Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 148 - 4. august 2006 Í dag fer Løgitingið undir viðgerðina av uppskoti Tjóðveldisfloksins um eina aðra skipan fyri vinnuliga fiski­skap. Uttan at fara í smálutir við uppskotinum kann staðfestast, at uppskotið er sera áhugavert. Uppskotstillararnir vísa á, at tað í dag er semja, at fiskidagar eiga kunnu umsetast. Bæði vinnan og politiska skipanin meta tað vera neyðugt, at fiskidagar kunnu keypast og seljast til tess at gera skipanina liðiliga. Víðari siga uppskotstillararnir, at spurningurin er tískil ber, hvør skal standa sum seljari av rættinum at fiska: Um tað skal vera sum í dag, har reiðarí, sum hava fingið hendan rætt fyri einki frá landinum, skulu selja rættin víðari, ella um landið skal selja hann.   Tjóðveldisflokkurin vísir á, at sum lógin er í dag, kann ikki vera talan um privatan ognarrætt til fiskin, sum svimur í havinum. Fiskurin í føroyskum sjóøki er jú ogn Føroya fólks og flokkurin hevur tí rætt í hesum, at tað bert kann vera landið, sum hevur heimildina at selja rættin at veiða í føroyskum sjóøki. Eisini verður gjørt vart við, at rætturin at fiska ikki kann vera at meta sum privat ogn, eigur tað at verða skipað so í framtíðini, at fiskirættindi ikki skulu kunna seljast med alla, men bert fyri eitt avmarkað tíðarskeið. Heilt ítøkiliga verður mælt til, at stovnað verður ein tilfeingisbúð, har fiskidagar verða bodnir út á upp­boðs­ sølu. Grundhugsanin undir hesum upp­skoti byggir m.a. á teir tankar, sum lagdir vórðu fram í frágreiðing Búskapar­ráðsins á vári 2000 undir heitinum “Fiski­ daga­marknaður fyri Føroyar”. Eitt endamálið við uppskotinum er, sigur Tjóðveldisflokkurin, berast má so í bandi, at tey bestu, dugnaligastu og ídnastu fólkini kunnu sleppa framat, eins og neyðugt er at forða fyri, at fiskiskapuirn verður eyðkendur av monopolum í framtíðini. Uppskot Tjóðveldisflokksins er áhugavert. Tað er eitt neyðugut og týdningarmikið íkast til tað orðaskifti um ognarrættin til livandi tilfeingi okkara, ið hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á teimum stóru skipasølunum, ið hava verið i seinastuni. Nú veit eingin, hvørja lagnu uppskotið fær á tingi. Uttan mun til, hvussu tað fer at ganga, so ger samgongan klókt í at taka hetta uppskot við í sínum arbeiði við eini nýggjari lóggávu um vinnuligan fiskiskap. Vit hava siðvenju fyri breiðum semjum um lóggávuna kring vinnuliga fiskiskapin, og hesa semju eiga løgting og landsstýri at royna at varðveita. Uppskot Tjóðveldisflokksins er møguliga ein roynd at fáa ávirkan á eina komandi fiskivinnulóggávu, og er uppskotið sostatt í hesum høpi ein sera áhugaverd roynd. Sosialurin Áhugavert uppskot Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Viðmerking frá Svenn­ ing av Lofti, formanni í Ísraelsfelagnum viðvíkjandi greinini hjá Jostein Gaarder: ”Guds útvalda fólk” í Sosialinum 10. august 2006: Eg undrist stórliga á, at ein so kendur høvundur sum Jostein Gaarder fær seg sjálvan at skriva, sum hann ger um í greinini. Hann gevur Ísrael alla skuldina fyri krígnum í Libanon, meðan yvirgangsfylkingin Hisbollah verður fríkend. Slík tala er burturvið og fær ein at hugsa um kendar menn, sum góvu jødunum skuldina fyri alt ringt í Europa og sum upphugsaðu hin endaligu jødaloysnina og ætlanina um etniska út­reinsan av jødum í Europa. Bæði ísraelsfólk og fólkið í Libanon eru troytt av kríggi Søga teirra seinastu mongu árini, er ein líðingarsøga. Libanon herjað av borgara­ kríggi og Ísrael, ið hevur stríðst fyri tilverurætti sín­ um, síðani tað varð stovnað. Tá Jostein Gaarder gevur Ísrael skuldina fyri tí, sum fer fram í Libanon í dag, so er tað ikki rætt. Hvørki Libanon ella Ísrael hava skuldina. Sýria og Hisbollah­ fylkingin havt ræðið í Libanon Libanon hevur í mong ár verið stýrt av øðrum enn libansku stjórnini sjálvari. Sýria hevði í ár so mong hermenn í tíggjutúsundatali á libanskari jørð. Eftir trýsti frá ST fóru teir úr Libanon fyri umleið einum ári síðani. Meðan sýriski herurin var í Libanon fekk Hisbollah herurin loyvi at flyta alla ta hernaðarútgerð og her­ fólk, sum teimum lysti, inn í Libanon. Prógvið fyri hesum eru m. a. allar tær hundraðtals rakettirnar, ið teir hava skotið inn í Ísrael seinasta mánaðin og dripið mong ósek fólk, bæði menn, kvinnur og børn. Tann veruleiki, at bumbing Ísraels í Libanon, eisini hevur kravt mong ósek mannalív, er ógviliga syrgiligt. Og vit harmast øll inniliga um hesi og teirra kæru, ið líða so ómenn­ iskjaliga av hesum kríggi. Altjóða yvirgangs­ felgsskapir standa aftanfyri Tær oyðandi kreftir, ið standa aftanfyri stríðið í Libanon í dag, eru tær somu, sum høvdu lagt ætlanir um at spreingja 9 vesturlendsk flogfør í luftina á flogi yvir atlantshavinum hesar komandi dagarnar. Hetta eru somu kreftirnar sum rendu tey bæði flogførini inn í skýggjabygningarnar í New York fyri nøkrum árum síðani og týndu túsundtals ósek mannalív. Og tað eru júst hesar somu kreftirnar, sum Ísrael stríðist ímóti í miðeystri. Endamálið hjá hesum kreftum er at spreingja all­ar borgarar í Ísrael í luft­ini ella reka teir út í Miðjarðarhavið og strika Ísrael av landakortinum. Hesar kreftir eru ikki einans nøgdar við at strika Ísrael av landakortinum, men eisini meginpartin av vesturheiminum. Tá ið Jostein Gaarder sigur, at ísraelsfólk rópa seg sjálvi Guds útvalda fólk, so er hetta ikki so. Veruleikin er tann, at allarflestu av leiðarum Ísraels hava verið ateistar, sum hvørki hava trúð á Bíbliuna ella á Gud Bíbliunnar. Hesir meta seg tí ikki sum Guds útvalda fólk, hóast Gud Harrin kallar tey fólk sítt í Skriftini. Júst hesin spurningurin er áhugaverdur, men skal ikki viðgerast á hesum sinni. Hisbollah byrjaði kríggið í Libanon Annars er vert at peika á, at tað var Hisbollah sum byrjaði kríggið í Libanon. Teir fóru inn um altjóða viðurkenda markið millum Libanon og Ísrael og drópu nakrar ísraelskar hermenn og tóku aðrar sum fangar við sær inn um markið til Libanon. Tað var Hisbollað, ið gjørdi seg inn á Ísrael og so svaraði Ísrael aftur á tann hátt teir hava gjørt. Jødiska fólkið í Ísrael hevur einki størri ynski enn at liva í friði við allar grannar sínar, men teir fáa ikki frið fyri yvirgangsbólkunum, sum halda til í Libanon, Gasa og aðrastaðni. Ísrael hevur undirskrivað friðarsáttmáli við Jordan og Egyptaland. Teir vilja fegin gera tað sama við aðrar eisini, men ikki treyta­ leyst. Ísrael má sjálvandi kenna seg trygt aftanfyri landamørk síni, og at liva í friði í egnum landi. Vónandi verður skjótt endi á hesum syrgiliga stríði, og at Hisbollað verður koyrt út úr Libanon einaferð með alla og at libanesiska stjórnin fær hjálp frá al­tjóða samfelagnum at stýra sínum egna landi uttan uppí­legging uttanifrá. Og vónandi verður ein nóg sterkur altjóða herur settur í suðurlibanon, sum kann forða fyri at Hisbollah ella aðrir aftur skapa egnan stát í einum sjálvstøðugum Libanon. Loysnin er ikki vápna­ megi, men samráðingar í sátt og semju millum lond. Ímeðan mugu vit biðja fyri miðeystri, jødum, mus­limum og kristnum og heiminum annars – og bera øllum heimsins tjóðum hin góða boðskapin um frið­ar­høvdingan, Jesus, sum ”kann loysa hvørja kreppu.” og sum eisini fer at loysa heildarósemjuna í mið­eystri og skapa eina heildar­loysn. Fylgjandi kronikk frá Svenning av Lofti kom av misgávum ikki við í greinina í blaðnum ígjár “Jostein Gaarder í Miðeystur-roki”. JJ Vápn eru eingin loysn Svenning av Lofti