hósdagur 10. august 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 152 - 10. august 2006
tíðindi
- Vit hava ikki sæð
vektarseðlarnar enn,
men verður vektin so
góð, sum vit vóna og
vænta, verður hetta
ein rættiliga góður
túrur hjá skipunum,
sum hendan túrin
partrolaðu eftir
norðhavssild, siga tey
á skrivstovuni hjá P/F
Framherja á Toftum
Roktúrur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kombi neraðu nóta-og trol
skipini hjá P/F Framherja,
Fagraberg, sum er fyrrver
andi Krúnborg og Høga
berg, sum er fyrrverandi
Gullfinnur,
hava
gjørt
ein rættiligan roktúr norð
anfyri.
Skipini komu á Fuglafjørð
mánadagin, bæði full undir
lúkurnar av norðhavssild.
11 mió krónur
Ymiskt kann vera, sum last
in vignast, tá ið saman um
kemur, men á skrivstovuni
hjá P/F Framherja á Toftum
siga tey, at hetta undir øllum
umstøðum er ein rættiliga
góður túrur, nú prísurin til
ídnað er so góður.
- Fagraberg tekur eini
3.200 tons, og Høgaberg
tekur eini 2.300 tons. Til
samans vænta vit, at skipini
hava eini 5.500 tons av sild
hendan túrin. Enn hava vit
tó ikki sæð vektarseðlarnar
– og vit vita ikki endaliga
prísin fyri sildina. Tí duga
vit heldur ikki at siga ítøki
liga, hvussu vignast hevur.
Prísurin á sild til ídnað
hevur verið góður í sein
astuni. Hann hevur ligið
um góðar 2 krónur fyri
kilo, og vignast lastin so
væl, sum reiðaríið vónar
– og prísurin somuleiðis
heldur sær, kann væntast,
at samlaða veiðivirðið fer
at liggja um einar 11 mió
krónur.
Sum skilst, er tað góðu
prísirnir á mjøli, sum eru
orsøkin til góða prísin á
fiski til ídnað.
- Skipini hava verið burt
ur í 12 dagar tilsamans.
Umborð á Høgabergi eru
12 mans, og 11 eru við
Fagrabergi, siga tey hjá P/F
Framherja.
Skiparar hendan túrin
vóru Hans Jacob Petersen,
sum er ættaður úr Norð
depli og Høgni Hansen,
sum býr í Oyndarfirði, men
er ættaður úr Klaksvík.
Høgaberg landaði í Fugla
firði týsdagin, og Fagraberg
landaði mikudagin.
Daglønarskipan
Freistandi kundi verið at
vitað, hvussu stórur mann
ingarparturin er fyri hesar
12 dagarnar á einum slík
um túri, tá ið samlaða veiði
virðið er so stórt.
- Men hjá okkum eins og
hjá fleiri øðrum reiðaríum í
hesi vinnu, siglir manningin
undir eini daglønarskipan,
sum verður javnað, tá ið árið
er liðugt. Hetta verður gjørt,
tí tíðarskeiðini í hesi vinnu
eru so ymisk og skiftandi.
Viðhvørt er nógv at fiska,
og inntøkan er góð. Aðrar
tíðir vignast minni væl, og
tí siglir manningin undir
eini daglønarskipan, sum
javnar inntøkuna gjøgnum
árið.
Hevði kombineraði trol-
og nótaflotin ikki havt
eina slíka skipan, høvdu
allir, sum knýttir eru at skip
unum, viljað verið umborð,
tá ið nógv er at fiska – og
áhugin hevði verið minni,
tá ið lítið er at fiska.
- Men tað skerst ikki burt
ur, at ein slíkur túrur sum
hesin hálar inntøkuna hjá
manningini uppeftir, siga
tey á skrivstovuni hjá P/F
Framherja á Toftum.
Høgaberg fór útaftur
týsdagin at leita eftir sild
og Fagraberg, sum var hin
seinni, ið landaði, fór útaft
ur mikukvøldið.
Fagraberg og Høgaberg:
Fiskaðu fyri 11 mió kr.
í 12 dagar
Fagraberg (mynd) og Høgaberg hava
gjørt ein rættiligan roktúr á sild
norðanfyri. Í tilsamans 12 dagar hava
skipini fiskað fyri einar 11 mió krónur,
sum má sigast at vera framúr
Prísirnir á ídnaðarfiski hava verið góðir í
seinastuni, og orsøkin til góðu prísirnar er økti
prísurin á mjøli