Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 153 - 11. august 2006 Brúkarateksturin til fartelefonir og telduforit eru mest sum ongantíð á føroyskum. Tú kann velja ímillum málini, sum tú ynskir at brúka, men føroyskt er ikki millum tey. Men hví ikki á føroyskum – tað skal kannast nærri um vit ikki fáa gjørt okkurt burturúr hesum... Vit læra jú tey donsku heitini og orðingarnar, t.d. í frá telduni um at senda mail og “videresend”. Hví ikki á føroyskum? Hetta eru eitt av máltingunum, sum mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, sigur í samrøðu við Sosialin í dag. MÁLPOLITIKKUR Johan Jacobsen Johan@sosialurin.fo Fyrr í vikuni skrivaðu vit um føroyskan málpolitikk. Har varð nomið við tann leiklut, sum føroyska málið hevur í dagsins samfelag í mun til danskt. Í fyrilestri upplisin á Útvarpi Føroya peikaði Turið Sigurðardóttir, bók­ mentafrøðingur, á tann týð­ andi leiklutin, sum undir­ tekstir hava í sjón­vapi. Í dag hava vit fingið nakrar viðmerkingar frá menta­málaráðharranum, Jógvan á Lakjuni. Og hann er samdur í tí sjónarmiðnum um at, undirtekstir hava ein týðandi leiklut. Árni Dahl, formaður í Málstevnunevndini, førdi fram, at sjónvarpsstovnurin á ein hátt gongur ímóti síni endamálsorðing við tað, at ein ikki kann siga tað verða fjálgandi um føroyska málið, at føroyskir undirtekstir hava so lítlan leiklut í SvF. Gjøgnum summarið hava fleiri ymiskar ráðstevnir, festivalar og onnur tiltøk har føroyingurin hevur hoyrt fleiri tungumál enn sítt egna og hevur hann eisini uttan iva tosa onnur mál enn føroyska móður­ málið. Helst hevur hann tosað danskt, eitt slag av norðurlendskum ella enskt, tá ið føroyskt ikki kundi koma til sín rætt. Tað eru jú ikki meiri enn umleið 80.000 føroyskt talandi í heiminum, so hetta er bara natúrligt at føroyingurin í hesum døgum prátar annað mál enn føroyskt. Jógvan Á Lakjuni, menta­ málaráðharri – Eg eri samdur við Turið Sigurðardóttir um, at undirtekstir hava ein týðandi leiklut í samfelagnum í dag. Hóast mann skilur tað, sum verður sagt og tekstað í sjónvarpi, sum er á donskum, so hevur tað týdning. Hetta er avgjørt nakað, sum vit áttu at raðfest hægri. Tað er ikki bara ein spurningur um pengar, men eisini ein spurningur um hugburð. T.d. eru ís­lendingar strangir, tá ið tað kemur til málpolitikk – teir bæði teksta og tosa inn á filmar á íslendskum. Hann leggur afturat, at viðvíkjandi sjónvarpi, so er tað trupult at hava við at gera. Har eru ikki so nógvir sjónvarpsgjaldarar. Og, har eru jú ein rúgva av øðrum tilboðum, kappingarneytum hjá sjónvarpinum at stríðast við. Kringvarpslógin varð ný­­liga samtykt. Hon stað­ festir, at gott mál skal vera í almennu miðlunum og leggur seg eftir at fjálga um og varðveita føroyska málið. Í lógini verður ásett at tryggja arbeiðsfólkunum har holla málsliga veg­ leiðing. Stovnarnir ÚF og SvF vórðu lagdir saman og har eru nakrar broytingar komnar í kringvarpslógina. Málsligur ráðgevi – Ein av broytingunum er handan við tí málsliga ráðgevanum. Og tað er avgjørt meiningin, at seta ein ráðgeva, sum skal vegleiða í málsligum viðurskiftum. Hetta er tað, sum politisku myndugleikin vil, og vit rokna við, at hetta verður gjørt. Mentamálaráðharrin peik­ ar á grein 11, í samband við undirtekstir. Har verður nomið við Public Service- hugtakið. Tað kann tulkast sera breitt, og tí er tað trupult hjá einum lítlum stovni at uppfylla øll tey krøvini, sum liggja í “Puplic Service”. Har verður nevnt, at ein møguleiki hjá almennu miðlunum er, at gera eina Public Service- sáttmála við DR í kanska 3-4 ár, har mann serliga leggur dent á ávís evnir. Undir slíkum sáttmálum kunnu serlig atlit verða tikin til t.d. móðurmálið. – Tað er ógvuliga gott, at tað verður tosað um hesar trupulleikarnar - tað er av alstórum týdningi at vit eru tilvitaði um hesi tingini. Tað verður jú gjørt nógv fyri okkara før­ oyska mál. Tað skulu vit eisini hava við í hesum kjakinum. Fróðskaparsetur Føroya er har. Vit hava havt orðabókaarbeiði og granskarar, málfrøðingar og málnevndin, sum kann ráðgeva øllum fjølmiðl­ unum í landinum. Nýggja tøknin og mál Eitt annað málsligt mál, sum mentamálaráðharrin ynskir at koma inn á, er tann nýggja tøknin og tað málsliga á tí økinum. – T.d. ganga næstan øll ung við fartelefon og tey senda SMS-boð ella smsa. Har eru eisini teldurnar, og ein kann velja mál á hesum tólum, t.d. íslendskt. Men hví ikki føroyskt – hetta skal kannast nærri um vit ikki fáa gjørt okkurt burturúr hesum. Í júst hesum liggur eisini tað, at fylgja við í útviklingini í heiminum, og ikki hanga afturút. Vit læra jú tey donsku heitini og orðingarnar, t.d. í frá telduni um at senda mail og “videresend”. Hví ikki á føroyskum? Hetta skal fram á borðið. Vit skulu vita, hvat hetta kostar og kanna hvat skal til, sigur Jógvan á Lakjuni. Árni Dahl heldur eis­ini hetta vera eitt týdningar­ mikið øki, sum vit áttu at gjørt meiri burturúr. Hann tosar meiri um internetið ella alnótina, sum onkur vil hava tað til. – Internetið er ein vegur út í heim. Eitt gott dømi er um tú skrivar Christian Matras inn í Google - hin nógv brúkta leitimaskinan á alnótini – so kemur einki tilfar fram á síðuna, sum er á føroyskum. Tað er danskt, enskt ella týskt. Hann fortelur eisini fyri Sosialinum at ein kunnandi heimasíða um arbeiðið hjá málstevnunevndini kemur upp at standa. Mentamálaráðharrin er sera áhugaður í hesum prátin­um um føroyska málið og málpolitikkin. Hann metir, at viðvíkjandi undirtekstunum, er tað møguliga ein tanki at gera eina lítla játtan til teksting, men tað kundi eisini verið tikin inn í ein Public Service-sáttmála. – Tað kundi komið uppá tal, men eg veit ikki. Eg tori sjálvsagt einki at lova hesum viðvíkjandi, tað er jú dýrt at reka eitt alment sjónvarp. Fíggjarlógin skal leggjast fram í oktober, fyri­ reikingararbeiðið fer fram í løtuni. Tá verða ymiskum økini raðfest. – Tað er avgjørt gott, at hetta kemur fram og tað verður kjakast um tað. Vit eru kanska ov líkasæl á hesum økinum. Vit eru jú ikki so nógv, sum práta føroyskt í heiminum, so vit mugu vera tilvitaði um tað málsliga, staðfestir hann at enda. ““ tíðindi Økismissur – tá málið ikki verður brúkt Eivind Weyhe, málfrøðingur, er við í Málstevnunevndini. Hann er sjálvsagt væl nøgdur við at hetta fær eina hægri raðfesting. Hann metir tað verða, at geva skarvin yvir, tá ið vit ikki brúka føroyskt á øllum økjum, har tað er møguligt. Men hann skilur støðuna hjá Sjónvarpi Føroya, tí tað kostar pengar og týðingararbeiði krevur nógva tíð. Í hesum sambandinum kemur hann inn á eitt áhugavert hugtak. Hann vísur á, at í vísindini tosar mann um ´økismiss`. Hetta hugtak lýsir tað støðuna, tá ið málið verður troka av og annað mál verður brúkt og tekur yvir. Tað fyrimyndarliga hevði verið at bent støðuna yvir á ein økisvinning, í staðin fyri ein økismiss. Í kjaksending í ÚF í fjør varð ført fram, at møguliga var føroyskt, við at koma í eina diglossia- støðu – tvs. eina støðu har tvey sløg av føroyskum vóru virkin, eitt háborið og eitt lægri, meiri gerandisligt mál. Hesum vil Eivind ikki heilt avvísa, men leggur heldur dent á, at vit í føroyskum loysa upp fyri meiri fjølbroytni í føroyskum, eisini skrivaðum føroyskum – tað skal verða meiri frígjørt, heldur málfrøðingurin Eivind Weyhe. JJ Heystkonsertin hjá Symfoni­ orkestrinum Tíðindaskriv 17 september verður árliga heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Á skránni er ein av teimum vøkru ouvertur­ unum eftir W. A. Mozart. Sum solist hevur Føroya Symfoniorkestur hesaferð kenda selloleik­ aran Anders Øberg, sum annars hevur verið orkestrinum ein sera góður stuðul og vinur, og hevur hjálpt okkum við framførslum ikki færri enn 20 framførslum. Hann spælir fyrst eitt verk av Tschaikowaky, Variatíónir yvir eitt rokokkotema. Hug­tak­ andi verk fyri sello og orkestur. Síðani vakra verkið av Max Bruch, Kol Nidrei. Eftir steðgin verður stórfingna onnur sym­ foniin av Johannes Brahm. Hon hevur fýra satsir í vøkrum og pastoral­um lagdámi. Árni Dahl, formaður í Málstevnunevndini, um føroyskt á alnótini: ...um tú skrivar Christian Matras inn í Google - hin nógv brúkta leitimaskinan á alnótini – so kemur einki tilfar fram á síðuna, sum er á føroyskum. Tað er danskt, enskt ella týskt. Ein málspurningur úr “Komin er nú onnur øld”, eftir Una Arge, s. 101: Hví ikki siga farva eins og litur ella varmi eins og hiti? Hvat var galið við tí, tá orðini vóru vanlig kortini? Føroyskt og danskt – málpolitikkur 2006 - Hetta er avgjørt nakað, sum vit áttu at raðfest hægri. Tað er ikki bara ein spurningur um pengar, men eisini ein spurningur um hugburð. T.d. eru íslendingar strangir, tá ið tað kemur til málpolitikk – teir bæði teksta og tosa inn á filmar á íslendskum, sigur mentamálaráðharrin , Jógvan á Lakjuni Tøkni og føroyskt. Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri: Hví ikki á føroyskum? Hetta skal fram á borðið. Vit skulu vita, hvat hetta kostar og kanna hvat skal til.