fríggjadagur 11. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 11. august 2006
7
tíðindi
Mikukvøldið 23.
august kl. 19.30
skipar Føroya Banki
fyri íløgukvøldi
í Miðlahúsinum
í Vágsbotni.
Kvøldið verður
ein forvitnsiligur
blandingur av
serkønum innleggum
um kvinnur og
pengar og skemti,
hugna og ábiti
Íløgur
tíðindaskriv
Úr Føroya Banka fara
Rúna Hentze, íløguráðgevi,
og Kristina Háfoss, verk
ætlanarleiðari, at leggja
fram. Ein kend kvinna úr
føroyskum samfelagslívi
fer eisini at siga sína hugsan
um kvinnur og pengar.
Endamálið við íløgu
kvøldinum er fyrst og
fremst at upplýsa um,
hvørjar fíggjarligar møgu
leikar kvinnur hava, og
eggja kvinnum til at taka
størri ábyrgd av sínum
fíggjarviðurskiftum.
Kanningar hava víst, at
kvinnur duga serliga væl at
fáa avkast av íløgum, tí tær
hava eina so veruleikakenda
fatan at váða og møguligum
vinningi. Meira verður
at hoyra um m.a. hetta á
fundinum.
Millum
framløgurnar
verður góður tónleikur at
hoyra, og skemtilig brot úr
sjónleiki verða framførd.
Eftir framløgurnar bjóðar
Føroya Banki ábit, sum
bara mannligir tænarar ser
vera.
Vilt tú vita meira um
tínar fíggjarligu møgu
leikar, tekna teg so til
forkunnuga íløgukvøldið
á www.foroyabanki.fo. Tú
mást skunda tær, tí plássini
eru avmarkað.
Stutt sagt
Anfinn Kallsberg sett
samskiftisráðgeva
Frameftir verður kunn
ingin hjá føroyska fólka
tingsliminum
Anfinni
Kallsberg óivað munandi
betri, tí í tíðindaskrivi
kunngerð Kallsberg, at
hann hevur sett Jóhann
Lützen sum samskiftis
ráðgeva á skrivstovu síni
á fólkatingi.
Nýggi samskiftisráð
gevin byrjar í starvinum,
tá fólkatingið kemur sam
an aftur fyrsta týsdag í
oktober. Jóhann Lützen er
í løtuni í ferð við at leggja
síðstu hond á serritgerð
sína innan samskifti frá
Roskilde
Universitets
center. Umframt nýggja
s a m s k i f t i s r á ð g eva n
arbeiðir Sonja Albrink
sum skrivari fyri Anfinn
Kallsberg á fólkatingi.
-nud
Barbara formaður
í Fjølmiðlanevndini
Nývalda Fjølmiðlanevnd
in skipaði seg í fyrra
dagin.
Á sínum fyrsta fundi
skipaði Fjølmiðlanevndin
seg við Barbaru Vang
sum formanni. Hinir lim
irnir í nevndini eru Ingi
Samuelsen, Halgir Winth
er Poulsen og Ingolf S.
Olsen.
Fjølmiðlanevndin
er
vald sambært lógini um
fjølmiðlaábyrgd,
sum
kom í gildi tann 1. juli.
Nevndin fer nú at orða
eina reglugerð um góð
an fjølmiðlasið og eina
leiðbeining fyri, hvussu
og nær fólk kunnu senda
nevndini kærur um tað,
ið kemur fram í fjøl
miðlunum.
-árni
Hóskvøldið fer Finnur
Jensen úr Páll Finnur Páll
at undirhalda í Manhattan,
meðan Eyðun og Neil
standa fyri undirhaldinum
fríggjakvøldið og leygar
kvøldið.
Finnur Jensen lesur í
Århus, men spælir vanliga
í
Manhattan
hvørja
ferð hann er heima, og
sostatt eisini nú hann er í
Føroyum í summarfrí.
Fríggjakvøldið
vera
tað ein av best umtóktu
tvímansbólkunum á før
oysku barrunum, suður
oyingarnir Eyðun og Neil,
sum aftur fara á pall.
Eyðun Ásason hevur verið
rættiliga fastur barrsangari
í Manhattan seinastu 3-4
árini, og hansara lívliga og
festliga framførsla plagar
at fáa Manhattan upp á
kók, sigur Rúni Djurhuus
leiðari av staðnum.
-nud
Vælumtóktir harrar
í Manhattan
Anfinn Kallsberg og nýggi samskiftisráðgevin Jóhann Lützen
Ísraels-ferð í oktober
Svenning av Lofti, ið
hevur skipað fyri ferðum
til Ísraels í mong ár,
skipar fyri eini bólkaferð
til Ísraels 1-12 oktober.
Hann hevur verið í
Ísrael tvær ferðir í ár, í
mai og í juni. Ferðin í
oktober verður skipað á
sama hátt sum tær, ið áður
er gjørdar. Eisini í fjør
vóru tvær ferðir gjørdar
til Ísraels.
Okober mánaður er
ein góður mánaði at ferð
ast í til Ísraels. Hitin er
passaligur og ikki so
ógvisligt við ferðafólki. Tá
verður eisini væntandi alt
komið aftur í rættlag í
landinum eftir ófriðin, ið
nú er.
Føroya Banki bjóðar kvinnum á íløgufund
Á boripallinum
Stenadon verður
borað við fullari ferð,
og bæði Jarðfeingi og
Statoil siga, at higartil
gongur alt sum ætla
OLJUBORING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Á veg til Føroya miku
morgunin sigldi Nørrøna
framvið oljuboripallinum
Stenadon, sum fyri einum
góðum mánaði síðani var
at síggja á Nólsoyarfirði og
í Runavík.
Á myndini síggja vit
boripallin,
har
dagliga
eini 100 fólk starvast.
Skipið á myndini er eitt
av teimum sokallaðu veit
ingarskipunum, sum er
knýtt at boripallinum. Tað
liggur altíð eitt skip hjá
boripallinum, og síðani er
eitt, sum siglir í millum
oljuhavnina í Runavík og
boripallin.
Avtalað er, at Oljumála
ráðið skal koma við einum
tíðindaskrivi, tá okkurt er
frætta frá boringini, og av
tí sama vilja tey ikki út við
nógvum á Statoil ella hjá
Jarðfeingi.
Tað einasta, sum fæst
burtur úr teimum er, at
tað gongur sum ætlað, og
tað má við øðrum orðum
merkja, at borað verður við
fullari ferð.
Bora við fullari ferð