Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 11. august 2006 15 Ólavsøkuaftan, 28. juli, and­aðist Sigrun Smith í Havn ella Sigrun í Ull­ vøruhúsinum, sum havnar­ fólk og onnur nevndu hana. Sigrun andaðist eftir at hava verið sjúk í nakrar heilt fáar dagar. Sigrun í Ullvøruhúsinum varð fødd 26. mai 1925 og sostatt – nú hon varð tikin foldum frá – 81 ára gomul, hóast eingin, sum ikki visti tað, hevði trúð tí. Hon bar aldurin ómetaliga væl. Sigrun var dóttir Sannu Andreassen, f. Poulsen, úr Nugga í Nólsoy, og Hillebert Andreassen, son hin kenda skiparaskúlalæraran Jens í Dali, sum var bróðir Napoleon Andreasen, Pola í Dali. Teir báðir vóru millum tey fyrstu, sum saman við Gamla Sloan og øðrum savnaðust við samkomuni í “Sloans Sali” og í “Gamla Ebenezer”. Sigrun átti trý systkin: Leivur, Randi og Herborg. Leivur varð fødd ur í 1923 og doyði í 2004. Randi, sum býr niðri, varð fødd í 1927, og yngst av systkjunum var Herborg, sum varð fødd í 1932 og doyði longu í 1965. Ullvøruhúsið og tey, ið har búleikaðust, var nak­ að serligt. Vøkur, hábars­ lig, musikalsk og exotisk fólk. Sigrun var so vøkur og fitt smágenta, at um­boð fyri Ota-grýn, sum vóru í Føroyum einaferð hon var smágenta, løgdu merki til hana í føroyska tjóðar­ búnanum. Í eini reklamu fyri Ota-grýn, stendur mynd av henni við hesum orðum: ”Lille færøpige – Den 10 årige Sigrun Andreassen fra Thorshavn i sin fine søndags nationaldragt. Hun kan slet ikke undvære sin Ota-havregrød, som hun sluger med samme iver, som (hun sluger) Ota-bøger­ ne.” Handilin í kjallaranum í Ullvøruhúsinum var ser­ stakur, tí har fekst tú ”lidt af hvert”, sum sonurin Eli málber seg. Fjølbroyttar vørur vóru at fáa, alt frá stoppinálum til bróstsukur, tógv, eingilskar troyggjur, undirtoy, korset og per­ fumarí. Sigrun byrjaði í handlinum í Ullvøruhúsinum sum 12 ára gomul, og gjørdist tað hennara lívsstarv, inntil handilin varð seldur í 1988. Sigrun og Poli gjørdu bróstsukur, glaseraðu súr­ epli, vaflur og ísar. Sigrun giftist í 1948 við Napoleon Smith, vanliga nevndur Poli, sum var mál­ ara­meistari, og ættaður úr Vági. Tey búsettust í býlinginum úti í Grønlandi, sum varð bygdur árini eftir kríggið. Poli doyði í 1994. Sigrun og Poli áttu 5 børn: Jens (1949), Johan (1951), Eli (1955), Kjeld (1964) og Sanna (1966). Jens og Sanna búgva niðri, og Johan, Eli og Kjeld búgva í Havnini Ommubørnini eru 8 í tali og eru tey eftir aldri: Niklas, Napoleon, Sigrun, Líggjas, Anna, Thomas, Rebekka og yngra Sigrun. Sigrun var eyðkend við sínum lætta og skemt­ingar­ sama lyndi, og hon var ein hollur stuðul hjá Pola. Tey bæði supleraðu hvørt annað sera væl. Sigrun setti sín dám á stemningin í Ullvøru­húsin­ um, sum var ein miðdepil í býnum. Leivur yvirtók smiðj­una hjá pápanum, sum var á fyrstu hædd í Ullvøruhúsinum. Í somu gøtu, Kongagøtu, húsað­ ist mostirin Hanna við frisørsalong, og har starv­ aðist systirin, Randi, eitt skifti. Yngsta systirin, Herborg var sjúkrasystir og doyði, sum sagt í 1965, bert 32 ára gomul. Børnini hjá Sigrun lýsa lyndi á mammu teirra soleiðis og siga um hana, at hon hevði sterka psyku, var altíð uppmuntrandi, gávu­ mild, humoristisk, skjót at svara aftur, beinrakin í orðum, íðin eftir vitan, tíðindafróð og var sera frímóðig. Og so hevði hon eina ótrúliga umsorgan fyri børnum sínum, bæði í smáum og stórum. Sigrun og Poli gingu í Ebenezer, haðani hon varð jarðað mikudagin 2. august. Omanfyri standandi er eitt sindur tillagað brot úr taluni, sum Zacharias Zachariassen hevði yvir Sigrun. J Sigrun í Ullvøru­húsinum farin Mary, ella sum vit kallaðu hana Maja, var fødd Dan­iel­ sen úr Havn, tann 1. desemb­ er 1923 og nú hon andaðist 24. juni, var hon 82 ára gomul. Hon var døttur Jacob Danielsen (1887-1945) og við 2.giftuna, Jettu f. Jacobsen av Gørðum í Kald­ bak (1895-1931), hon var døttur Inger Dam Jacobsen av Oyrareingum og Petur (Pedd a) av Gørðum. Hon doyði í barsli 35 ára gomul. Maja og tey vóru 10 heil­ systkin: Tey vóru Arni (1913), Ingeborg (1914) , Hans Emil (1915), Anker (1916), sum doyði í Dan­ mark í 1940, 24 ára gamal. Svenning (1918), Agnas (1920), Sørin Emil (1922), so kom Maja í 1923, Josta (1928), og Asta (1930). Jacob átti í 1.giftu sonin Hendrik í Miðvági (1909) við Henrikku f. Poulsen (1884 – 1909) men doyði hon í barsli í 1909, einans 25 ára gomul, sama árið tey giftust. Av systkinum eru bert Agnas, gift Nielsen, sum býr í Midd elfart og Asta, gift Jacobsen, í Havn, á lívi, umframt hálvbróðurin, undirritaði Jógvan Elis. Vit vóru tveir brøður, Jacob Álvur, sum doyði í Danmark bert 19 ára gamal og eg. Sigvald var fødd ur 10. oktobur 1918 í Haldarvík og andaðist 23. februar 2005, 86 ára gamal. Tey nádd u sostætt bæði tvey ein høgan aldur. Maja og Sigvald á Morskranesi giftust 6. mars 1945. Sostætt vantaði teim­ um bert tvær vikur í til diamantsbrúðleypsdagin. Sum so mangur fór hann sjóvegin longu sum 14 ára gamal við pápabeiggjanum Martin við “Sólbrún”. Hann sigldi og róði út, og hevði maskinbát, sum sonurin Álvur nú røkir. Tey hittust í Havn, har hann bleiv skip­ aralærdur í 1943. Hann búði á einum pensionati fyri navigatørar ovarlaga í Tróndargøtu. Sigvald var ein gløggur, vitandi maður, sum læs nógv og visti nógv. Tey fingu børnini: Jettu, sum er fødd í Syðradali, K hjá Ingeborg, Menning, Emmu, Selmar, Lissy, Álvur, Ruth, Inger, og Noomi. John Elias í 1966, sum doyði bert 5 ára gamal av sjúku. Tey fingu 10 børn, 27 ommubørn og 25 langommubørn, og sum prestur, Jógvan Fríðriksson, nevndi við jarðarferðina hjá Maju, so fyltu tey mest sum alla kirkjuna. Maja var góð av lyndi, hon var tolin og var altíð við tað góða. Hon var altíð blíð og fyrikomandi, við sínum mildu eygum og tað var helst gott við hjartarúmi, tí í tí barnaríka heiminum var nógv um at verða. Tey búðu sunnast í bygdini, í 3-4 ár, áðrenn tey fluttu í teirra egna heim. Tey búði hjá verfaðirinum Matthiasi, sum tá var einkjumaður, tá konan Elsebeth doyði. Tá áttu tey bæði fimm dreing­ ir. Tá vóru bert 8 hús á Morskranesi. So hetta var óvænt fyri hana, sum kom úr Havnini, sum hevði um 4.400 fólk tá. Henni longdist illa at byrja við, men skjótt komu børnini, og barngóð sum hon var, gekk hon uppí tað. Elektiskt ljós fingu tey í 1958, SEV kom seinni, og so eiga vit at nevna at sambandi til Havnina kortini var gott. Mjólkabátarnir “Tróndur” og seinni “Sigmundur”, løgdu at við tí lítlu kajuna í Morskranesi hvønn mána­ dag, mikudag og fríggjadag. Har ferðaðist eg og systkini, og altíð var ein vælkomin. Maja kom sum sagt sjálv úr einum barnaríkum heimið, har mamman doyði, í sambandi við barsil, frá 10 børnum, elsta var 18 ár og yngsta var hálvt ár. Børnini í húsinum uppi í Sjúrðargøtu 18 vóru Arni, Hans, Agnas, Sørin, Maja og Josta, tá Jakku fekk Annu Mikkelsen úr Víkarbyrgi til húshjálp. Anna kom soleiðis at gerast mamma at Maju á ein hátt. Tey fluttu oman á Bakkahellu í 1938, í húsini “Elisabeth minde”. Tá tær báðar Anna og Maja høvdu nært samband sínamillum, stukku tey altíð inn á gólvið í sermerkta húsinum Strúkijarninum, har Anna búði. Tá Jakke doyði fingu tey soleiðis svarta hundin “Snar” inn á Morkranes. Har fekk hann tað gott mill­ um børnini. Nú gerst tómligt á Morskra­nesi, nú tey bæði, Maja og Sigvald eru farin. Tey vóru eini góð hjún. Teirra lívsverk gjørdist sjó­ lívið og heimið, og røkti tey tað til lýtar. Altíð var tú vælkomin á gátt, og altíð fór tú við tí góða, eitt sindur ríkari enn tú kom. Tey høvdu altíð stundir til ein, í so máta minti Maja um ommu sína Binu, var so mild, uttan at gera nógv burtur úr sær sjálvum. Hetta er ein verumáti, sum er um at fara burtur nú á døgum,men hevur so ómeta­ liga stórt virði í gerandis­ degnum. Børnini hava mist eina góða mammu og pápa, og saknurin er stórur. Harrin styrkið tykkum í sorg tykk­ ara. Vit vilja minnast tey bæði, Maju og Sigvald, við takksemi og lýsa frið yvir minni teirra. Jógvan Elis og Annfinn nøvn Minningarorð um Maju (1923-2006) og Sigvald Jacobsen (1918-2005), á Morskranesi