hósdagur 10. august 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 152 - 10. august 2006
tíðindi
- Eg hevði rent meg
í eitt fjall. Valið stóð
ímillum at halda fast
um linjuna ella at
fylgja boðunum og
bróta lógina. Eg valdi
at koyra eftir lógini,
sigur Jógvan við
Keldu, fyrrverandi
landsstýrismaður við
innlendismálum.
Ein bóltur var
farin á rull, og
landsstýrismaðurin
skilti, at hetta helst
fór at enda galið
Samrøða
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Tað er mánamorgun í oktob
er 2005. Jógvan við Keldu
er biðin um at koma á fund
í flokshølinum á Gamla
Apoteki. Øll tingmanningin
hjá Fólkaflokk inum er møtt
upp. Jógvan við Keldu held
ur fast við, at hann ikk i
fer við egnum vilja. Og
tá er einki annað at gera.
Avgerðin er tikin. Ein
nýggjur landsstýrismaður
skal finnast.
Men avgerðin hjá Fólka
flokkinum hendan mána
morgun kom ikk i óvart
á landsstýrismannin úr
Klaks vík. Tað hevði leingi
verið tutlað í hornunum, og
bólturin hevði rullað í longri
tíð, meðan spenningurin
millum landsstýrismannin
og løgmann longu var har
frá fyrsta degi.
Hvørki vónbrotin
ella bittur
Vit sita í skrivstovuni hjá
Jógvani við Keldu í Klaks
vík. Á niðastu hædd í
einum stórum hvítum hús
um. Vit hava biðið norð
oyartingmannin um eitt
prát. Hann hevur játtað, og
hann veit, hvat samrøðan
fer at snúgva seg um. Evn
ið er viðkvæmt, og hóast
tingmaðurin tykist róligur,
so hómast ein álvari í
eygunum.
Jógvan við Keldu náddi at
sita tvey ár sum landsstýris
maður við innlendismálum,
áðrenn hann bleiv koyrdur
frá. Av løgmanni og av sín
um egnu partamonnum.
Men hann er ikk i bittur.
- Eg eri ikk i ein maður,
sum gangi vónbrotin ella
bittur. Eg taki dystin upp,
meðan hann er. Og tá hann
er taptur, so er hann taptur.
Eg havi verið í politikk i
í meir enn 30 ár. Eg veit,
hvat tað inniber. Nógva
gleði og nógvan spenning.
Men eisini nøkur vónbrot,
og tá er týdningarmikið
ikk i at lata seg koyra runt
av teimum. Men at koma
víðari. Eg havi eitt skelti
frammanfyri mær hvønn
morgun, tá eg vakni. “To
day is the first day of the
rest of your life”. Tað er
tað, eg koyri uppá. Tá eg eri
komin til eitt punkt, seti eg
kósina av nýggjum, greiðir
garvaði tingmaðurin frá,
meðan hann skeinkir sær
kaffi.
Vildi yvirtaka
útlendingamálið
Tá breiða samgongan verð
ur skipað í 2003, og greitt
er, at fyrrverandi løgmað
ur, Anfinn Kallsberg ikk i
fær nakran landstýrissess,
kemur tað ikk i sum nakað
sjokk , at hin tingmaðurin
úr Norðoyggjum sleppur
framat.
Jógvan við Keldu er
skjótur at taka av, tá sess
urin í nýstovnaða Innlend
ismálaráðnum
stendur
honum í boði. Men hann
veit, at tungar uppgávur
eru fyri framman. Serliga
í útlendingapolitikk inum.
Málið um 17 teilendingar
í Skálavík koyrir í hædd
ini, og fútin er komin
uppí. Eisini innan ítrótt
in stinga trupulleikar seg
upp viðvíkjandi uppihalds
loyvum. Arbeiðsloysið er
voksið, og útlendsk ítrótt
arfólk vita ikk i, um tey eru
keypt ella seld.
- Útlendingamálið er
koyrt fast, og eg síggi bein
anvegin, at her má koyr
ast hart ígjøgnum. Eg sigi
við míni embætisfólk, at
tey mugu fylgja lógina,
óansæð hvussu illa umtókt
tað er millum fólk. Eg
skilji beinanvegin, at eg
fari at fáa ein trupulleika
við útlendingamálum, men
eg ivist ikk i í, at um eg
fái loyvi at koyra linjuna
ígjøgnum, so enda vit við
einum góðum úrsliti, greið
ir Jógvan við Keldu frá.
Hann heldur fast um, at
besta loysnin hevði verið at
yvirtikið alt hetta lógarøk
ið, sum er ein ellubiti ímill
um Innlendismálaráðið, løg
regluna og danska útlend
ingastýrið. Men undirtøka
er ikk i fyri yvirtøku, og
tískil er neyðugt at halda
seg til donsku lógina, sum
sigur, at útlendingar ikk i
kunnu fáa arbeiðsloyvi, um
arbeiðsloysið er.
Á fund við »lítlu
samgongu«
Spenningurin kom so líð
Jógvan við Keldu: Løgmaður
– Eg visti longu sama kvøld, at eg hevði dummað meg. Eg hevði alment úttalað meg um eini privat hjún í einum máli, sum eg ikki sjálvur umsat. Tað var býtt, sigur Jógvan við Keldu um óhepnu
orðingarnar viðvíkjandi Rapa-hjúnunum
Mynd: Bárður Lydersen