fríggjadagur 11. august 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 11. august 2006
13
Hósdagin 3. august hevði
Sigmar Jacobsen arbeitt í
Føroya Banka í samfull 25
ár.
Sigmar fór í læru í Føroya
Banka í Havn 3. august
1981 og tók samstundis
HMX-skúlan
á
Føroya
Handilsskúla í eitt ár. Tá var
skúlagongdin um kvøldið í
Kommunuskúlanum og úti
á Fiskasøluni. Í 1983 var
hann útlærdur.
Hann tók eisini banka
skúla í fýra ár. Sum 24.
ára gamal, í 1986, varð
hann útnevndur til fulltrúa
og leiðara fyri nýstovnaðu
deildini við Norðskála.
Hann hevur havt nógvar
ymiskar uppgávur gjøgnum
árini – tó mest innanfyri
útlánsvirksemi
bankans.
Nevnast kann, at Sigmar
hevur arbeitt á 28 ymiskum
deildum, heilt frá Eiði í
norð og suður til Vágs. Í
kreppuárunum
arbeiddi
Sigmar eitt skifti í Klaksvík,
á Tvøroyri og í Vágum.
Tá bankarnir vóru saman
lagdir 11. apríl 1994 varð
hann deildarleiðari í Vágum
í eitt gott ár. Hevur síðani
arbeitt í Vinnulívsdeild
bankans og Kredittdeildini.
Í dag arbeiðir Sigmar í
Stjórnarumsitingini.
Í hesi 25 árini hevur Sig
mar arbeitt undir 8 stjór
um: Esbern Simonsen,
sála, Hans Jørgen Laursen,
Jóhan Simonsen, Niels
Juel Nattestad, Tage Benja
minsen, Jørn Astrup Han
sen, Janus Petersen og Súna
Schwartz Jacobsen.
Sigmar hevur eisini tik
ið víðkaða bankaskúlan
og fleiri fak í merkonom
útbúgvingini, umframt eitt
ótal av skeiðum.
Hevur sitið í nevnd
bankans í 3 ár, sum starvs
fólkavaldur nevndarlimur,
og er júst valdur fyri eitt
nýtt 4 ára skeið.
Í sambandi við European
Business Game-kappingina
í Føroyum hevur Sigmar
verið dómari øll árini utt
an tað fyrsta, umframt
at hann hevur umboðað
Føroyar, sum dómari í tí
internationalu EBG-enda
kappingini
á
hvørjum
ári, nú seinast í Kroatia í
summar.
Sigmar er føddur í Leir
vík í 1962, sonur Elsu,
f. Lervig, úr Leirvík, og
Brynjolf Jacobsen, av Syðra
dali á Kallsoynni, sum var
lærari í Leirvík í mong ár
og seinni stjóri í Norðoya
Sparikassa. Brynjolf doyði í
1999. Omman í faðirættina
var Kittan, ljósmóðir í
Klaksvík og abbin, Edvin,
kom av Valinum á Tvøroyri.
Í móðirættina komu bæði
omman, Karolina, og abbin,
Jógvan Ernst, úr Leirvík.
Beiggjarnir hjá Sigmar
eru Ernst Jacobsen, stjóri
í ALS, sum býr í Tórshavn
og Kristvin Jacobsen, kendi
sjónvarpskokkurin,
sum
nú arbeiðir sum kokkur
á Føroya Tele og býr á
Argjum, eins og Sigmar.
Sjólívið hevur hann eis
ini roynt, bæði við troli
undir Føroyum og eftir
skittfiski í Norðsjónum.
Leirvík hevur altíð verið
útróðrarbygd og nógv var
at egna aftaná skúlatíð og
leygardagar. Hann plagdi at
egna fast hjá Petur á Regni.
Nógv arbeiði var eisini í
70-unum á flakavirkinum
Frost í Leirvík, bæði við at
landa bátar, avskipa, salta
fisk, ríva um og annað fyri
fallandi og munnu ikki so
fá oyru verða forvunnin
har. Í aðrar mátar var Sig
mar eisini virkin innan
skótaliðið hjá Leirvíks
Pálli í Leirvík frá 1974 og
12-14 ár fram við nógvum
virksemi og legum, bæði
her heima og burturi, serliga
í Onglandi. Í Nottingham
var hann tríggjar ferðir, har
teir hava vinir enn í dag.
Sigmar flutti til Havnar
í 1978, tá hann fór á
studentaskúla,
eftir
at
hann fyrst hevði gingið 7
ár í barnaskúla í Leirvík
og síðani 3 ár í realskúla
í Fuglafirði. Í 4 ár búði
hann hjá Hildu Fossá í C.
Pløyensgøtu í Havn, sum
hevði pensionat. Flutti eitt
skifti aftur til Leirvíkar í
1985-87, tá hann tók við
leiðarastarvinum við Norð
skála. Hevur síðani 1987
búð á Argjum í góðum
grannalagi.
Annars hevur Sigmar
havt onnur álitisstørv, eitt
nú sum nevndarlimur í Dag
stovninum á Argjum í 4
ár, nevndarlimur og kassa
meistari í LÍF í 2 ár, eins
og nevndarlimur og kassa
meistari í Argja Bóltfelag
í 7 ár, har hann situr
enn. Onkrar minni grann
skoðarauppgávur hava eis
ini verið. Ítrótturin fer tó
við tí mesta av frítíðini.
Av øðrum áhugamálum er
flogbóltur – har hann spælir
við oldboysfelagnum Hug
flog á Argjum, og at fiska
síl og ganga á fjall. Vanliga
gongur hann á fjalli í Leirvík
hjá
mammubeiggjanum
Jógvan á Húsamørk. Eru
grindaboð, liggur hann ikki
leingi á boðunum. Eisini
hevur hann góðan hug at
ferðast og ikki minst út í
heimi.
Sigmar er giftur við
Nancy Splidt Jacobsen, úr
Tórshavn, ið starvast innan
Heimarøktina,
børnini
eru: Bjørt 25 ár, sum nú
byrjar sum næmingur í
bankanum, Anna 24 ár,
sum lesur í Århus, Dion
Brynjolf 17 ár, sum byrjar
í studentaskúlanum og Elsa
11 ár, sum gongur í Argja
skúla. Abbasonurin Sig
brandur er 5 ár.
25 ára starvsdagur í Føroya Banka
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
elskaði pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Poul Andreas Hansen
á Skála
andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 10. august,
90 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
fríggjakvøldið kl. 19. 00.
Jarðarferðin verður úr Skála kirkju
sunnudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Elias, Andrass og Magnus
Tey, sum vilja minnast Poul Andreas við blómum ella kransi,
kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Meinigheitshúsið á Skála.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
tá okkara høgt elskaði maður, pápi, abbi, verpápi
og bróðir
Marius A. Rubeksen
fjarritari, Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkið á G4.
Tøkk til Sverra Steinhólm prest, fyri góð og troystarrík
orð í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri vitjanir og uppringingar.
Tøkk fyri blómur, kransar, fjarrit og kort.
Tøkk til tykkum mongu, ið lótu eina gávu til
Føroya Felag móti Krabbameini.
Og tykkum mongu, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Rhoda
Bjarni og Guðrun v/ fam.
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra fastur,
mostir, abba- og ommusystur og langabba-
og langommusystir okkara
Poulina S. Poulsen
Eiði
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum í Korndalsbýlinum á Eiði,
somuleiðis tøkk til G4 á Landssjúkrahúsinum
og tykkum á Røktar- og Elilsheiminum í Runavík
fyri góða umsorgan og hjálpsemi.
Tøkk til Emil Olsen, prest fyri vøkur orð.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og tykkum,
ið hjálptu til við ervinum.
Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og tykkum,
ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Hans Jákup
Kunngjørt verður at okkara kæra mamma, vermóðir,
omma og langomma
Elsebeth Sofie Klein (Ebba)
Tórshavn
andaðist í heiminum mikudagin 9. august 2006,
81 ára gomul.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
leygardagin 12. august kl. 16.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
sunnudagin 13. august kl. 15.00.
Familjunnar vegna
Kathrina, Niels Jacob og Poul
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at okkara elskaða mamma, vermamma og omma
Ásla Ólavsdóttir Olsen
Søldarfirði
andaðist á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi,
fríggjadagin 11. august, 78 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Familjunnar vegna
Malena og Ólavur
Ebba Klein, Havn,
ættað
av
Argjum,
andaðist í heiminum
mikudagin 9. august,
81 ára gomul. Kistan
fer úr Landssjúkrahús
kapellinum leygardagin
klokkan 16. Jarðarferðin
verður úr Vesturkirkjuni
sunnudagin
klokkan
15.
Olaf
Johan
Olsen
á Lava, andaðist 9.
august, 95 ára gamal.
Jarðarferðin
verður
kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir