fríggjadagur 11. august 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 153 - 11. august 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Góða omma.
Hundrað ár. Tað er so
leingi, at eg dugi ikki at
skilja tað. Ein heil øld. Og
ein sera kollveltandi øld,
har framstig og nýggjar upp
finningar hava floymt inn
yvir heimin alla tíðina.
Eg minnist, tá eg var yngri,
og hevði fingið til heima
uppgávu at spyrja foreldur
og ommur og abbar, hvør
størsta kollveltingin í teirra
lívi var. Í dag minnist eg
bara eitt svar, og tað er títt.
Tú svaraði: “tá elektrisitetið
kom”.
Eg havi ótrúliga ilt við at
ímynda mær heimin uttan
elektrisitet. Og eg veit, at
tað eru mong við mær. Vit
sóu jú rokið á ólavsøku. Tá
legðist alt landið lamið, tí
eingin streymur var í nakrar
tímar.
Og nú dugi eg eisini at
síggja alt stríðið, tú hevur
havt sum bóndadóttir á
Trøllanesi áðrenn hesa væl
signaðu uppfinning.
Mestsum allur dagurin
man vera farin við at arbeiða
fyri føðina, bókstaviliga
talað. At fleyga, taka egg,
røkta seyð og neyt og fiska.
Og ikki at tosa um alt upp
takið, tá fongurin var komin
í hús. Alt við hond og við
vatni úr mataránni. Fyri at
hita vatnið mátti torv til, og
at skera og turka torvið var
jú eisini eisini stórarbeiði
í sjálvum sær. Tað snúði
seg ikki um at liva, men at
yvirliva.
Eitt stríggið lív við nógv
um fólki at taka sær av, og
lítið av tíð til teg sjálva.
Minnist, at eg var ikki
sørt øvundsjúk, tá tú greiddi
frá um tína skúlagongd.
Lærarin, sum hevði alla
oynna, var bert í bygdini
fjórðu hvørja viku. Hetta
var, áðrenn nakar tunn
il yvirhøvur hevði verið
uppá tal, og tí var skúla
gongdin eisini treytað av
veðrinum. Um Skorin ikki
var gangandi, varð undirvís
ingin av ongum ta vikuna,
og tit máttu bíða tríggjar
vikur afturat, inntil tykkara
tørn aftur kom.
Í dag eri eg greið um,
at skúlaleysa tíðin als ikki
hevur verið tað bera spæl
hjá tykkum, men at tit vóru
noydd at taka tykkara stóra
part av gerandisstríðnum.
Hóast
bóndadóttir
á
Trøllanesi, vildi tú út at
læra og síggja stóru verð,
og helt leiðina til Kongens
Kjøbinhavn. Øllum longdist
at frætta, og tú kundi greiða
teimum
herheima
frá,
hvussu verðin sá út.
Í dag verður Keypmanna
havn nærum ikki roknað
við í stóru verð, tí hvørt
mansbarn í Føroyum man
hava verið har. Bert 2 tímar
við flúgvara, so er ferðin
liðug.
Tá tú vart fødd, var patent
framvegis ikki tikið uppá
fyrsta flogfarið.
Omma og Buffalo Bill
Tey siga, at “om hundrede
år er alting glemt”. Fyri
ein stóran part er tað eisini
so. Men av og á eru nøkur
fólk, ið liva so leingi, at
tað, ið vit onnur bert kenna
úr søgubókunum, kunnu
tey greiða frá av egnum
royndum. Og tú ert so sanni
liga ein teirra, ið dugir at
greiða frá.
100 ár. Tað er setir alt í
perspektiv, tá vit hugsa um,
at søguligir persónar, ið nú
næstan verða mettir at vera
skrønir, tí tað er so langt
síðani, at teir hava livað,
í veruleikanum hava verið
uppi á døgum í tíni tíð.
Tá tú vart fødd var “kov
boy’ og indianarar” ikki
eitt spæl, men ein kaldur
og barbariskur veruleiki.
Tú hevur livað samstundis
sum Buffalo Bill, ið var
ein tann kendasti kov
boy’arin, og Geronimo, ið
telist millum kendastu indi
anarahøvdingar.
Tú vart fødd, áðrenn
boarakríggið í Afrika enn
var hæsað av.
Tú ert javngomul við
seinasta keisaran í Kina,
sum í fleiri ár varð fjaldur
í forbodna býnum í Peking,
áðrenn hann varð noyddur
úr landinum.
Tá tú vart seks ára gomul,
og
stóra
fólkaflytingin
undan neyðini í Evropa
til lovaða landið Amerika
var uppá sítt hægsta, rendi
Titanic á eitt ísfjall og
sakk.
Tú hevur livað samstundis
sum Florence Nightengale,
Leo Tolstoy, Jack the
Ripper, Mao, Edvard Grieg
og Claude Monét.
Tá tú vart fødd, var Norð
pólurin eitt stað, har fólk
bert droymdu um at sleppa.
Eingin hevði tá verið har.
Tú hevur livað, áðrenn
Tom og Jerry undirhildu
børnum. Áðrenn til bar at
senda luftpost millum lond.
Áðrenn snarlásið avloysti
knapparnar. Áðrenn samli
bandið.
Tá tú vart ung, var ferðin
til Havnar tung og tók ofta
fleiri dagar. Nú kemur tú
sitandi í bili allan vegin av
Trøllanesi til Havnar.
Tá tú vart fødd, kendi
eingin til neyðkallið SOS.
Tá tú vart fødd, var metur-
skipanin framvegis ikki tikin
í nýtslu í norðanlondum. Tá
varð bert roknað í favnum,
fótum og tummum.
Góða omma.
Hóast tú nú ert vorðin
eina øld, og tú viðhvørt
blandar ættarlið saman, so
minnist tú okkum øll, tá
vit siga hvørji vit eru. Og
tá tú blandar, dugir tú so
deiliga væl at flenna at tær
sjálvari.
Tey veiku hava altíð stað
ið tær nær –og gera tað
framvegis. Tað merki eg nú,
tí hóast tú av og á blandar
mongu
eftirkomararnar
saman, so minnist tú altíð
til at spyrja um, hvussu
lítlibeiggin man hava tað.
Og tú ert veruliga áhugað
í at frætta. Tú hevur ikki
altíð sjálv havt tað lætt,
men hevur so mangan sagt,
at tað hjálpir at tosa við
Várharra.
Góða omma, tú ert eitt
satt konubrot.
Hjartaliga tillukku,
Eydna
Omma eigur 12 langommubørn. Løgið at hugsa sær, at
hennara langommur og langabbar livdu samstundis sum
Nólsoyar Páll. Gud viti hvussu samfelagið fer at síggja út, tá
nýggjastu sprotini á ættartrænum sjálvi fáa langommu- og
langabbabørn. Omma kann bert staðfesta, at 100 ár ganga
ógvuliga skjótt
Til ommu
á hundrað ára degnum
Føðingar
Dagarnir um vikuskiftið
12. august. Klara. Deyð 1253. Var av aðalsætt úr Assasi.
Fór upp í fylgið hjá hinum heilaga Fransi, og eggjað av
honum grundlegði hon eitt nunnukleystur og skipaði eina
nunnuskipan, klarissurnar nevndar.
Navnið er latínskt, hin kenda ella skæra
13. august. Hippolytos. Deyður umleið 235. Helst ein
grikki, sum gjørdist ein av teimum best kendu kristnu
rithøvundunum í Róm í 3. øld. Hann var tikin av døgum
við at verða slitin millum hestar, sum navn hansara sipar
til.
Rasmus Rasmussen (á Háskúlanum) føddur 1871
14. august. Eusebius. Fleiri halgimenn at navni Eusebius
eru knýtt at degnum 14. august
27. juli bleiv hesin
fitti drongur føddur,
ið er her á myndini
við stórabeiggja
Tóka. Lítlibeiggin
vigaði 3900 gr, og
var 56 cm langur.
Foreldrini eita
Marin Strøm
og Janus Helgi
Læarsson, og búgva
í Keypmannahavn.
1. august fekk Heini
Poulsen, Tórshavn,
eina lítlasystir, hon
var 56 cm long og
vigaði 4150 gr.
1. august fingu Budsara I. Johansen og Rógvi N. Johansen,
Århus ein son. Hann var føddur á Skejby Universitets
Sjúkrahúsið. Hann vigaði 3550 gram og var 52 cm. langur
og hann eitur Dino.
1. august fingu Jensa Sirdal og Kartin Sivertsen,
Klaksvík, ein son. Hann var 54,5 cm. langur og vigaði
4350 gr.
3. august fingu Jóna Midjord og Thordar Garðshamar,
Haslev, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3600
gr.
3. august fingu Eyðbrit tog Sørin Birgir Sørensen,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði
3700 gr.
5. august fingu Jensia og Leon Kjærbæk, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði 5000 gr.
6. august fingu Doretha og Karstin Joensen, Runavík,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3700 gr.
7. august fingu Asta Østerø og Eyðun Thorgeirsson,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði
3200 gr.
8. august fingu Bjørtfríð Magnussen og Hallur
Stakksund, Sandnes, Norra, ein son. Hann var 54 cm.
langur og vigaði 4100 gr.
9. august fingu Sigga og Jón Sigurð Gleðisheygg,
Norðskála, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði
3500 gr. Systranar eita Eydna og Rebekka.
10. august fingu Annika Rasmussen og Elmar Hansen,
Kambsdalur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði
3620 gr.