Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 153 - 11. august 2006 tíðindi Finnur Fríði og Jupiter, sum partrola eftir sild, hava verið inni við ávikavist 250 og 800 tonsum av norðhavssild, sum eru landað til matna í Kollafirði og Hetlandi. – Eg haldi, at hugburðurin og motivatiónin hjá ungu skiparunum hjá reiðarínum eru góð. Teir vilja helst landa sildina til matna og soleiðis vera við til at skapa arbeiði uppi á landi, sigur Arni Hansen hjá P/F Vinnu í Gøtu Sild Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skipini hava roynt norðan fyri í føroyskum sjógvi – ella neyvari einar 110 fjórðingar beint norður úr Kallinum. Hetta var ein stuttur túr­ ur hjá skipunum báðum; Finnur Fríði hevði bert tað eina tóvið, og Jupiter hevði tvey. Beint áðrenn Finnur Fríði og Jupiter stevndu til lands við veiðini, hevði Christian í Grótinum, sum partrolar við Norðborg, landað stív­ liga 500 tons av sild í Kolla­ firði. Christian í Grótinum hevði tvey tóv, harav tað seinna gav 400 tons. Umborð á Norðborg verð­ ur sildin virkað til matna. Arni Hansen hjá P/ F Vinnu í Gøtu sigur, at virkið hjá Kollafjord Pelagic megnar ikki at heil­frysta sildina hjá bæði Finni Fríða og Jupiter, og tá ið reiðaríið helst vildi, at sildin fer til matna – og ikki til ídnað, avgjørdu teir at senda Jupiter til Hetlands at landa. Sum skilst, keypir virk­ ið í Kollafirði sildina í kapping við hetlendingar og danir. Íslendingar plaga eisini at liggja fram við á marknaðinum, men eru ikki so væl við í løtuni. Prísurin á sild til matna í Kollafirði liggur um góðar 3 krónur fyri kilo, meðan prísurin á sild til ídnað í Fuglafirði hevur ligið um góðar 2 krónur fyri kilo. – Nú sildin verður fiskað norðanfyri, liggja Føroyar geografiskt væl fyri, sigur hann. Góður hugburður Arni Hansen sigur, at skip­ ini hjá reiðarínum, Finnur Fríði og Jupiter, sum í løtuni eru tey, sum eru í vinnu, royna at fiska so nógva sild til matna sum gjørligt. Hann væntar soleiðis, at skipini verða á sildini til einaferð í september. Triðja skipið hjá reiða­ rínum, Tróndur í Gøtu, sum ikki hevur verið í vinnu seinastu tveir mánaðirnar, fer væntandi eisini á sild um eina viku ella so. – Vit royna tað, vit kunnu, at fiska sild, sum verður heilfryst í Kollafirði. Tó umgongst ikki, at onkur lasti ikki endar í Fuglafiðri og onkur onnur í útlandinum. Tað veldst um veður og fiskiskap og harvið eisini um longdina á túrinum, sum eisini kann vera tengd at, hvar skipini fiska. Arni sigur, at teir ungu skipararnir hjá felagnum eru ágrýtnir eftir, at sildin verður landað til matna í Føroyum. – Jú, eg haldi, at hug­ burðurin og motiva­tiónin hjá teimum ungu eru góð. Teir vilja fegnir fiska mat­ fisk og harvið eisini verða við til at skapa arbeiði á landi. Sjálvandi kann tað vera stuttligt av og á at koma til lands við fullum skipi. Tað vil so vera, og soleiðis eigur tað eisini at vera. Veiðihugur skal til, og tú mást vera ”grammur”, um tú skalt fiska nakað. Umstøður valdast Hann sigur, at skal sild­ in førast til lands til heil­ frystingar, er neyðugt, at tóvini ikki eru ov long. – Eitt vanligt tóv varar einar 3-4 tímar, men dygdin á fiskinum avhongur eisini av, hvussu heitur ella kaldur sjógvurin er, og tað kann vera rættiliga ymiskt – og valdast eisini dýpið, ið roynt verður á, sigur Arni Hansen á skrivstovuni hjá P/F Vinnu í Gøtu. Finnur Fríði og Jupiter við sild til matna Kombineraða nóta-og trolskipið hjá gøtumonnum, Tróndur í Gøtu, hevur ikki verið í vinnu seinastu tveir mánaðirnar Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tróndur í Gøtu, sum sein­ astu tveir mánaðirnar hevur verið í Litavia, har hann er pussaður upp, er nú á veg aftur til Føroya. – Skipið er sjeinað upp alt, sum tað er. Alt skipið er málað, og tangarnir eru bæði sandblástir og málaðir, sigur Arni Hansen á skrivstovuni hjá P/F Vinnu í Gøtu. Hann vísir á, at skip­ið varð sandblást í Fred­riks­ havn í Danmark í 1998 og hevur hildið sær so væl, at hesaferð hevur ikki verið neyðugt við nýggjari sand­ blásing. – Nú hava vit tí bara sandblást og málað allar tangarnar, meðan sjálvt skipið bara er málað, sigur hann. Arni Hansen sigur, at tað altíð er keðiligt at taka skipini úr vinnu, men hetta er ein neyðugur partur av tí at reka skip og vinnu. – Um tíðarskeiðið kundi verið valt øðrvísi, nú skipini eru á sild, er ilt at siga, men hetta er í hvussu er nakað, sum má gerast, tá ið tíðin gongur, sigur hann. Nú Tróndur í Gøtu kemur aftur úr Litavia, er hann aftur sum nýggjur Mynd: Vilmund Jacobsen Tangarnir umborð á Tróndi eru sandblástir Arni Hansen sigur, at hugburðurin og motivatiónin hjá ungu skiparunum hjá reiðarínum eru góð. Á myndini er Bogi Jacobsen. Bogi og Andre Hansen skiftast um at føra Finn Fríða Mynd: Vilmund Jacobsen Finnur Fríði landar. Prísurin á sild til matna í Kollafirði liggur um góðar 3 krónur fyri kilo, meðan prísurin á sild til ídnað í Fuglafirði hevur ligið um góðar 2 krónur fyri kilo. Nú sildin verður fiskað norðanfyri, liggja Føroyar geografiskt væl fyri, men kapping er um rávøruna, serliga við hetlendingar og danir Mynd: Vilmund Jacobsen