Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-10, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 10. august 2006 7 tíðindi Veruligt breiðband til øll húsarhald er sjálvur hornasteinurin, um mál innan KT- økið skulu røkkast í visjón 2015, heldur Heini Zachariasen. Men hann leggur samstundis dent á, at tað er altavgerandi, at Føroya Tele og politiski myndugleikin spæla við Gigabit Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Skal visjón 2015 eisini fevna um KT-økið, er al­neyðugt, at føroyingurin verður vanur við at verða on-line. At hetta er ein púr­ asta náttúrligur partur av gerandisdegnum. Somikið avgjørdur er Heini Zachariassen, før­ oyski stjórin í Bullguard, sum dagliga virkar á altjóða markn­að­in­um innan KT- øk­ið. Verða gigabit-ætlanirnar hjá Finn Helmer, sum hava verið lýstar her í blað­num seinastu dagarnar, veru­ leiki, ivast Heini ikki í, at hetta er megnar lop fyri før­ oyska KT-økið. Sjálv­ur hev­ ur Heini áður borið fram, at infrakervið í Føroyum í verandi støðu er alt ov vánaligt, men júst hetta kann ein slík ætlan broyta. - Eg vil kalla hetta fyri eitt kvantum-lop, um ætlan­ in kann gjøgnumførast. Í verandi støðu eru Føroyar alvorliga eftirbátur á øki­ num, og bara tað at koma nær teimum førandi á øki­num, krevur eitt veld­ ugt arbeiði. Við hesum kunnu vit brádliga fara í yvirhálingsbanan, tí 10 giga­bit er altso enormt. Føroya Tele er avgerandi Samstundis sum hann fegn­ ast um, at slíkar ætlanir nú verða viðgjørdar í veru­ ligum álvara, so stað­fest­ir Heini samstundis, at hetta krevur, at bæði po­lit­iski myndugleikin og Føroya Tele eru við í slíkum ar­beiði. - Í Danmark hevur Finn Helmer áður tosað um hetta projektið, men tað hevur verið vónleyst at gjøgn­ umføra tað. Fyrst og fremst tí TDC ikki hevur verið við í arbeiðinum. Í ver­andi støðu hevur TDC mest sum monopol upp á net- kerv­ið. Og tí er tað avgjørt eingin sjálvfylgja, at teir eru serliga hugtiknir av eini slíkari ætlan. Hon vil í øllum førum gera verandi netið ótíðarhóskandi, og tí hava teir heldur valt at mótarbeiða ætlanini. - Tí vil eg siga, at tað er altavgerandi, at Føroya Tele, sum jú eigur størsta partin av føroyska netinum, er við í ætlanini. Eru teir uttanfyri, so vilja teir mest sannlík mótarbeiða hesum, og tá verður ætlanin trupul at gjøgnumføra. - Og samstundis skal po­litiski myndugleikin onk­ ur­svegna upp í leikin. Hetta projektið er jú av slíkari stødd, at tað verður trupult at realisera tað uttan um politisku skipanina. Skal verða til øll Eitt er, at føroyska band­ breiddin við nýggju ætlan­ ini kann koma á eitt støði, sum bara er teimum fægstu unt. Men Heini heldur tað vera minst líka áhugavert, at veruligt breiðband við hesum verður hvørs mans ogn. - Skulu vit veruliga upp í superliguna, so er tað eitt must, at breiðbandið er ein partur av gerandisdegnum hjá føroyinginum. At fólk frá barnsbeinið eru von við, at hetta er ein náttúrligur partur av tilveruni. - Tí tað er ikki fyrr enn tá, at vit veruliga byrja at skilja marknaðin. Sjálvi hava vit forritarar sit­andi í Rumenia, sum er ógvu­ liga frammaliga á júst tí økinum, eins og India eis­ ini er tað. Men orsøkin til, at hesi lond bara veita forritarar og ikki annað, er júst, at tey ikki eru von við hendan heimin. Tey hava lágt lønarlag, og kunnu tí væl og virðiliga kappast á hesum økinum. Men tey skilja ikki KT-marknaðin, eins og vesturlendingar, og tí megna tey sjáldan at seta seg í førarasetrið, staðfestir føroyski Bullguard-stjórin. Eitt kvantum-lop Sum stjóri í fyritøku, sum dagliga kappast vði teir stóru á KT-marknaðinum, hevur Heini Zachariassen gott innlit í tað, sum krevst fyri at gera seg galdandi Alt ov ofta síggja vit, at stórar verkætlanir detta niðurfyri, og oftani er vantandi samskifti og samstarv ein av høvuðsorsøkunum, sigur Bitlandstjórin, Ólavur Gregersen, sum eisini sigur seg síggja møguleikar fyri, at teir fara at samstarva við Finn Helmer um Gigabitnetið BREIÐBAND Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Bitland er ein fyritøka, sum seinastu árini hevur arbeitt við at marknaðarføra Før­ oyar sum landið, har nýggj tøkni kann mennast og roynast. Við ætlanunum hjá Finn Helmer, um at roynd­arkoyra breiðband, sum bygg­ir á fipurnet og harvið tryggjar eina ferð upp á 10 gigabit, sær av álvara út til, at nýggj tøkni skal sleppa at standa sína roynd í Føroyum. - Hetta ljóðar av øgiliga nógvum og greitt er, at allur bati av samferðslukervinum er við at lyfta og menna føroyska samfelagið, sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland. - Tess størri kapasiteturin er, tess betur er tað fyri KT-vinnuna. Men vit mugu altíð seta spurningin um hvørji onnur ting, vit kunnu gera betri, vísir Ólavur Gregersen á. Men hvat heldur Bit­land­ stjórin, Ólavur Greger­sen, er týdningarmikið fyri gongd­ina í einum slíkum málið: - Alt ov ofta síggja vit, at stórar verkætlanir detta niðurfyri, og oftani er vant­ andi samskifti og samstarv ein av høv­uðs­or­søku­num. - Tí er øgiliga týdn­ing­ armikið, at allir partarnir skilja, hvat tað er, ið hinir vilja, og okkara royndir siga okkum, at partar­nir ofta ræðast sína egnu støðu, og tí eru bangnir fyri ný­skap­an. - Og í eini verkætlan sum hesari kundu vit verið við at fingið partarnar saman. Fáa eitt samskifti í lag og eitt samstarv at rigga. Ólavur Gregersen vísir síð­ani á, at í Bitland eru tey ikki áhugaði í at reka varandi virksemi, men at tað er í nýskapandi gongdini, at teir vilja vera við. Bitlandstjórin um Giganetið: - Vit síggja samstarvsmøguleikar - Í eini verkætlan sum hesari kundu vit verið við at fingið partarnar saman. Fáa eitt samskifti í lag og eitt samstarv at rigga, sigur Ólavur Gregersen (savnsmynd)