fríggjadagur 11. august 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 148 - 4. august 2006
Í dag fyllir Lena í Beiti í Sørvági 90 ár. Lena er ættað úr
Klaksvík og vóru foreldur hennara Óla Jákup Jacobsen
millum Garðarnar í Klaksvík og Anna Sofía Thomsen úr
Svínoy.
Lena er næstelst í einum systkinnaflokki av 7. Elstur
var Jósef, síðan Lena, Anna Katrina, Lisa, Rasmus, Diana
og Kristoffer.
Lena giftist vestur til Sørvágs við Hans í Beiti, sum
andaðist í 2000. Tey ættleiddu sonin Ólav.
Lena hevur frá tí legurnar byrjaðu í Vatnsoyrum í
1967, verið álit í køkinum í Zarepta. Á hvørjum ári hevur
hon verið í Zarepta ein stóran part av summarinum.
– Tá umvælingararbeiði og nýbygging hevur verið í
vetrarhálvuni, hevur Lena eisini verið og gjørt mat til
arbeiðsfólkið. Eisini seinnu árini, tá samkomurnar byrjaðu
at hava legur í vetrarhálvárinum, hevur Lena altíð verið
klár at hjálpa til. Hans í Beiti, maður Lenu var henni
ein dyggur stuðul í arbeiðinum, og minnast vit hann við
takksemi.
Lena hevur hildið trúfast fram í arbeiðinum í Zarepta,
til hon fyri fáum árum síðan ikki orkaði meira. Legurnar
hava ligið henni tungt á hjarta og er Lena kend av mongum
sum omman í Zarepta.
Hóast Lena nú er illa gongd, vitjar hon framvegis av og
á í Zarepta.
Vit takka Lenu fyri ótroyttiliga trúskap hennara í
arbeiðinum í Zarepta og heilsa henni á 90 ára degnum
við tveimum ørindum úr sanginum, ”Vit ferðast heim”, ið
Brynleif Hansen týddi og sum hevur verið nógv sungin í
Zarepta:
Vit ferðast heim at møta teim,
sum synd og sorg ei kenna,
tí leiðin ber, har Jesus er,
har tár ei meiri renna.
Og skjótt vit ná um lívsins á,
har Jesus okkum fagnar.
Tá lokin er vár pílgrímsferð,
og stríðið harða tagnar.
Niðurlag:
:,: Vit ferðast heim, vit ferðast heim til Jesus. :,:
Hjartaliga tillukku!
Zareptavinir
90 ára føðingardagur
Tøkk
Fyri sýndan heiður á 90 ára føðingardegi mínum
takki eg hjartaliga.
Alfred Magnussen, Vágur
Tøkk
Eg vil fegin taka høvið, at takka øllum fyri blómur
og blíðar heilsanir á mínum 70 ára føðingardegi. Til
gamlar kenningar, ið tóku sær tíð til eitt lítið prát í
telefonini og tey, ið komu inn á gólvið.
Eina serliga heilsan og hjartaliga takk til døtur mínar
og sonin, fyri ein minniligan føðingardag.
Heilsan Elisabeth Hammerfoss
Prógv
28. juni 2006 fekk Marner
Nolsøe, Hov, prógv sum
djóralækni (cand. med.
vet) á Den Kgl. Veterinær-
og Landbohøjskole í Keyp
mannahavn.
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 13. august
fyllir Ebba Joensen, Klaks
vík 80 ár. Dagurin verður
hildin á Klaksvíkar Sjó
mansheimi frá kl. 15.00-
20.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Sunnudagin 13. august
verður Eleonora Joensen í
Oyndarfirði 80 ár. Dagurin
verður hildin saman við
børnum og barnabørnum á
Gjáargarði.
Mánadagin 14. august fyll
ir Hanna Lisberg 80 ár.
Føðingardagurin verður
hildin á Hafnia fyri innbod
num.
90 ára føðingardagur
Leygardagin 12. august
hevur Lena í Beiti í Sørvági
90 ára føðingardag. Dagur
in verður hildin í Kedron
frá kl. 16.00-20.00.
Brúdleyp
Í dag 11. august kl. 16.30
giftast í Ebenezer, Tórs
havn,
Dora
Lómstein,
Tórshavn, og Niels Pauli
Nónstein, Hvalba. Veitslan
verður fyri innbodnum á
Hotel Føroyum kl. 19.00.
Leygardagin 12. august kl.
16.00 giftast í Dómkirkjuni
Beinta Wardum og Ragnar
Simonsen. Veitsla verður
fyri innbodnum í Havnar
Róðrarfelag kl. 18.00.
Leygardagin 12. august
giftast Anja Petersen Klaks
vík og Elvin Olsen Hvalba.
Vígslan verður í Betesda
kl. 15.00. Veitslan verður
um kvøldið kl. 19.00 fyri
innbodnum í Skálanum í
klaksvík.
Leygardagin 12. august
giftast í Århus Pinsekirke
Bjørg
Hansen,
dóttir
Marnu og Adolf Hansen,
sála, og Karl Johan Brun
Larsen, Varde.
Leygardagin 12. august kl.
16.00 giftast í Gøtu kirkju,
Birita Jacobsen, Syðrugøta
og
Henning
Jarnskor,
Norðragøta.
Veitslan
verður fyri innbodnum í
bygdarhúsinum í Leirvík
kl. 19.00.
nøvn