hósdagur 10. august 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 10. august 2006
tíðindi
Í løgmansrøðuni á
ólavsøku varð sagt, at
hvør føroysk kvinna
í barnførum aldri
eigur 2,62 børn í
miðal. Men sambært
búskaparfrøðinginum
Magna Laksáfoss
er hetta ikki rætt,
tí tá eru føroysku
kvinnurnar, sum
t.d. lesa uttanlands
ikki taldar við.
Hann metir at
fólkavøksturin fer at
steðga, og vit noyðast
taka støðu til, hvat
vit skulu gera við
tað stóra talið av
gomlum, sum leggjast
afturat í framtíðini
SAMFELAG
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin
- ”Tað verða fødd nakað
oman fyri 700 børn um
árið, ella 2,62 børn í
miðal fyri hvørja kvinnu í
barnførum aldri. Hetta er
tað mesta síðan 1990 og
tað mesta í øllum Evropa.
Hetta er eitt heilsutekin,
og vit skulu gera okkara
til, at familjurnar trívast,
so at vit varðveita høga
barnatalið. Tað er ein góð
trygd fyri okkara samfelag
í framtíðini”.
Hetta segði Jóannes
Eidesgaard, løgmaður,
í løgmansrøðu síni á
ólavsøku.
Men sambært
Magna Laksáfoss,
búskaparfrøðingi, er hetta
ikki nóg mikið til, at vit
kunnu vænta okkum ein
fólkavøkstur í Føroyum í
framtíðini.
Í 2005 fingu kvinnur
í Føroyum sum nevnt
2,6 børn í miðal. Vanliga
verður, sagt, at markið
fyri at fólkatalið ikki skal
lækka er, at burðartíttleikin
ikki fer niður um 2,1 barn
fyri hvørja kvinnu, men
sambært Magna Laksáfoss
sær hetta talið øðrvísi út í
Føroyum, tí burðartíttleikin
hjá føroyskum kvinnum er
sambært Magna Laksáfoss
í veruleikanum lægri enn
2,6 og veruliga markið er
omanfyri 2,1.
Markið ikki 2,1
í Føroyum
Ein kundi trúð, at talið
fyri markið var 2,0, av tí
at so átti hvør kvinna tvey
børn í part – eitt fyri seg
sjálva og eitt fyri mannin,
um til ber at siga tað so.
Men her er vert at leggja
til merkis, at býtið millum
dreingja- og gentubørn er
52/48, tvs. at eitt vet fleiri
dreingjabørn verða fødd.
Harafturat hendir tað, at
nakrar kvinnur doyggja
burturav teimum, sum eru
føddar í einum árgangi.
Hesi bæði viðurskifti skulu
roknast við, tá fertilitetur
skal kannast og tískil er
markið nakað omanfyri 2,
og verður tí vanliga sagt at
markið er 2,1, vísir Magni
Laksáfoss á.
Men í Føroyum er ein
triðja orsøk, ið hevur
ávirkan á burðartíttleikan,
og hon er, at umleið 20
% av kvinnunum í einum
árgangi flyta burtur og
koma ikki aftur til Føroyar.
Hervið mugu føroysku
kvinnurnar fáa enn fleiri
børn, um hædd skal takast
fyri fráflytingini.
Tí sigur Magni
Laksáfoss, at markið í
Føroyum er 2,5 børn í
miðal, um fólkatalið ikki
skal lækka, og tí kallar
Magni Laksáfoss tað eina
mytu, at markið eisini skal
vera 2,1 børn í Føroyum, tí
tá eru tey 20 prosentini av
kvinnum, ið flyta burtur,
ikki tikin við.
Burðartíttleikin ikki
2,6 hjá føroyskum
kvinnum
Magni Laksáfoss
vísir samstundis á, at
burðartíttleikin á 2,6
er burðartíttleikin hjá
kvinnunum sum búgva í
Føroyum. Hetta talið sigur
tó ikki fulla sannleikan
um burðartíttleikan hjá
føroyskum kvinnum,
við tað at hædd ikki
er tikin fyri at nógvar
ungar kvinnur eru undir
útbúgving í útlondum
í fleiri ár. Nógv bendir
á, at kvinnur, sum velja
útbúgving og karrieru,
fáa færri børn enn tær,
sum ikki velja at fáa sær
útbúgving ella líknandi
starvsbreytir. Tí má roknast
við, at burðartíttleikin hjá
føroyskum kvinnum er
lægri enn 2,6.
Um vit rokna við at
fertiliteturin hjá føroyskum
kvinnum er umleið 1, er
tann veruligi fertiliteturin
í Føroyum ikki er
2,62 børn fyri hvørja
kvinnu, sum nevnt varð
í løgmansrøðuni, men
heldur 2,3 børn fyri hvørja
kvinnu í burðarførum
aldri, metir Magni
Laksáfoss.
Hann minnir nevniliga á,
at tað ikki gevur meining
at tosa um fertilitet innan
eitt ávíst geografiskt øki,
nú arbeiðsmarknaðurin
er blivin so mobilur, sum
hann er, og tí er betri at
rokna alla fólkamongdina,
tvs. eisini føroyingar,
sum lesa uttanlands,
hóast tað er ógjørligt at
fáa eitt nágreiniligt tal
burtur úr hesum. M.a. er
tað ógjørligt at siga, hvør
flytur heimaftur.
Um vit nú hyggja eftir
støðuni er vet í holuni.
Áður var markið 2,1
og burðartíttleikin 2,6
– tvs. eitt avlop á 0,5
barn pr. kvinnu. Rættari
er at rokna við einum
marki á umleið 2,5 og at
burðartíttleikin er umleið
2,3 – tvs. eitt undirskot
á 0,2 barn pr. kvinnu.
Hetta er nakað sama
støðu sum í Danmark, har
burðartíttleikin er 1,7 og
markið umleið 2,0 – tvs.
eitt undirskot á 0,3 barn
pr. kvinnu, sigur Magni
Laksáfoss.
Fleiri gomul
- ”Landsstýrið fer at gera
tað møguligt hjá lesandi at
fara í barnsburðarfarloyvi,
so at korini hjá teimum
gerast betri. Vit fara at
leggja barnafrádráttin
um til eitt útgjald. Hetta
merkir, at eisini tey, sum
onga arbeiðsinntøku hava,
fáa barnastuðul. Umframt
hetta ætlar Landsstýrið
at hækka stuðulin til
barnafamiljur við serligum
tørvi”.
Hetta lovaði løgmaður
í síni røðu á ólavsøku,
men Magni Laksáfoss
setir tó spurnartekn við,
um landsstýrið ikki heldur
átti at fyrireika seg til ta
vaksandi ”eldrabylgjuna”,
sum hon verður rópt.
Búskaparfrøðingurin
leggur dent á, at sum so
er ikki talan um nakran
álvarsligan trupulleika
við einum burðartíttleika
undir markinum, tí vit
kunnu eisini spyrja okkum
sjálv, um vit veruliga
skulu verða 100.000 fólk í
Føroyum, sum hann tekur
til.
Hinvegin er talan um ein
álvarsligan trupulleika, um
vit einki gera við vaksandi
talið av eldri fólk, tí vit fáa
um
nøkur
ein
munandi størri bólk av
gomlum fólki, og til hetta
krevst bæði pensjónir og
røktarheimspláss.
- Trupulleikin er tí
ikki burðartalið, men tey
nógvu eldri, sigur Magni
Laksáfoss, og minnir á,
at hesi eldru ikki eru tey,
sum eru gomul í dag,
men tey sum eru ung og
um miðjan aldur í dag.
Tað er hent fleiri ferðir
fyrr í søguni, at fólkatalið
ikki er vaksið, og sum so
er hetta eingin trupuleiki,
men trupulleikin í dag
er tann, at vit innrætta
ikki samfelagið eftir
forsøgnunum um at vit
gerast fleiri eldri, sigur
hann.
- Eldraøkið er
afturútsiglt í dag, sigur
Magni Laksáfoss, og
minnir á, at vanliga
verður sagt, at tað krevst
hálvtannað røktarfólk til
hvørt røktarheimspláss.
Um vit siga, at hvørt fólk
yvir 80 ár hevur tørv á
einum røktarheimsplássi,
so hava vit í dag umleið
600 røktarheimspláss við
umleið 900 starvsfólkum.
Samstundis hava vit
umleið 1700 fólk yvir
80 ár, so um tørvurin
skal nøkstast skulu
vit hava umleið 1700
røktarheimspláss við
umleið 2500 starvsfólkum.
Í 2040 verða væntandi
3500 fólk yvir 80 ár, og
til hesi verður brúk fyri
4250 starvsfólkum. At
fáa hesi fólkini, verður
neyvan nakar trupulleiki,
sigur Magni Laksáfoss.
Trupulleikin verður
hinvegin at gjalda hesum
fólkum løn.
Magni Laksáfoss leggur
dent á, at talan ikki er um
nakra dómadagsprofeti,
men heldur ein spurningur
um samfelagsliga
planlegging, tí sum nú er,
fer fólkatalið ikki at vaksa,
og vit fáa fleiri og fleiri
eldri. Og hendan spurning
noyðast vit at taka støðu
til, heldur hann.
Fólkatalið fer ikki at vaksa
í Føroyum
0
1.000
2.000
3.000
4.000
5.000
6.000
7.000
8.000
9.000
10.000
1960
1970
1980
1990
2000
2010
2020
2030
2040
Pensiónistar 67 ++
Pensiónistar 80 ++
Pensiónistar 67 ár og eldri
Pensiónistar 80 ár og eldri
0
500
1.000
1.500
2.000
2.500
3.000
3.500
1970
1975
1980
1985
1990
1995
2000
2005
Fertilitetur í Føroyum
Mettur burðartíttleiki hjá føroyskum kvinnum í Danmark
Roknaður burðartíttleiki hjá føroyskum kvinnum
Tann ovasta linjan vísir fertilitetin hjá kvinnum í Føroyum,
meðan linjan í miðjuni fertilitetin, sum Magni Laksáfoss kallar
tann roknaða fertilitetin, tvs. fertilitetin hjá øllum føroyskum
bæði Føroyum og í Danmark