fríggjadagur 11. august 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 11. august 2006
tíðindi
Jørgen Niclasen
vísir aftur, at
Fólkaflokkurin varð
trýstur at koyra
Jógvan við Keldu úr
landsstýrissessinum
av hinum
samgonguflokkunum
og løgmanni.
- Avgerðin var okkara,
og so má tíðin vísa,
um hon var hin rætta,
sigur Jørgen Niclasen,
ið ikki útihýsir
møguleikanum hjá
Jógvan við Keldu
aftur at gerast
landsstýrismaður
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Jógvan við Keldu saknar
framvegis eina orduliga
grundgeving frá sínum
flokki fyri, hví hann varð
koyrdur frá sum landsstýris
maður við innlendismálum
fyri einum góðum hálvum
ári síðani. Tað kom fram í
Sosialinum í gjár.
Sambært Jógvani við
Keldu var almenna grund
gevingin frá formanninum
í tingbólkinum, Jørgeni Nic
lasen, at flokkurin ynskti at
loyva nýggjum fólkafloks
kreftum í Norðuroyggjum
framat, nú Jógvan við
Keldu fleiri ferðir hevði
boðað frá, at hann ikki
stillaði upp aftur til næsta
løgtingsval.
Men har komu ongar
norðoyarkreftir til. Tvørtur
ímóti. Ein suðuroyingurin
fekk sessin, og Jákup Mikk
elsen úr Klaksvík mátti
víkja fyri Jógvani við
Keldu, sum tók sæti aftur í
løgtinginum.
Men Jørgen Niclasen minn
ist seg ikki hava nevnt eina
tílíka grundgeving.
- Tað er sjálvandi pástand
ur móti pástandi. Men
sum eg minnist tosaðu vit
einans um at loyva nýggj
um kreftum til. Eg nevndi
ongantíð nakað øki, sigur
Jørgen Niclasen.
Hann leggur dent á, at
avgerðin at koyra Jógvan
við Keldu frá kom frá Fólka
flokkinum.
- Avgerðin var okkara. Vit
blivu ikki trýstir. Hvørki av
hinum samgongulimunum
ella løgmanni. Flokkurin
metti tað vera skilagott og
sunt fyri flokkin at gera eina
rokadu mitt í valskeiðinum.
Endamálið var ongantíð at
fjerna mannin, sigur for
maðurin fyri tingbólkin hjá
Fólkaflokkinum.
Hann sigur seg hava stóra
virðing fyri Jógvani við
Keldu – bæði sum lands
stýrismann og løgtings
mann.
- Eg havi ongantíð ivast
í hansara dygdum. Men
hann hevði eitt trupult øki
at umsita. Útlendingamálið
lá í ruinum, tá hann kom í
landsstýrið, og tíverri fekk
landsstýrismaðurin
alla
lortaspannuna. Tað hevði
hann ikki uppiborið. Nú má
tíðin bara vísa, um okkara
avgerð var hin rætta, heldur
Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen
Í Sosialinum í gjár legði
Jógvan við Keldu ikki fing
rarnar ímillum, hvat hann
helt um Jóannes Eidesgaard,
løgmann.
- Hann er ein veikur løg
maður, segði Jógvan við
Keldu, ið eisini heldur, at
løgmaður ræðist fjølmiðl
arnar.
Jørgen Niclasen vil ikki
gera stórvegis viðmerking
ar til hørðu atfinningarnar
frá Jógvan við Keldu.
- Tað má hann sjálvur
svara fyri. Men persónliga
haldi eg tað vera best, um
samgongutinglimir hildu
innanhýsis kritikk innan
veggja. Men onkursvegna
skilji eg væl Jógvan við
Keldu. Hann var jú sjálvur
út fyri hørðum atfinningum
frá samgongulimum, tá hann
sat sum landsstýrismaður.
Sambært Jógvani við
Keldu sjálvum, væntar hann
ikki at síggja seg í nøkrum
landsstýrissessi í framtíðini.
Jørgen Niclasen er kortini
ikki so konsekventur.
- Hatta var ein rokada.
Har var einki rok. Tí er einki
í vegin fyri, at hann aftur
kann koma í landsstýrið
einaferð í framtíðini, heldur
Jørgen Niclasen.
- Eg havi ongantíð
trýst Jógvani við
Keldu til nakað
sum helst. At ein
samgongulimur
hevur hug at
niðurgera mín
persón kann eg
ikki gera nakað
við. Eg eri eingin
uppdragari, sigur
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, um hvøssu
atfinningarnar frá
Jógvani við Keldu
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
- Hann er ein veikur løg
maður. Hann vil helst hava
frið. So skjótt ófriður ligg
ur fyri framman, bakkar
hann.
Hvøssu orðini eigur Jógvan
við Keldu, sum í samrøðu
við Sosialin í gjár ikki legði
fingrarnar ímillum at siga
sína hugsan um løgmann
Sambært fyrrverandi lands
stýrismanninum við innlend
ismálum vóru spenningar
millum seg og løgmann
longu frá fyrsta degi, tá lands
stýrið varð skipað. Jógvan
við Keldu nevndi ein fund,
har Jóannes Eidesgaard vildi
hava seg til at gera nakað,
sum hann ikki vildi ganga
við til. Júst hvat hetta málið
snúði seg um, vildi Jógvan
við Keldu ikki koma nærri
inn á.
- Komandi dagarnar trýsti
hann meg, segði Jógvan við
Keldu við Sosialin í gjár.
Hóttanin var
eitt tilboð
Men løgmaður heldur seg
ikki hava trýst nakran.
- Eg havi ongantíð trýst hann
til nakað sum helst. Málið,
sum Jógvan við Keldu helst
meinar við, snýr seg um eitt
tilboð, sum hann ikki tók av,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Jógvan við Keldu fekk bjóð
að at fáa ein leiðara tilførdan
til løgfrøðiligu deildina hjá
Innlendismálaráðnum. Talan
var um Sólju í Ólavsstovu.
Men landsstýrismaðurin
takkaði nei, og Sólja í Ólavs
stovu fekk starv í Fiskimála
ráðnum.
- Tað var so hansara avgerð.
Vit hildu, at hon var væl
egnað. Nú er hon løgtingsins
Umboðsmaður, og tað sigur
ikki so lítið, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Eingin uppdragari
Løgmaður hevur ikki nógvar
viðmerkingar til hvøssu
atfinningarnar frá Jógvani
við Keldu.
- At ein samgongulimur
hevur hug at niðurgera mín
persón, kann eg ikki gera
nakað við. Eg eri eingin upp
dragari. Og eg havi heldur
ikki hug at viðmerkja tílíka
niðurgerðan. Tað má standa
fyri hansara egnu rokning.
Men eg kann ugga meg við,
at har eru aðrir samgongu
limir, ið ikki halda tað sama
sum hann. Hann bleiv jú
koyrdur frá í samráð við
Fólkaflokkin, leggur Jóannes
Eidesgaard afturat.
Jørgen Niclasen:
- Avgerðin var okkara
Løgmaður: - Eg eri eingin uppdragari
- Persónliga haldi eg tað vera best, um samgongutinglimir hildu innanhýsis kritikk innanveggja.
Men onkursvegna skilji eg væl Jógvan við Keldu, sigur Jørgen Niclasen
- Eg havi ongantíð trýst hann til nakað sum helst. Málið, sum Jógvan við Keldu helst meinar við,
snýr seg um eitt tilboð, sum hann ikki tók av, sigur Jóannes Eidesgaard.