Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 11. august 2006 9 tíðindi Hans Pauli Strøm er ikki samdur við Magni Laksáfoss, sum førdi fram í Sosialinum í gjár, at fólkavøksturin fer at steðga í Føroyum, av tí kvinnurnar fáa færri børn, enn tey almennu hagtølini vísa. – Kvinnuuniversið broytist, sigur Hans Pauli Strøm, sum heldur, at hetta átti at havt víst fyri langari tíð síðani, um tað var so. Harafturat heldur hann, at føroyingar hava brúk fyri einum seniorpolitikki HAGFRØÐI OG SAMFELAG Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Í samrøðu í blaðnum gjørdi Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, vart við, at hann ikki metti, at tað vera heilt rætt, tá løgmaður í løgmansrøðuni segði, at í miðal eigur hvør føroysk kvinna í barnførum aldri 2,62 børn. Hann vísti m.a. á, at við einum mobilum arbeiðs­ marknaði, er neyðugt at rokna allar føroyskar kvinnur við í hagtølini, tvs. eisini kvinnur, sum útbúgva seg í eitt nú Danmark, har kvinnur vanliga ikki eiga eins nógv børn í teimum størru universitetsbýunum sum í Føroyum. Hans Pauli Strøm er um­framt vera lands­stýris­ maður í almanna- og heilsu­ málum eisini sosiologur. Hann er ikki samdur í, at føroyskar kvinnur, sum hava lisið uttanlands, hava so stóra ávirkan á burð­ar­títtleikan, sum Magni Laksáfoss førdi fram í Sosialinum í gjár. Hans Pauli Strøm sigur, at um føroyskar kvinnur, sum komu úr Danmark skuldu havt so stóra ávirk­ an burðartíttleikan, so átti hetta at havt sligið ígjøgnum fyri langari tíð síðani, og tí heldur hann, at hetta argumentið kann tykjast heldur tunt, sum hann tekur til. Annað fertilitetsmynstur Hans Pauli Strøm avvísir tó ikki, at vit í framtíðini fara at síggja hetta fertili­ tetsmynstrið, sum tey m.a. havt í Danmark í nógv ár, har burðartalið hevur verið munandi lægri enn í Føroyum, men her hava vit í Føroyum so í øllum førum eitt skotbrá. Hans Pauli Strøm finst eisini greiningini hjá Magna Laksáfoss, har hann eisini framyvir roknar við at stórur partur av kvinnunum ikki skulu roknast við í tað samlaða fólkatalið, tí hetta kann sambært lands­ stýrismanninum ikki roknast sum ein konstantur faktorur. Hann vísir á, at grundin til, at kvinnur eru farnar av landinum og møguliga ikki eru komnar heimaftur, ikki er genetiskur, sum hann tekur til, men at útbúgving, starvsmøguleikar og ment­ anarligir grundir eru orsøk til hetta. Hann heldur eisini, at munirnir á hesum økjum minka millum Føroyar og eitt nú Danmark, og at virksemið økist í tænastu­ vinnuni og nýggjum, spenn­ andi vinnugreinum. – Kvinnuuniversið broyt­ ist í Føroyum, sigur Hans Pauli Strøm, sum held­­ur metingina hjá Magna Laksá­ foss vera í so fýra­kantaða, sum hann málber seg, og hann trýr ikki, at heili 20 % av kvinnunum úr einum føroyskum árgangi fara at hvørva. Heilsan hjá teimum eldru betrast Hans Pauli Strøm rósar tó Magna Laksáfoss fyri at bera hetta evnið upp á mál, hóast Hans Pauli Strøm ikki sigur seg vera so pessimistiskan, sum hann metir Magna Laksáfoss. – Tað er óført, at hann setur spurningar, og tað er gott fyri kjakið. Hann er tó samdur við, at ávarast skal um tað prin­sipiella í hesum, og at vit eiga at taka fyrilit fyri demografiini ella fólka­ samansetingini. – Hvør sigur, at vit skulu gevast at arbeiða, tá vit eru 67 ár, sigur Hans Pauli Strøm og sipar til, at fólk verða betur og betur fyri, og hann heldur tann føroyska arbeiðsmarknaðin vera ov lítið flexiblan. Magni Laksáfoss segði m.a. í blaðnum í gjár, at Landsstýrið átti at fyrireikað seg til ta vaksandi eldrabylgjuna. Hetta heldur Hans Pauli Strøm okkum best gera við at stimbra reproduktiónina, tí hann heldur skilabestu loysnina upp á hetta vera at økja um tilgongdina í neðra, sum hann tekur til, tvs. at nógv børn skulu verða fødd. Hann vísir eisini á eftir­ lønarreformin hjá Lands­ stýrinum, sum er ein fyri­reiking til fígging av komandi eldri ættarliðum. Hans Pauli Strøm er tó avgjørdur, tá vil vera við, at miðvísur eldrapolitikkur ikki bara eru eldrabýli og røktarheim. – Tað er tað akutta pro­ blemið, sigur Hans Pauli Strøm. Tá hesi eru bygd, heldur hann at vit eiga at fara undir ein heilsufremjandi eldrapolitikk, so heilsan batnar hjá teimum eldru, tí fleiri í hesum ættarlið hava ov vánaliga heilsu. – Vit skulu geva teimum eldru tilboð um fysiskan og intellektuellan aktivitet, vit skulu stimbra teirra likamligu og andligu evnir, sigur landsstýrimaðurin, sum heldur at hetta hevði bøtt um heilsuna hjá teimum eldru, umframt at ein so­nevndur seniorpolitikkur er neyðugur, so tey eldru verða mett sum eitt tilfeingi á arbeiðsmarknaðinum. - Hetta er ikki rættiliga komið í gongd enn í Føroyum, sigur Hans Pauli Strøm. – Vit skulu hava ein seniorpolitikk – Um føroyskar kvinnur, sum komu úr Danmark skuldu havt so stóra ávirkan burðartíttleikan, so átti hetta at havt sligið ígjøgnum fyri langari tíð síðani, sigur Hans Pauli Strøm Góð ráð og krøv til ferðandi í Bretlandi Bretska fregnartænastan og flutnings- og ferða­ mannamálaráðið hava nú hert trygdarkrøv síni Nýggju krøvini eru eisini send føroysku flog­feløg­ unum, og Jákup Egil Jensen, trygdarleiðari á Atlantic Airways, hevur gjørt niðanfyristandandi samandrátt um reglurnar: Galdandi frá nú, verða hesi tiltøk sett í verk fyri øll ferðafólk, sum byrja teirra flogferð úr einari bretskari floghavn og fyri tey, ið skulu ferðast víðari (transfer) millum floghavnir í Bretlandi. – Alt handviðføri verður gjørt til innskrivað viðføri (hold baggage) og skal vera í lastarúmunum á ferða­ fólkaflogførum sum flúgva frá bretskari floghavn. – Ferðafólk kunnu hava við sær ein plastikkposa (gjøgnumskygdan posa) við sær gjøgnum trygdareftirlitið (Security search point). Onki má verða í lummunum. Í honum er bert loyvi at hava hesar lutir. – Pengapungur ella mappa í lummastødd, plus inni­ hald (til dømis pengar, gjaldkort, samleikaprógv osv. (ikki hondtaskur)); – Ferðaskjøl neyðug á ferðini (til dømis ferðaseðil og pass); – Læknafyriskipaður heilivágur (upp á resept) og medicinsk útgerð neyðug á flogferðini (til dømis sukursjúku útgerð - diabetic kit), tó ikki í flótandi formi uttan at tað kann staðfestast at hann er ektaður. – Brillur og sólbrillur uttan húsa. – Kontaktlinsuhúsar, men ikki fløskur við linsuløgi. – Tey, sum ferðast við børnum: barnaføði, mjólk (innihaldi í hvørjum ílati skal smakkast av teimum, sum ferðast við barninum) og reinførislutum neyð­ug á flogferðini (blæur, serviettar, krem og blæðuburtur­ kastposar) – Kvinnureinførislutir neyðugir á flogferðini, um teir ikki eru innpakkaðir (t.d. tampongir, innlegg reinførisbind og serviettar). – Pappírslummaturruklæðir (ikki innpakkað) ella vanlig lummaturruklæði. – Lyklar (men ikki elektriskar lyklakuppar, so sum billyklar við fjarstýring í). – Øll ferðafólk verða kannað við hond og allir lutir tey hava við sær skulu kannast í røntgu (x-ray screening). – Gangistólar og onnur gonguhjálpartól skulu rønt­ genkannast og bert rullustólar hjá floghavnini (air­ port-provided wheelchairs) sleppa gjøgnum trygdar­ eftirlitið. – Afturat hesum skulu øll ferðafólk, sum skulu til USA og allir teirra lutir, eisini teir lutir tey møguliga hava fingið aftaná tey fóru gjøgnum trygdarlitið, trygdarkannast einaferð afturat, áðrenn tey fara gjøgnum “gate” umborð á teirra flogfar. Allir løgir verða tiknir frá ferðafólkunum, áðrenn tey sleppa umborð. (Eisini vatnfløskur) – Ferðafólk verða biðin um at pakka teirra viðføri soleiðis, at tey lúka krøvini omanfyri, áðrenn tey koma til floghavnina. Tey verða eisini biðin um at koma í góðari tíð frammanundan fráferð, soleiðis at tey sleppa ígjøgnum trygdareftirlitið áðrenn flogfráferð. -mørk Fleiri enn 9.000 partaeigarar Seinasta uppgerðin hjá Føroya Sparikassa vísir, at bankin nú hevur 9.016 partaeigarar úr 23 ymiskum londum. Finn Danberg, fíggjarleiðari í Sparikassanum, sigur, at partabrøv í Sparikassanum stórt sæð verða handlað dagliga. Keyparar og seljarar seta seg í samband við Sparikassan, sum stendur fyri handlinum. – Tað positiva er, at okkara partabrøv verða keypt og seld hvønn dag, hóast Sparikassin ikki enn er skrásettur á nøkrum virðisbrævamarknaði, sigur Finn Danberg. Føroya Sparikassi hevur ætlanir um at lata seg skráseta á Virðisbrævamarknaði Føroya, ið formliga er partur av íslendska virðisbrævamarknaðinum, ICEX. -mørk