fríggjadagur 11. august 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 153 - 11. august 2006
tíðindi
Ein full gassfløska
mundi endað í
ovninum hjá IRF í
gjár. Skaðin hevði
verið stórur, um
fløskan sprongdist.
Poul Andrias Joensen,
stjóri hjá IRF ásannar,
at nakað má gerast
við trygdina.
Umhvørvi
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Um tíggjutíðina gjáramorg
unin, varð ein gassfløska
funnin í køstinum á brenni
støðini hjá IRF í Leirvík.
Vakthavandi sá okkurt
runt í grabbanum, beint
áðrenn hann skuldi tømast í
ovnin og valdi at taka hann
niður aftur, fyri at hyggja
hvat hetta var.
- Tað var reint held, at
hann hugdi, og fekk steðga
fløskuni, sigur Poul Andri
as Joensen, stjóri hjá IRF.
- Um fløskan var farin
niður í hitan í ovninum,
hevði hon eksploderað, og
ovnurin hevði farið í knús,
greiðir hann frá.
Hvat fylgjurnar høvdu
verið, kann Poul Andrias
Joensen bara gita seg til.
Vanliga er eitt undirtrýst
inni í ovninum, men ein
tílík spreinging hevði gjørt
eitt yvirtrýst, og høllin
hevði blivið til eitt eldhav.
Tað hevði verið stórur
vandi fyri tey starvsfólk, ið
vóru stødd inni í høllini.
– Tey høvdu í minsta lagi
fingið stóran brandskaða,
og í ringasta føri hevði
ein tílík hending kostað
mannalív, sigur Poul Andr
ias Joensen.
Ómøguligt at spora
Fløskan var ein aluminium
gassfløska við 26,2 litrum
av propangassi. Hetta er
ein heilt vanlig gassfløska,
ið kann keypast í matvøru
handlum og verður nýtt
í kampingvognum ella á
tjaldingarplássum.
Gassfløskan er merkt við
nummari, men hóast hetta
er tað ómøguligt at spora
hvaðani fløskan er komin.
Tí fløskan er av tí slagnum,
sum Føroya Gassøla selur
til vanligar handlar, ið ikki
skráseta hvør keypur tær.
Av tí sama hevur IRF ongan
møguleika at fara víðari við
málinum.
Men hvussu kann tað
koma so vítt, at ein gass
fløska kann koma allan veg
in ígjøgnum skipanina hjá
IRF, uttan at nakar leggur
merki til hana?
- Eg vænti ikki, at tað
er komið frá einum mann
aðum bingjuplássi, tí tey
høvdu nokk lagt merki til
tað, men tað kann sjálvandi
ikki útilukkast. Vit tøma
eisini bingjur frá virkjum
og privatfólki og tað er
púra hopileyst at kanna,
hvat verður latið í tær bingj
urnar.
- Vandi er eisini á teim
um
ómannaðu
bingju
plássunum. Har er einasti
møguleiki vit hava, at halda
eyguni opin tá vit tøma
bingjunar. Men bingjurnar
eru ofta 10 rúmmetur, og tá
kann vera ringt at bera eyga
við eina 26 litur fløsku.
Økja trygdina
Hjá IRF royna tey at finna
onkran máta at økja trygd
ina uppá. Millum annað
hava tey viðmælt øllum
kommununum at halda
bingjuplássini læst, og at
hava tey mannað tá opið
er. Eisini hava tey hildið
skeið fyri fólkinum, ið er
á bingjuplássunum, um
hvussu ruskið skal skiljast.
Men Poul Andrias Joen
sen sær væl, at hetta ikki er
nóg mikið.
– Fyrr í ár sprongdist
ein trýstfløska í ovninum,
og gjørdi stóran skaða. Síð
an tað hava vit økt upp
lýsingina, millum annað á
heimasíðuni. Men nú tað
hendir aftur, er tað púra
greitt, at her má okkurt
gerast. Vit ætla skjótast
gjørligt at finna útav, hvat
kann gerast fyri at betra
trygdina.
Føroya
stuttligasta
borðhald
Stuttligasta
borðhaldið í
landinum verður
aftur í ár á Hotel
Vágum
skemt
tíðindaskriv
Fyri einum ári síðan
varð skemtarin Hilmar
Jan Hansen kosin Før
oya stuttligasti, tá FS
Vágar á fyri fyrstu ferð
skipaði fyri Føroya stutt
ligasta borðhaldi. Gott
og væl 1.200 fólk vóru
komin saman í høllini á
Giljanesi, sum var pynt
að og prídd til hetta
fyrsta tiltaki av sínum
slag í Føroyum, og sig
ast má, at uppmøtta
fjøldin fekk mýkt sær
búkvøddarnar.
So væl eydnaðist
tiltakið í fjør, at fyri
reikararnir hava sett
sær fyri at endurtaka
tað, og leygardagin 2.
september verður Før
oya stuttligasta borð
hald aftur í høllini á
Giljanesi.
Tiltakið í ár byggir
á tiltakið í fjør, men
fyrireikararnir
hava
gjørt nakrar broytingar,
sum ætlandi skulu gera
tiltakið enn betur.
Ein broyting er, at í
ár vera tveir skemtarar
úr hvørjum øki í land
inum á pallinum í senn.
Eins og í fjør verður
felagssangur undir borð
haldinum, men í ár fer
eisini Martin Joensen
Band at undirhalda við
góðum tónleiki.
Tað
verður
Hans
Hjalti Skaale úr Klaks
vík, sum í fjør var mill
um skemtararnar, ið
skal halda skil á tí, sum
fer fram á pallinum, og
verður tað eisini hann
sum skal standa fyri fel
agssanginum.
Eins og í fjør verður
aftan á borðhaldið skip
að fyri dansi, og í ár
verður góður country
dansur at dansa til.
Tað verður ókeypis at
koyra undir Vestmanna
sundi og Leirvíksfirði
hetta vikuskiftið. Tí er
lagamanni hjá øllum at
ferðast undir sundini,
og av somu orsøk verð
ur ikki skipað fyri bus
sambandi í sambandi
við tiltakið í ár.
Vandin fyri at fáa
gassfløskur í ovnin á
brennistøðini í Havn
er eins stórur, og
hann er hjá IRF.
Umhvørvi
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Bárður Mikkelsen, leiðari
á brennistøðini á Hjalla,
sigur, at einasti møguleiki
hjá teimum at verja seg
ímóti, at trýstfløskur koma
í ovnin, er, at tann sum situr
á vakt, hyggur væl eftir.
Bárður Mikkelsen sigur,
at tey gera alt tey kunnu
fyri at verja seg fyri trýstf
løskum, serliga við at upp
lýsa fólk um, at tílíkar
fløskur ikki skulu brennast.
Men brennistøðin hevur
ongan møgulleika fyri at
hava eftirlit við, hvat fólk
kastar burtur.
Ein møgulig loysn uppá
trupulleikan, sigur Bárður
Mikkelsen, er ein knúsari,
har alt burturkastið skal
ígjøgnum. Endamálið við
einum
tílíkum
knúsara
hevði verið at fingið betri og
smærri burturkast, men ein
fyrimunur við honum hevði
eisini verið, at gassfløskur
høvdu blivið steðgaðar,
áðrenn tær náddu í ovnin.
Enn er ikki avgjørt, um
brennistøðin keypur ein
tílíkan knúsara.
Kundi eins væl kostað
mannalív
Tað var bert hepni, at henda gassfløska ikki endaði í brenniovninum hjá IRF í gjár.
Mynd: Ingvard Fjallstein
Kundi eisini hent á brennistøðini í Havn