Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-10, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 10. august 2006 9 tíðindi ræðist fjølmiðlarnar andi. Í 2004 verða út­lend­sku ítrótt­ar­fólk­ini nógv viðgjørd í fjølmiðlunum. Fólk eru í øðini inn á Inn­lend­is­ málaráðið. Tingmenn ringja til løgmann, og løgmaður ringir til Jógvan við Keldu. Eisini floksformenninir eru ónøgdir. Tað endar við, at »lítla samgongan« kallar landsstýrismannin inn til fund. - Teir kravdu, at út­lend­ing­ arnir, sum eru í Føroyum, skuldu fáa loyvi at vera verandi, meðan tær nýggju umsóknirnar ikki skuldu takast við. Eg hevði rent meg í eitt fjall. Valið stóð ímillum at halda fast um linjuna ella at fylgja boðunum og bróta lógina. Eg valdi at koyra eftir lóg­ ini, sigur Jógvan við Keldu, sum sigur seg tá skilja, at ein bóltur var farin á rull, og at hett a helst fór at enda galið. Sum tíðin líður, merkir hann eisini ávísa ónøgd millum sínar egnu floks­fel­ agar. - Eg kenni á teimum, at har er eitt ella annað. Tey siga einki, men eg síggi tað á andlitsbrøgdunum. Tað er eisini um hett a mundið, at Jógvan við Keldu í Degi og Viku kemur við nøkrum orðavending­ um, tá hann heldur tað vera løgið, at Rapa-hjúnini yvirhøvur eru sloppin inn á Læraraskúlan. Ein orðing, hann angrar. - Eg visti longu sama kvøld, at eg hevði dummað meg. Eg hevði alment út­tal­ að meg um eini privat hjún í einum máli, sum eg ikki sjálvur umsat. Tað var býtt , viðgongur tingmaðurin úr Klaksvík. Jørgen á vitjan Vikuna áðrenn landsfundin hjá Fólkaflokkinum í ok­tob­ er í fjør fær lands­stýr­is­ maðurin eina uppringing frá partamanninum Jørgeni Niclasen. Hann vil gjarna koma út og práta. -Eg var ongantíð í iva um, hvat hann vildi mær, minnist Jógvan við Keldu. Stutt eftir kemur Jørgen Niclasen framvið. Teir práta vinaliga um leyst og fast. At enda kemur bumb­an. Fólkaflokkurin vil styrkja yngra ætt arliðið í Norð­ur­ oyggj­um, og í hesum sam­ bandi er ynskiligt at loyva einum øðrum at sleppa framat sessinum. - Ætlanin hjá teimum var, at eg sjálvur skuldi leggja frá mær, nú eg í tvey ár hevði banað vegin. Eg segði, at eg ætlaði at sita hesi tvey árini afturat, men eg skuldi hugsa um hett a og venda aftur. Tveir dagar seinni ringdi Jørgen aftur fyri at vita, um eg hevði broytt hugsan. Eg segði, at eg ikki ætlaði at fara út við einari lygn uppá handan mátan og leggja meg sker­ flatan fyri løgmanni og fólkaflokkinum, greiðir hann frá. Jørgen Niclasen vildi hava fund aftur fríggja­dag­ in, so málið kundi avgreið­ ast áðrenn landsfundin, men landsstýrismaðurin var treiskur og bað hann bíða til mánadagin. Og tað var á hesum fundinum, at endaliga avgerðin varð tik­ in. Jógvan við Keldu varð koyrdur frá av løgmanni og sínum egnu. Veikur løgmaður Í dag er Jógvan við Keldu avkláraður. Hann hevur lagt truplu tíðina aftur um seg. Stevið í flokkinum er gott , og samstarvið við floksf­ el­agarnar og hinar ting­ menninar er framúr, sigur hann. Men hann saknar fram­vegis eina reiðiliga grund­geving fyri, hví hann varð koyrdur frá. - Grundgevingin helt jú ikki. Har kom eingin norð­ oy­ing­ur í sessin. Jac­ob Vest­ er­gaard varð sett ur ístaðin, sigur Jógvan við Keldu, sum kortini undirstrikar, at av­loysarin úr Suðuroy hevur gjørt eitt gott arbeiði. Men øðrvísi er metingin av Jóannes Eidesgaard. - Hann er ein veikur løgmaður. Hann vil helst hava frið. So skjótt ófriður liggur fyri framman, bakk­ ar hann út. Løgmaður hev­ ur gott samband við fjøl­ miðl­ar­nar, men hann ræðist teir, sigur fyrrverandi lands­ stýrismaðurin, sum leggur afturat, at hett a kann geva fjórða statsvaldinum størri vald, enn gott er. Longu frá fyrsta degi var spenningur teirra millum. Stutt eftir, at landsstýrið varð mannað, varð Jógvan við Keldu kallaður oman til løgmann. - Hann vildi hava meg at gera nakað, sum eg ikki vildi ganga við til. Eg vil ikki koma nærri inn á, hvat tað var, men eg segði nei. Komandi dagarnar bleiv hann við at trýsta meg. Eg gjørdi honum greitt , at um ikki eg slapp at ráða yvir mínum egna ráði, so gavst eg sum landsstýrismaður. Tá bakkaði hann. Taktiskt føldi eg hett a sum byrjanina til endan, sigur Jógvan við Keldu at enda. Men Jógvan við Keldu angrar ikki, at hann tók av landstýrissessinum á sinni. Trupla tíðin hevur styrkt hann, og hann sigur seg ongantíð hava verið so væl fyri kropsliga og sálarliga. Hann fekk eisini eina ávísa uppreisn herfyri, tá hann varð afturvaldur sum annað umboð í Norð­ur­ landaráðnum. Eitt plástur á sárið? - Nei, yvirhøvur ikki. Hett a var einki annað enn natúrligt. Har er jú einki sár, sigur Jógvan við Keldu, sum væntar, at hann stillar upp aftur til komandi val. - Eg segði, at eg ikki ætlaði at fara út við einari lygn uppá handan mátan og leggja meg skerflatan fyri løgmanni og fólkaflokkinum, greiðir fyrrverandi landsstýrismaðurin við innlendismálum frá Mynd: Bárður Lydersen – Hann er ein veik­ur løg­mað­ur. Hann vil helst hava frið. So skjótt ófrið­ur ligg­ur fyri framman, bakk­ar hann út, sigur Jógvan við Keldu um Jóannes Eidesgaard Mynd: Bárður Lydersen