraels, sum hava tikið
til vápnamegi, hevur verið at “strika Ísrael av
heimskortinum”. Eisini í hesum nýggjasta stríðnum
hevur Hizbollah havt hetta endamálið. Hamas, ið
herfyri vann stjórnarvaldið í teimum palestinsku
økjunum, hevur sama endamál. Ikki er lætt at byggja
álit og heldur ikki varandi vápnahvíld, tá ið støðan
er so fíggindalig millum stríðandi partarnar. Og her
er eisini neyðugt at síggja, at tað er ikki bara annar
parturin, ið er skurkur. Ísrael eins og teirrra fíggindar hava gjørt og gera
framvegis nógvar brotsgerðir hvør móti øðrum…
Tað er ikki nøkur einføld loysn at fáa varandi frið millum Ísrael og tess
grannatjóðir. Frá okkum, ið sita í friðarliga Vesturevropa, koma ymsar
skriviborðsloysnir, men tað er rættiliga avmarkað, hvat kann brúkast av
teimum, tí støðan er nógv meiri fløkjaslig, enn vit geva okkum far um
bæði hernaðarliga, mentunarliga, søguliga og átrúnaðarliga.
Hann endar sína viðmerking við hesum orðunum:
Hóast støðan sær trupul út, so er tað tó ein, ið veruliga kann skapa frið
millum Ísrael og tess arábisku grannatjóðir. Tað er friðarhøvdingin, sum
í “Friðarstaðnum” (Jerúsalem) fyri 2000 árum síðani lat lív sítt fyri at
skapa frið millum øll menniskju.
Jødar eins og arábar hava brúk fyri at hoyra henda boðskapin. Tí eiga
vit eisini at vera við at boða gleðiboðskapin um Jesus bæði í Ísrael og
øllum tess arábisku grannatjóðum.
ds útvalda fólk«
Samvitskuleys
krígsførsla
Vit í Evropa ásanna og taka
á okkum stóru ábyrgdina
fyri døkku lagnuna hjá jød
um, fyri vanæruligu happ
ingini, pogromunum og
Holocaust. Søguliga og
moralskt var tað neyðugt
at jødarnir fingu egið heim.
Men staturin Ísrael hevur
við síni samvitskuleysu
krígsførlsu og ræðuligu
vápnum lamløstað sín egna
legitimitet. Hann hevur
á skipaðan hátt gjørt seg
inn á fólkarættin, altjóða
semjur og eitt ótal av
ST-samtyktum og hann
kann ikki vænta verju frá
sama staði. Staturin hevur
teppibumbað
heimsins
viðurkenning. Men óttast
ikki! Neyðartíðin er skjótt
farin afturum. Staturin
Ísrael
hevur
havt
sítt
Soweto....
Uttan verju,
uttan skræðu
Máttu andi og orð blást
apartheid-múrarnar
yvir
enda. Staturin Ísrael er
ikki longur til. Hann er nú
uttan verju, uttan skræðu.
Mátti heimurin tí sæð náði
í teimum sivilu. Tí tað er
ikki teimum sivilu einstøku
menniskjunum, sum okkara
dómaprofeti er vend ímóti.
Vit ynskja øllum fólkinum
í Ísrael alt gott, men vit taka
okkum rættin til ikki at eta
Jaffa-appelsinur, so leingi
tær smakka illa og eru
eitraðar. Tað gekk jú væl
at liva í nøkur ár uttan tær
bláu apartheid-drúvurnar.
Blóðhevndarinnar
aftursvar
Vit góðtaka ikki orðalagið
hjá statinum Ísrael. Vit viður
kenna ikki ónda spiralin av
harðskapi og blóðhevnd við
“eyga fyri eyga og tonn
fyri tonn”... Tvey túsund ár
er farin síðan ein jødiskur
rabbinari fanst at hesi
avgomlu lærusetningi um
“eyga fyri eyga og tonn fyri
tonn”.
Hann segði: “Alt tað, sum
tit ynskja onnur skulu gera
fyri tykkum, skulu tit eisini
gera fyri teimum”. Vit
góðtaka ikki ein stat, sum
stríðist á antihumanistiskum
prinsippum og á leivdunum
á eini arkaiskari tjóðartrúgv
og krígstrúgv....
Vit góðtaka ikki tað gamla
Dávidsríkið sum reglu
skipandi fyri Miðeystur í 21.
øld. Ein jødiskur rabbinari
helt fyri tvey túsund árum
síðan uppá, at Guds ríkið
ikki er ein krígssinnað
uppreisn av Dávidsríkinum
Guðs ríki er innan í okkum
og ímillum okkum. Guds
ríki er miskunnsemi og fyri
geving...
Sáttligt lag og
miskunn
Vit viðurkenni ikki statin
Ísrael. Ikki í dag, ikki skriv
andi stund, ikki í sorgar-
og vreiðisløtuni. Um øll
ísraelska tjóðin skuldi fallið
av egnari skuld og partar
av fólkinum vóru noydd at
flýggja úr sínum hertiknum
økjum og aftur til enn eina
útlegd, so siga vit: máttu
umstøðurnar víst teimum
sáttligt lag og miskunn.
Til allar tíðir er tað ein
brotsgerð at gera seg inn á
flóttarfólk og statsleys...
Skjót ikki eftir flótta
fólkum, miðjið ikki eftir
teimum! Sum sniglar uttan
skel, sárar karavanur av
palestinskum og libanskum
flóttafólkum, verjuleysar
kvinnur, børn og gomul
í Qana, Gasa, Sabra og
Shatila.
Gev
teimum
ísraelsku flóttafólkunum
húsarúm, gev teimum mjólk
og honning!
Lat ikki eitt ísraelskt barn
gjalda við lívinum. Alt ov
mong børn og sivil eru
longu myrd.