fríggjadagur 11. august 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 11. august 2006
11
tíðindi
Hetta er eitt arbeiðið, sum
hevur verði tosað um í
nógv Harrans ár, men einki
er hent.
Meðan hesu fólkini í
hesu vøkru bygdini, hava
verði og eru noydd at koyra
hendan vandamikla vegin á
vetrardegi.
Eg má siga, at tað tíð
eg havi sitið á tingið, havi
eg miðvíst arbeitt fyri at
fáa henda tunnil í gongd.
Sjálvsagt saman við eini
positivari samgongu og hin
um tingmanninum, og má
eg siga, at hetta sá út til at
fara at hepnast.
Peningur til kanningar
var játtaður í 2004 og 2005.
Í ár var peningur avsettur,
og skuldi arbeiðið uppá
vegirnar til tunnilin byrja,
harvið hevði arbeiðið veru
liga verði byrja. Hetta var
játtað 1/1-2006, nú skriva
vit áttanda mánaða, einki
er byrja?
Nú skilji eg, at Yvirfrið
ingarnevndin hevur givið
noktandi svar, at leggja
vegirnar har sum Landsverk
hevur teknað teir.
Hvussu tunnilin verð
ur fíggjaður, er ikki ein
trupuleiki hjá Yvirfriðingar
nevndini!
Tað sum eg vil siga: Hví
hevur Landsverk ikki havt
Friðingarmyndugleikarnar
við frá byrjan, so vegurin
kom har teir vildu?
Ella er hetta bert ein máti,
at leggja sína køvandi hond
á eitt arbeiðið, sum er so
hart tiltrongt, og eina farleið
sum er lívshættsilig?
Eg meinti, at Lands
verk ynskti trygd á lands
vegunum. Hetta prógvar
tað øvugta.
Nei, fái byrja arbeiðið,
so peningurin ikki fellur
burtur 01.01.2007.
Tað kundi lættliga hent,
at partur av vegnum loypur
í havið, og tann stóra
ólukkan hendir!
Køvandi hond á Dalstunnilin
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
Gerhard
Lognberg